fríggjadagur 4. mars 2011síða 4
‹ fyrra síða allar 70 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 27 · 4. mars 2011
4
VIKUSKIFTI
Ein strong kostætlan uttan gluten, mjólk, sukur Ella uppílatingar
evni hEvur broytt lívið hjá skjótt sEks ára gomlu rebekku.
hon var hart rakt av autismu, mEn Er í dag før fyri at gEra
meginpartin av tí, sum javngamlar gEntur kunnu.
Rebekka
etuR seg fRá
autismu
Kostur
Dorit hansen
post@sosialurin.fo
– Tað er bara ein spurningur um tíð,
so er tað viðurkent av øllum, at kostur
ávirkar autismu. Og eg eri bangin fyri,
at vit tá fara at hyggja aftur og øtast,
hvussu hesi børn verða viðgjørd í dag.
Hetta sigur Monika Kunoy Sharp,
mamma fimm ára gomlu Rebekku, sum
við broyttum matvanum er sloppin
undan nógvum av teim eyðkennum,
sum fylgja við autismu. Rebekka er
skjótt seks ár, leggur hon sjálv dent á, tá
undirritaða vitjar. Hon og mamman eru
einsamallar inni, og samskiftið teirra
millum og spæl hennara á gólvinum
tykjast ikki ólík tí hjá øðrum fimm ára
gomlum gentum.
Men Rebekka Kunoy Sharp er ikki
ein heilt vanlig genta, og tað, sum er
náttúrligt fyri tey flestu, er ikki komið
av sær sjálvum hjá henni. Tá Rebekka
var trý ára gomul, fekk hon staðfest
álvarsliga autismu, og útlitini vóru alt
annað enn góð.
Onkur stjól dóttrina
Autisman byrjaði, tá dóttirin var 14
mánaðar gomul, greiðir Monika frá. Tá
dugdi hon væl at ganga, hon spældi og
pjákaði sum onnur eitt-ára-gomul børn.
Henni dámdi væl peikibøkur, og hon
dugdi eisini at nevna fleiri av lutunum,
sum vóru í bókunum.
– Eg haldi, at hon hevði eini 20 orð,
tá alt knappliga broyttist. Hon misti
javnvágina og byrjaði at detta, og hon
gavst at tosa og søkja samband við okk-
um. Tað var, sum um onkur var farin av
stað við dóttrini, sigur Monika.
Monika og maðurin, Tim, búgva í
Filipsoyggjunum, har tey arbeiða sum
trúboðarar. Tey búgva í sunnara parti
av landinum, og tá Rebekka broyttist,
fóru tey beinanvegin til høvðusstaðin,
Manilla, fyri at kanna, hvat henni bagdi.
Hon var kannað av góðum læknum,
men einki var at síggja í oyrum, heila
ella blóði, og læknarnir hildu, at hon
var bara eitt ár, og nógv duga ikki so
nógv, tá tey eru eitt.
– Men vit kendu sjálvandi dóttur
okk ara betur enn læknarnir, og vit
vistu, at har var okkurt galið, sigur
Monika.
Tey valdu so at koma heim í farloyvi
fyri at fáa hana kannaða fyri autismu
her heima, og Rebekka varð skrivað
upp til kanning á Sernámsdeplinum.
Men bíðitíðin var meir enn eitt ár, so
Monika og maðurin valdu at fara til
Danmarkar at fáa dóttrina kannaða
uppá egna rokning.
– Vit vistu, at vit høvdu ikki tíð at
bíða, tí at tað er ógvuliga týdn ingar-
mik ið, at børn við autismu verða hjálpt
so tíðliga sum møguligt.
Á Center for Autisme kundi danski
serlæknin, Lennart Pedersen, staðfesta
tað, sum tey óttaðust. Rebekka hevði
autismu, og hon var hart rakt.
Autisma ein tarmsjúka
Vanliga hugsanin um autismu er, at
talan er um neurologiskt órógv, tað vil
siga sjúku, sum situr í heilanum. Men
tað eru eisini læknar og granskarar í
autismu, sum halda, at autisma er eitt
úrslit av eitran, sum serliga sæst aftur
í tarmunum.
Tá Monika og maðurin fóru aftur
til Filipsoyggjarnar eftir at hava fingið
niðurstøðuna frá danska stovninum,
steðgaðu tey í Manilla í eina tíð. Hetta
bæði tí at politiskur ófriður var í suður
Filipsoyggjunum, og tí tey ynsktu at
læra meira um autismu og kanna
hvørj ar við gerðar møguleikar, Rebekka
kundi fáa har.
Rebekka slapp inn á ein góðan ser-
skúla fyri børn við autismu, og Monika
og maðurin lósu alt, sum tey kundu fáa
hendur á um sjúkuna.
– Hvørki í Føroyum ella í Danmark
hevði nakar nevnt fyri okkum, at mat-
urin kundi ávirka autismu, men tá eg fór
at leita á netinum, sá eg nógvan lesnað
um hetta. Rebekka fekk góða hjálp á
skúlanum, men hon bara versnaði. Tí
av gjørdu vit at royna matin, greiðir
Monika frá.
Tey funnu út av, at tað vóru læknar,
sum hildu at autisma kann lekjast, mill-
um annað við broyttum matvanum.
Ein slíkur DAN (Defeat Autism Now)
lækni var í Manilla, og hann kannaði
Rebekku.
– Tey tóku royndir av bæði skarni,
urini, blóði og hári, og tað vísti seg at
roynd irnar vóru sera ljótar. Rebekka
var millum annað ikki før fyri at niður-
bróta skaðilig evni, sum hópaðu seg
upp í kroppinum, greiðir Monika frá.
Ógvuslig byrjan
Læknin mælti til ein serliga kostætlan,
sum verður nevnd SCD (specific carbo-
hydrate diet), og tann 26. januar 2009
byrj aði nýggja lívið við nýggjum
mati. Monika, Tim og døtrarnar vóru
tá flutt inn aftur í ættarbólkin, har tey
arbeiða, og tey høvdu ein stuðul við til
Rebekku, sum arbeiddi við henni seks
tímar hvønn dag, men hóast stuðulin
gjørdi eitt stórt arbeiði, so var tað bara
nokk til at bremsa afturgongini eitt lítið
sindur.
– Kroppur hennara var eitraður og
doyvdur, tí høvdu venjingar lítla og
onga ávirkan. Eingin rakk inn til henn-
ara, sigur Monika og greiðir frá, hvussu
kosturin skuldi lekja tarmarnar við at
hungra skaðiliga vøksturin í tarmunum
og uppbyggja gagnliga flora
Tað var alt annað enn lætt at broyta
matvanar. Allur maturin mátti gerast
frá grundini, ongar liðnar vørur kundu
Hvørki í Føroyum ella í Danmark hevði nakar
nevnt fyri okkum, at maturin kundi ávirka
autismu, men tá eg fór at leita á netinum, sá eg
nógvan lesnað um hetta.