fríggjadagur 4. mars 2011síða 13
‹ fyrra síða allar 70 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Fríggjadagur 4. mars 2011 · Nr. 27
Sosialurin
1 Val av fundarstjóra
2 Frásøgn nevndarinnar um virki felagsins
í farna roknskaparári
3 Framløgu av grannskoðaðum ársroknskapi
til góðkenningar
4 Avgerð um nýtslu av yvirskoti ella rindan av halli
sambært góðkenda roknskapin og ársfrágreiðing
Nevnd felagsins mælir til, at avlopið sambært
góðkenda roknskapin verður flutt fram til næsta ár.
5 Val av nevnd
Tveir nevndarlimir standa sambært viðtøkunum fyri
vali fyri eitt 2 ára skeið, nevniliga: Birgir Durhuus og
Poul Mohr. Nevndin skjýtur upp afturval av teimum
nevndarlimum, ið standa fyri vali.
Harumframt hevur nevndarlimurin Mortan Johan
nesen boðað felagnum frá, at hann, hóast hann ikki
stendur fyri vali fyrr enn til næstkomandi ársaðal
fund, ynskir at fara úr nevndini til henda ársaðal
fundin. Tí skal ein nýggjur nevndarlimur veljast fyri
hann fyri eitt 1 ára skeið og skjýtir nevndin upp at
velja: David Archibald MacFarlane,Templeton Farm,
Strachan, Aberdeenshire, AB 31 6LN, UK.
6 Val av grannskoðara, ið situr til næsti
vanligi ársaðalfundur er lokin
Grannskoðari felagsins er Sp/f Grannskoðaravirkið
INPACT løggilt grannskoðaravirki, R.C. Effersøes
gøta 26, 100 Tórshavn. Nevndin skjýtur upp afturval
av verandi grannskoðara felagsins at sita til næsta
ársaðalfund.
7 Heimild til nevnd felagsins til
at keypa egin partabrøv
Nevndin skjýtur upp at aðalfundur felagsins heimilar
nevnd felagsins til felagsins vegna í tíðarskeið
num frá 19. mars 2011 til 19. september 2012
at keypa egin partabrøv. Nevndin kann felagsins
vegna í mesta lagi keypa egin partabræv upp til tað
punkt har áljóðandi virðið á øllum teimum egnum
partabrøvum, sum felagið eigur, er 10% av áljóðandi
virðinum av partapeningi felagsins og hetta til ein
kurs, sum ikki kann víkja meiri enn 10% frá noteraða
kursinum á partabrøvum felagsins ið handlaði verða
á børsmarknaðinum hjá NASDAQ OMX í Keypman
nahavn tá keypt verður.
Samtykt um at veita felagnum heimild til at
keypa egin partabrøv er áður skrivað inn í viðtøkur
felagsins sum § 3A, men tá henda fór úr gildi tann
31. desembur 2005, verður henda viðtøkugrein 3A
at strika.
8 Yvirskipaðar leiðreglur fyri incitaments-
samsýning til nevnd og stjórn
Nevnd felagsins hevur viðtikið yvirskipaðar leiðreglur
fyri incitamentssamsýning til nevnd og stjórn og
skulu hesar leiðreglur viðgerðast og góðkennast av
aðalfundi felagsins. Hesar leiðreglur, ið eru fylgis
skjal til dagsskránna fyri aðalfundin, liggja frammi
á skrivstovu felagsins og eru tøkar á heimasíðu
felagsins.
Verða leiðreglurnar góðkendar av aðalfundinum,
verður henda áseting innskrivað í § 16 í viðtøkur
felagsins:
„Gjørdar eru yvirskipaðar leiðreglur fyri incita
mentssamsýning til nevnd og stjórn. Hesar leiðre
glur eru samtyktar á aðalfundi felagsins og almanna
kunngjørdar á heimasíðu felagsins.“
Síðani verða leiðreglurnar sum skjótast
almannakunngjørdar á heimasíðu felagsins
www.petroleum.fo við tilskilan av, nær aðalfundurin
hevur góðkent leiðreglurnar.
9 Viðtøkubroytingar
Harumframt ynskir nevndin at skjóta upp hesar
broytingar í viðtøkum felagsins:
A Í § 16 í viðtøkunum ynskist talið á nevndarlimum í
felagnum broytt frá at vera „5“ til at vera „í minsta
lagi 4 og í mesta lagi 7“ og konsekvensrætting í
turnusskipan í tí sambandi broytt frá: „2 limir annað
hvørt ár og 3 limir annað hvørt ár. Fyrstkomandi
vanliga aðalfundin eftir stovnan av felagnum, standa
tveir limir fyri vali og verður við lutakasti millum
nevndarlimirnar gjørt av hvørjir hesir eru” til: ”eftir
turnusskipan, hareftir teir nevndarlimir, hvørs 2 ára
valskeið rennur út, standa fyri vali“ og
B í somu grein ynskir nevndin at hækka heimild sína
til sjálv at áseta nevndarsamsýning sína úr hægst
loyvda talinum: „kr. 1.000.000,00“ til hægst loyvda
talið: „kr. 1.500.000,00“.
Sum er, er § 16 soljóðandi:
Nevnd felagsins hevur 5 limir.
Vanligi aðalfundur felagsins velur nevndina og verða
limirnir valdir fyri 2 ár í senn, 2 limir annað hvørt
ár og 3 limir annað hvørt ár. Fyrstkomandi vanliga
aðalfundin eftir stovnan av felagnum, standa tveir
limir fyri vali og verður við lutakasti millum nevndarli
mirnar gjørt av hvørjir hesir eru. Afturval er loyvt.
Nevndin skipar seg sjálv og skal seta stjórn við ei
num ella fleiri stjórum til at stjórna dagligu leiðsluna
av felagnum.
Nevndarlimir fáa samsýning fyri nevndararbeiði sítt
og verður henda at áseta av nevndini, tó so, at sam
laða nevndarsamsýningin til allar nevndarlimirnar fyri
eitt ár ikki kann fara uppum kr. 1.000.000 uttan loyvi
frá aðalfundi felagsins.”
Samsvarandi hesum verður skotið upp at verandi
§ 16 í viðtøkum felagsins, verður broytt til at vera
soljóðandi:
„Nevnd felagsins hevur í minsta lagi 4 og í mesta
lagi 7 limir.
Vanligi aðalfundur felagsins velur nevndina og verða
limirnir valdir fyri 2 ár í senn eftir turnusskipan,
hareftir teir nevndarlimir, hvørs 2 ára valskeið rennur
út, standa fyri vali. Afturval loyvist.
Nevndin skipar seg sjálv og skal seta stjórn við ein
um ella fleiri stjórum til at stjórna dagligu leiðsluna
av felagnum.
Nevndarlimir fáa samsýning fyri nevndararbeiði sítt
og verður henda at áseta av nevndini, tó so, at sam
laða nevndarsamsýningin til allar nevndarlimirnar fyri
eitt ár ikki kann fara uppum kr. 1.500.000,00 uttan
loyvi frá aðalfundi felagsins.“
Til samtyktar av uppskotinum til viðtøkubroyting
omanfyri krevst smb. § 30 stk. 3 og § 78 stk. 1 í
partafelagslógini, at uppskotið verður samtykt við
í minsta lagi 2/3 av bæði greiddum atkvøðum og
av tí á aðalfundinum við atkvøðurætti umboðaða
partapeninginum.
10 Ymiskt
Ársaðalfundur í P/F Atlantic Petroleum
Boðað verður við hesum til ársaðalfund í P/F Atlantic Petroleum at verða á Hotel Føroyum,
Oyggjarvegur 45, 100 Tórshavn, leygardagin tann 19. mars 2011 kl. 10.00
Bílegging av atgongumerkjum og atkvøðuseðlum
Bílegging av atgongumerkjum og atkvøðuseðlum fer
fram umvegis heimasíðu felagsins www.petroleum.
fo ella á skrivstovu felagsins Gongin 9, 100 Tórshavn
ella á tlf nr. + 298 350 100 og/ella telefax nr. + 298
350 101.
Seinasta freist fyri bílegging av atgongumerkjum og
atkvøðuseðlum er mánadagin tann 14. mars 2011 kl.
16.00.
Um so er, at tygum ikki kunnu luttaka á aðalfundinum,
hava tygum møguleika at geva øðrum skrivliga fulltrú
til at møta tygara vegna. Á heimasíðu felagsins www.
petroleum.fo, umframt á skrivstovu felagsins Gongin
9, 100 Tórshavn, kunnu tygum útvega tygum eitt
fulltrúarskjal, sum kann nýtast í hesum sambandi.
Ársroknskapurin 2010 og dagsskrá við
fullfíggjaðum uppskotum
Ársroknskapurin 2010 við grannskoðaraátekning og
ársfrágreiðing og dagsskrá við fullfíggjaðum upp
skotum koma at liggja frammi á skrivstovu felagsins
Gongin 9, 100 Tórshavn í seinasta lagi 8 dagar áðrenn
aðalfundin.
Partapeningur, atkvøðurættur og
kontoførandi peningastovnur
Partapeningur felagsins er kr. 262.670.300 býttur sun
dur í partabrøv á kr. 100 og multipla av hesum.
Í § 5 stk.1 í viðtøkunum er ásett, at partaeigararnir
hava 1 atkvøðu fyri hvørjar kr. 100 teir eiga í partap
eningi.
Í § 2 stk. 2 er ásett, at eingin partaeigari kann greiða
atkvøðu á aðalfundi í felagnum við meiri enn 20% av
atkvøðunum.
§ 11 í viðtøkum felagsins er soljóðandi:
„Hvør partaeigari hevur rætt til at møta á aðalfundi
num, um viðkomandi í seinasta lagi 5 dagar fram
manundan aðalfundinum hevur biðið felagið um
atgongumerki.
Atkvøðurætt á aðalfundinum hava partaeigarar, sum í
seinasta lagi 5 dagar undan aðalfundinum hava biðið
felagið um atgongumerki og atkvøðuseðil.
Partaeigari kann skrivliga geva øðrum persóni fulltrú til
at fara á fund og greiða atkvøðu hansara vegna.
Atgongd til aðalfundin hava harumframt fjølmiðlarnir.“
Felagið hevur kosið sær Eik Banki Føroyar P/F til
kontoførandi peningastovn og kunnu parteigarar
felagsins venda sær til henda peningastovn á adress
uni Yviri við Strond 2, 100 Tórshavn ella á heimasíðuni
www.eik.fo ella á telefon nummar + 298 348 000 fyri
at útinna fíggjarligu rættindi síni í felagnum.
P/F Atlantic Petroleum
Nevndin
Við Hesi FuNdArskrÁ:
www.petroleum.fo
Sosialurin 341800