Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-04, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. mars 2011síða 8

‹ fyrra síða allar 70 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 4. mars 2011 · Nr. 27 8 Sosialurin Leo Poulsen Tað kom illa við hjá teimum flestu, at Eik Banki mátti leggja kongin í oktober mánaði í fjør, eisini hjá Kemi­ lux Industy. Og tað hjálpti sanni liga ikki um, at eisini Fiska virking tveir mánaðir sein ni fór sama veg. Men fyri reinsievnis fram­ leiðaran er tað gleðiliga hent, at útflutningurin er í vøkstri. ­ Ja, tað er hann. Vit hava havt nóg mikið at gera higar­ til í januar og februar við at flyta vøru út og tað er nóg mikið fram til mars eisini, sig ur Debes Petersen, stjóri í Kemilux. Fyrradagin fyltu teir á Kemi lux ein trailara við 33 platt um av sápu, sum skuldi av skip ast til Hirtshals. ­ Hirtshals tekur sum er móti størstu mongdini av okkara útflutningi, men Ís land og Noregi eru eftir hond ini eisini komin væl við seinnu árini, og verður gongd in hin sama, koma hesi skjótt upp á sama støði sum Danmark, sigur Debes Peter sen. Víðka um marknaðin Marknaðarføringin hjá fyri­ tøku ni er í einari eitt sindur ser lig ari støðu. ­ Vit hava umboð í øllum teim um londum, sum vt út­ flyta til, men tað eru serliga før oyingarnir umborð á út lendsku skipunum, sum hava ina stóra ávirkan á okkara útflutning. Tað eru ofta teir, sum yvirmenn á skip unum, sum fáa okkara vør ur umborð, og eru tær fyrst komnar umborð, halda reiðarí ini fram við at keypa, sig ur Debes Petersen. Tað er serliga S1 Extra, ið verð ur nútt til »allan lort«, sum stjórin málber seg, ið eigur bróðurpartin av út flut­ n i ng inum hjá Kemilux. ­ Vit framleiða 10 tons av S1 Extra um vikuna, og av teim um 160 tonsunum av sápu, sum vit higartil hava flutt út í ár, er meginparturin S1 Extra, sigur Debes Peter­ sen. Men Kemilux flytir ikki bara út til Danmark, Ísland og Noregi. ­ Nei, vit eru eisini í Grøn­ landi, Canada og Skotlandi, og í løtuni verður arbeitt við at koma inn á týska og franska marknaðin, sigur Debes Petersen. Sær betri út Fjóðri ársfjórðingur í fjør var rættiliga tungur hjá Kemilux. Húsa gangurin hjá Eik Banka í oktober og hjá Fiskavirking í desember førdi til, at felag­ ið bleiv kroyst, men við nógv økta útflutninginum fyrst í hesum árinum og teirri sannroynd, at fleiri av virkju num hjá fyrrverandi fiska virking skjótt eru í fram leiðslu aftur, ger, at nú sær betri út. ­ Skipini eru farin í drift aftur, flakavirkini fara skjótt eisini undir framleiðslu aft­ ur, og við einari alivinnu, sum gongur rættiliga væl, so sær betur út nú, staðfestir De bes Petersen. Júst alivinnan hevur ver­ ið ein stór hjálp fyri Kemi­ lux fjórða ársfjórðing, tá alt annað raplaði saman, men Kemilux hevur eisi ni kapp­ ing ar neytar úr út lond unum. ­ Kappingin á økinum er hørð, og fleiri útlendskir veitar ar eru á marknaðinum, men tað tykist kortini, at før­ oy ingar í stóran mun keypa før oyskt, tó at tað altíð kundi verið meir, sigur Debes Peter­ sen. Citrónuppvask toppar Til ídnaðin er tað serliga S1 Extra, sum Kemilux sel­ ur, men teir hava eisini eina røð av framleiðslum til húsarhaldini. Á ídnað ar øki­ num er føroyska sápu fram­ leiðarin væl við á flaka virkju­ num og umborð á skipunum, men eisini onnur stovnar og virkir eru við. ­ Jú, vit eru eisini inni á matstovum, hotellum, skúl­ u m, sjúkrahúsum og øðrum stovnum, men eisini her er galdandi, at kappingin er ógvu liga hørð, sigur Debes Peter sen. Hann sigur, at komm un­ ur nar eru rættiliga raskar at keypa føroyska framleiðslu, og tað eru føroyingar eisini í síni heild, tó at hann sigur, at tað sjálvandi kundi verið eitt sindur meir. Men tá tað kem­ ur til ein toppskorarar innan framleiðsluna hjá Kemilux, er eingin ivi. ­ Tað er Citrónuppvaskið, sum allir føroyingar kenna. Tað framleiða vit rættiliga nógv av, og í fjør seldu vit ein ar 120.000 dunkar av citón upp vaski, sigur Debes Peter s en. Kemilux økir um útflutningin ÚTFLUTNINGUR Hóast húsagangirnir í Eik Banka og Fiskavirking ávirkaðu Kemilux skeiva vegin seinasta ársfjórðing í farna ári, hevur útflutningurin hjá felagnum tikið dyk á seg í nýggja árinum, og málið er at fara frá 28% av framleiðsluni til útflutning upp á 35% Fróði Húsgarð hevur arbeitt á Kemilux í fleiri ár, og ein av hansara upgávum er at klistra etikettur á sápudunkarnar Mynd: Jens Kristian Vang ETIKETTA Debes Petersen, stjóri á Kemilux, tekur fegin eina hond í, tá á stendur við avskiping Mynd: Jens Christian Vang HJÁLPANDI HOND