Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-04, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. mars 2011síða 4

‹ fyrra síða allar 70 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 4. mars 2011 · Nr. 27 4 Sosialurin Eirikur Lindenskov – Vit vilja bjóða fólkum ta ferð og tað breiðband, sum krevst, um vit skulu fylgja tí alsamt skjótari streyminum og standa okkum millum fram komin lond. Føroya Tele kennir tað sum sína ábyrgd at ganga á odda at veita føroyingum dygdargott og tíðarhóskandi breiðband, og nú er tíðin búgvin at fremja ein nýggjan prísbygnað. Soleiðis sigur Kristian R. Davidsen, stjóri í Før oya Tele, sum í morgun boð ar frá munandi prís- og ferð broyt- ingum á breiðbandshaldum. Higartil hava bíligastu pri vatu breiðbandshaldini kostað 380 krónur um mán- aðin, tey dýrastu hava kostað 825 krónur um mánaðin. Nú verður hetta spennið broytt, við tað at tey størru haldini fara niður í 449 og 499 krónur, samstundis sum ferðin verður tvífaldað ella meira. Tað vil siga, at einans 119 krónur nú vera á muni millum eitt 2 Mbit-hald og eitt 20 Mbit-hald. Broytingarnar koma í gildi frá 15. mars, tá ið allar tøkni- ligar tillagingar eru gjørdar. Meira ferð fyri minni pengar Í stuttum snýr prísbroytingin seg um, at privatkundin fær meira ferð fyri minni pengar. Ferðin á haldum verður gjørd upp í Mbit/sekund. Í faktaboksini downloadferðin umrødd, tað vil siga tíðin tað tekur at flyta upplýsingar á sína teldu. Uploadferðin er ídag 512 kbit á øllum hald- um. Frameftir verður up- loadferðin 512 kbit á 2 Mbit- haldum, men hon verður hækkað til 1 Mbit á 8 Mbit- og 20 Mbit-haldunum. Við prísunum henda nakrar broytingar heilt av sær sjálvum, sum koma viðskiftafólkum til góðar: 1. Tey, sum í dag hava ferð- ina 4 Mbit fáa av sær sjálvum 8 Mbit, og prísurin verður settur úr 470 krónum niður í 449 krónur um mánaðin. 2. Tey, sum í dag hava ferðina 6 ella 10 Mbit/s verða flutt upp í 20 Mbit/s, og prísurin verður minkaður úr ávikavist 620 krónum og 825 krónum um mánaðin niður í 499 krónur um mánaðin. Í fyrstu syftu verða ongar broytingar fyri tey minstu haldini, tað vil siga 2 Mbit. Hinvegin ber til hjá einum viðskiftafólki við minsta haldinum at ferfalda sína ferð fyri slakar 70 krónur um mánaðin. FT lækkar kostnaðarstigið Í fráboðan ásannar Føroya Tele, at tað er ein avgerandi liður í menningini hjá einum landi, at so nógv sum gjørligt hava atgongd til internetið við so høgari ferð og so lágum kostnaði sum gjørligt. – Við teimum nýggju prís unum nærkast vit al- tjóða prísleguni. Tann mun - urin, sum framvegis er at síggja í prísinum sam an- borið við umheimin, kem ur í høvuðsheitum frá, at vit noyðast at rinda eitt eyka- gjald fyri sjókaðalarnar út í heim, umframt at vit eru ein lítil marknaður uttan stórrakstrarfyrimunir, sigur Kristian R. Davidsen. – Við okkara nýggju prís- um gera vit eitt skarvslop tann rætta vegin. Ein høv- uðs orsøk til, at Føroya Tele nú megnar at lækka prís irnar er, at fyritøkan seinastu árini miðvíst hevur lækkað kostnaðarstigið at reka fyritøkuna. Haraftrat er tann tøkniligi parturin nú mentur soleiðis, at vit kunnu veita flestu føroyingum ta hægst møguligu ferðina til kappingarføran prís, sigur Kristian R. Davidsen, stjóri. Eirikur Lindenskov Avlopið var 15 milliónir krónur fyri skatt sam an- borið við eitt hall í 2009 á 8 milliónir krónur fyri skatt. Tiltøkini, sum At lan- tic Airways setti í verk, eftir at altjóða fíggj- arkreppan av álvara tók dik á seg í 2008, hava givið úrslit, og hallið í 2009 vendist í 2010 til eitt avlop á 12,3 milliónir krónur eftir skatt. Hetta hendi, hóast av bjóðingarnar hjá fe- lag num vóru stórar í fjør, m.a. orsakað av øsku skýnum úr Eyja- fjalla jøkli, ið kostaði fe- lag num 5 mió. kr. í eyka- út reiðslum, og nógv hækk að um avgjøldum á flúgv ing bæði í Føroyum og Dan mark. Atlantic Airways hev ur síðan á sumri í 2009 áhaldandi lag að sítt virksemi til um - støðurnar, ið tóku seg upp orsakað av fíggjar- kreppuni. Flogførini eru færri, ein tyrla er seld, og starvsfólkatalið er lækkað úr 205 í 2009 niður í 167 í 2010. Í 2008 var starvsfólkatalið 277. - Vit eru fegin um, at raksturin aftur er komin á beint. Felagið hevur seinastu tvey árini ar- beitt sera hart fyri at røkka hesum úrslitinum, og øll starvsfólkini frá ovast til niðast eiga ær- una av, at vit hava vent hallinum til eitt avlop, sigur Magni Arge, stjóri í Atlantic Airways. Avbjóðingarnar hjá Atlantic Airways eru kortini framvegis stórar, vísir hann á. - Flogverksmiðjan Air bus letur felagnum nýggja Airbus 319 flog- farið í mars 2012, og hetta krevur nógvar fyri reik ingar. Longdi flog vøllurin hevur eis- ini aðrar møguleikar og avbjóðingar við sær, og vit vilja fegin víðka um útboðið av ferða- møguleikum loftvegis. Vit kunnu sjálvi virka fyri, at raksturin verður effektiviseraður, men at minka um avgjøldini á flúgving mugu mynd- ugleikarnir taka sær av, sigur Magni Arge. Á grundrakstrinum øktist inntjeningin hjá felagnum úr 43,6 milli- ónir krónur í 2009 upp í 69 milliónir krónur í 2010. Økingin var 58 prosent. Samlaða sølan í 2010 var 403 milliónir krónur, ið er á sama støði sum árið fyri. Raksturin gjørdist tí munandi meira lønandi. Eginpeningurin er 227 milliónir krónur og sol- vensurin 56 prosent. Nevndin mælir til, at part aeigararnir fáa 7,5 milliónir krónur í vinn- ingsbýti. Atlantic Airways met- ir, at útlitini fyri rakst- urin í 2011 eru hampi- lig, men ein møgulig framgongd er nógv tengd at prísinum á brenni evni, sum í løtuni er høgur og torførur at spáa um. Hægri ferð og lægri prísir Føroya Tele broytir nú prísbygnaðin á breiðbandinum grund­ leggj andi. Tær høgu ferðirnar verða tvífaldaðar, og prísirnir verða settir nógv niður, so at meira fæst fyri pengarnar Atlantic Airways 12,3 milliónir í avlopi í 2010 Úrslitið hjá Atlantic Airways í 2010 var munandi betri enn í 2009. Eftir skatt var avlopið í fjør 12,3 milliónir krónur samanborið við eitt hall á 6,6 milliónir krónur í 2009 Starvsfólk 2008: 277 Starvsfólk 2009: 205 Starvsfólk 2010: 167 Fakta 7,5 mió í vinningsbýti Haldini hava higartil sæð soleiðis út: Verandi hald 2 Mbit 380 kr/mðn 4 Mbit 470 kr/mðn 6 Mbit 620 kr/mðn 10 Mbit 825 kr/mðn Eftir broytingina fara haldini at síggja soleiðis út: Nýggj hald 2 Mbit 380 kr/mðn Upp til 8 Mbit 449 kr/mðn Upp til 20 Mbit 499 kr/mðn Fakta 20 mbit 499 kr.