fríggjadagur 4. mars 2011síða 8
‹ fyrra síða allar 70 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 27 · 4. februar 2011
8
VIKUSKIFTI
Eyguni
í náttini
Tað byrjaði sum eiTT frítíðarítriv, og hevur
nú gjørt íslendingin axel grétarsson, Til ein
Tann best umTókTa mannin í náTTarlívinum.
genturnar eru svakar efTir honum, og vilja
gera nærum alT fyri aT fáa eina góða mynd
MyndaMaður
barbara holm
barbara@sosialurin.fo
Frá at verða ein púra ókendur spreingi
meistari hjá Articon, er íslendingurin
Axel Grétarsson nú ein tann populerasti
maðurin í náttarlívinum í Havn. Hann
er myndamaður til tiltøk og hendingar í
náttarlívinum, og nógv halda tað verða
ein heiður at sleppa í myndamappuna
hjá Axeli.
– Í byrjanini tók eg bara myndir av
fólkum, sum gjørdu okkurt skeg. Nú
spyrja øll meg, um eg kann taka myndir
av teimum, sigur Axel Grétarsson.
Tað finnast nógvir myndamenn í
býnum, men myndirnar hjá Axeli eru
nakað heilt serligt.
– Mær hevur altíð dámt eina góða
mynd, og eg havi altíð viljað vitað, hvat
skal til fyri at fáa eina góða mynd, sigur
hann.
Tað kann gerast einsligt í Føroyum,
um ein ikki hevur nógv vinfólk og
familju at verða saman við, og tað
var júst hetta sum gjørdi, at Axel í
desemb er 2009 keypti sær sítt fyrsta
myndatól.
– Eg keddi meg rættiliga nógv tann
veturin og valdi so at brúka tíðina uppá
at lesa um, hvussu ein tekur myndir,
og hvussu tær gerast heilt góðar, sigur
hann.
Axel gjørdist skjótt ein av sjónligastu
persónunum í býnum.
– Fyrsta vikuskiftið, eg fór í býin at
taka myndir, spurdu eigararnir av ein
um náttklubba, um eg vildi taka myndir
hvørt vikuskiftið, greiður Axel frá.
Genturnar flokkast
um myndamannin
Tað er neyvan nakað loyndarmál, at
kvinn um dámar betri at verða á mynd
um, enn menn gera. Og tað hevur Axel
Grettirson eisini ásannað.
– Seinastu sjey mánaðirnir hava
ótrúliga nógv fólk tosað við meg um
mín ar myndir. Eisini fólk, sum eg ikki
kenni. Men eg eri framvegis stakur, so
spurningurin er, hvussu populerur eg
í veru leikanum eri, sigur Axel skemt
andi.
Axel Grétarsson er at síggja í øllum
heraðshornum í landinum – er okkurt
áhugavert á skránni, fer hann avstað –
og so leiðis møtir hann eisini nógvum
nýggj um fólkum, og serstakliga nýggj
um kvinnum.
– Eg eri nógv meira í býnum nú, enn
eg var, áðrenn eg tók myndir. Og tí hitti
eg eisini nógvar kvinnur. Men eg haldi
allíkavæl ikki, at eg havi sex við fleiri
kvinnum enn áður. Eg fari ikki í býin
fyri at fáa sex, men fyri at taka góðar
myndir, staðfestir Axel Grétarsson.
Varnaðist vakra
stemningin í Føroyum
At Axel valdi at taka myndir í Før
oyum, var mest av einsemi. Men tó
hevur hann síðani ásannað, at føroyska
fólk ið er vakurt, og myndirnar avspegla
hendan sjáldsama vakurleika.
– Eg royni at fanga stemningin í bý
num. Tað var júst hetta, sum eg varn
aðist fyrst í Føroyum – tann vakra
stemn ingin, og hvussu vakrir før oy
ingar eru, sigur Axel.
Og fyri íslendingin er tað eisini
stuttligt at uppliva, at føroyingar fara
í býin fyri at hugna sær.
– Eg upplivi nærum ongantíð nakað
ógvusligt í býnum. Fólk fara í býin fyri
at hugna sær, sigur hann.
Er professionellur
myndamaður
Umframt at ferðast í býarlívinum, er
Axel Grétarsson væl ávegis at gerast
ein professionellur myndamaður her á
klettunum.
– Eg fekk hjálp Ólavur Frederiksen,
sum eigur heimasíðuna faroephoto.
com, og sum m.a. tekur myndir av fót
bóltsdystum og øðrum ítrótti. Hann
hevur lært meg nógv, sigur Axel.
Men neyvan er nøkur loyna, at
Axeli dámar best myndirnar úr náttar
lívinum.
myndir: Privatar