fríggjadagur 4. mars 2011síða 9
‹ fyrra síða allar 70 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Fríggjadagur 4. mars 2011 · Nr. 27
Sosialurin
Randi Jacobsen
Skopunar
kommuna
var
part ur av samlaðu føroysku
kommunuloysnini, sum gjørd
var seinast í nítiárunum,
tá ið fleiri kommunur vóru
saneraðar. Allar tær saneraðu
kommunurnar fingu treytir
um afturgjald við tí endamáli
at koma undir eina álíkning í
kommunuskuld.
Tey fyrstu árini eftir ald
ar skiftið gekk væl hjá Skop
un ar kommunu at halda
treyt ir nar, og skuldin nærk
aðist eini álíkning, men nøk
ur ár seinni fór aftur at ganga
skeiva vegin.
Hetta vísa skjøl, sum
Sosial urin hevur fingið innlit
í.
Fyrsta stóra fetið skeiva
vegin var, tá ið kommunan,
hóast lániforboð, gjørdi sátt
mála við J& K Petersen um
at gera nýggja útstykking.
Kommunan átti ongan reiðan
pening til ætlanina, men
lænti pening frá fyritøkuni
og skuldi so avdraga skuldina
yvir eitt áramál.
Eftirlitið segði einki
Hóast hesin óvanligi fígg ing
armáti og óheimilaga lán tøk
an vórðu umrødd í miðl un
um, læt komm unan eftir litið
ikki við seg koma.
Útstykkingin kostaði 5,4
mió. krónur umframt rentur,
upplýsir kommunan seinni
Fíggjarmálaráðnum.
Kommunan bant seg yvir
fyri byggifyritøkuni J & K
Petersen at gjalda 100.000
krónur um mánaðin. Rentan
man ikki hava verið so galin,
tí seinni segði kommunan
Fíggjarmálaráðnum seg ikki
fáa semju við J & K Petersen
“sum ikki hevur hug at minka
um renturnar”.
Umløgdu óheimilaðu
skuldina
20. november í 2007 gav Ja
cob Vestergaard, táver andi
landsstýrismaður í komm
unumálum komm un uni loyvi
at umleggja lánið frá J & K
Petersen fyri útstykkingina
og at taka upp í tað lánið
ógoldnar rokningar frá lið
ugt gjørda
barnagarðinum.
Upphæddin var samanlagt
6,03 mió. krónur. Við hesum
átaki vórðu greiðar treytir
settar Skopunar kommunu,
sum bant seg til at rinda
avdrátt uppá í minsta lagi
tvær mió. krónur árliga fyri
árini 20072012, og at skuldin
hjá kommununi skuldi koma
undir eina álíkning innan
2012. Íalt bant kommunan seg
til at gjalda 12 mió. krónur í
avdráttum hesi seks árini.
Rindaði einki
Hóast hesa ásetingar virkaði
Skopunar kommuna ikki eftir
avtaluni. Eingin króna varð
goldin í avdráttum í 2008 og
2009 við tí úrsliti, at skuldin
tók dyk á seg. Við ársenda
2009 varð skuldin gjørd upp
til at vera 19,4 mió. krónur,
kassakreditturin var minus
1,3 mió. krónur, og haraftrat
hevði kommunan 2,6 mió.
krónur í leysaskuld. Sambært
tøku upplýsingunum var
skuld in hjá kommununi 23,3
mió. krónur samanlagt 31.
desember 2009.
Skopunar
kommuna
gjørdi tó lítið og einki fyri
at halda aftur í rakstrinum
og helt fram at gera nýggjar
íløgur. Í fíggjarætlanini fyri
2009 stendur, at avdráttir
eru settir til 1,87 mió. kronur,
men sambært roknskapinum
er ikki ein króna goldin í
avdrátti.
Støðan álvarslig
Ikki fyrr enn á sumri 2010
vaknaði
Fíggjarmálaráðið,
sum tá hevði fingið fíggjarligu
ábyrgdina av kommunala
eftirlitinum,
við
kaldan
dreym.
Fíggjarmálaráðið
metti, at støðan var so álv
ars lig, at eitthvørt mátti ger
ast. Kommunan fekk fleiri
spurningar um fíggjarligu
viðurskiftini, og serliga varð
kommunan spurd, hví hon
ikki helt seg til ásetingarnar
um at skerja raksturin og
gjalda avdráttir, soleiðis sum
avtalan frá 2007 segði.
Tá ið Skopunar kommuna
ikki rindaði J & K Petersen tær
3,3 mió. krónurin, sum hon
skuldi gera við umfíggingini,
søkti kommunan Fíggjar
mála ráðið
um
loyvi
at
brúka
nevndu
upphædd
til “onn ur viðurskifir, sum
eru alneyðug fyri bygdina,
tildømis vegir og kirkjugarð”.
Eisini
sigur
kommunan,
at tað er alneyðugt at út
byggja kommununa: “Vit
síggja grannabygdina vera
útbygda fyri 10 tals mió. við
gávum. Hetta gevur eisini ein
mismun í hesi lítlu niðursetu
bygdini”.
28. juni 2010 váttar Ger
hard Lognberg, borgarstjóri
“at allar skyldur, sum hvíla
á kommununi eru við og
verða vístar á rættan hátt í
roknskapinum 2009”.
Brutu avtaluna
12. august ásannaði Fíggj
armálaráðið, at framvegis
var svar ikki komið upp á
spurningin um, hví Skopunar
kommuna ikki hevði hildið
fíggjarætlanina fyri 2009.
Fíggjarmálaráðið boðaði frá,
at “formlig stig verða tikin,
um svar ikki verða givin”.
Einki hendi, og Skopunar
kommuna gavst ikki so.
15. novembr 2010 søkti
kommunan Fíggjarmálaráðið
um loyvi at taka upp enn
eitt lán frá BankNordik, tí
“vit hava eitt yvirtrekk í
kassakredittinum uppá uml.
2,9 mió. kr.” “Hetta hevði
bankin vilja lagt í eitt lán, so
var trupulleikin loystur, tí vit
doyggja rentudeyðan”, sum
kommunan orðaði seg.
25.
november
í
fjør
hevði borgarstjórin í Skop
unar kommunu fund við
Fíggjarmálaráðið, sum var
umboðað av Jóannesi Eides
gaard, Terja Petersen og
Peturi Alberg Lamhauge. Á
fundinum fekk borgarstjórin
greið boð um at fremja
broytingar í fíggjarligu við
ur skiftunum. Tá ið tær eru
framdar, verða avdráttirnir
av lánum 1,5 mió. krónur um
árið.
Semja
Í skrivi frá Fíggjarmála ráð
num til Skopunar kommunu
dagfest 26. november 2010
er semja gjørd millum Skop
unar kommunu og Fíggj ar
málaráðið um at fremja ávís
tiltøk.
Frá 2011 skal skuldin av
dragast við minst 1,5 mió.
krónum um árið, til skuldin er
komin undir eina álíkning.
Kommunan skuldi gera
eina frágreiðing um, hvørji
tiltøk verða sett í verk.
Lánveitarin fær transport
í skattaavrokningini upp á
235.000 krónur um árið.
Tá ið Fíggjarmálaráðið
hev ur fingið vissu fyri, at
tiltøkini eru sett í verk, fer
Fíggjarmálaráðið at viðgera
spurningin um umfígging á
hesum grundarlagi:
Núverandi kassakredittur
verður lagdur í eitt lang
freist að lán. Væntað verð
ur í hesum sambandi, at
kommunan í hesum tíðar
skeiðinum byggir sær upp
neyðugt gjaldføri.
Eingin
kassakredittur
verður loyvdur frá 1. mai,
og allar rokningar verða
goldnar.
Niðurstøðan er undir
skriv að av Joannesi Eides
gaard, landsstýrismanni og
kommunustýrinum í Skop
un.
Hongur ikki saman
Í skrivi frá Fíggjarmála ráð
num, dagfest 29. november
2010, fekk Skopunar komm
una loyvi at taka upp lán
men við hesum treytum:
Kassakreditturin skal vera
0 krónur 1. apríl í ár. Tá skulu
400.000 krónur altíð vera á
kontuni seinast í mánaðinum
tøkar til lønir, og gjaldføri
skal eisini verða til at gjalda
vanligu kreditorunum.
Kommunan fær eitt av
dráttarfrítt lán á 11 mió.
krónur í seks ár við fastari
rentu.
Eitt seriulán av restini av
lánsskuldini verður lagt inn,
og avdráttirnir verða 125.000
krónur um mánaðin. Bankin
fær transport í komm unu
avrokningini, 235.000 krónur
um mánaðin.
Flytast kann ikki av láns
kontunum til rakstar kont
ur uttan loyvi frá lands
stýrismanninum.
Hóast Skopunar komm
una er sett undir umsiting
og er bundin til ikki at gera
nýggjar íløgur enn á sinni,
so byggja skopuningar fram
vegis skúla, gera kirkjugarð
og annað.
Skopunar kommuna
rend á húsagang
Hóast Skopunar kommuna fyri nøkrum árum síðan breyt lániforboðið og ikki helt sínar skyldur, gjørdi
kommunala eftirlitið einki, og ikki fyrr enn í november í fjør varð kommunan veruliga sett undir umsiting
Gerhard Lognbrg hevur verið borgarstjóri í Skopun øll hesi árini