fríggjadagur 4. mars 2011síða 12
‹ fyrra síða allar 70 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 27 · 4. februar 2011
12
VIKUSKIFTI
Blíva fólk við at tosa um
X Factor við teg?
– Ja, serliga tá eg hitti nýggj folk, sum hava
sæð meg í sjónvarpinum. Har eru sjálvandi
nógvir spurningar um, hvussu alt gekk fyri
seg tá eg var við. Men har eru eisini nógv, sum
vilja hoyra mína meining um luttakararnar úr
nýggju pørtunum í ár. Tað fylgir sjálvandi við,
tá mann er kendur úr einari sjónvarpsending
sum X Factor, og havi slett onki ímóti tí.
Var tað, sum tú ímyndaði
tær, tá tú meldaði til?
– Nei yvirhøvur ikki. Eg ímyndaði mær slett
ikki, hvussu nógv X Factor fór at fylla í
mínum lívi, tá eg slapp at vera við í beinleiðis
sendingunum. Tá fólk kenna meg aftur
á gøtuni í dag, er tað ongantíð bara sum
songkvinnan Anna ella Anna Faroe, tað er
altíð Anna úr X Factor. Men eg havi sum
so onki ímóti tí, og veit eisini at X Factor
merkið ongantíð fánar av pannuni á mær.
Hvussu er tað at hava fjepparar?
– Eg síggi tað sum eina stóra virðismeting
av mínum arbeiði sum tónleikari, og sum
eina stóra motivatión til at halda á fram
at syngja og til sjálv at gera tónleik. Tað
er altíð deiligt at fáa eitt positivt orð við
sær, óansæð hvat mann fæst við.
Hvøjra fyrimynd hevur tú
innan tónleikin?
– Tað er ein ringur spurningur. Eg veit ikki
um eg havi fyrimyndir innan tónleik, men
har eru øgiliga nógvir dugnaligir tónleikarar
sum eg beundri og verði inspirerað av, og
tað eru bæði kendir og ókendir tónleikarir.
Hvat er tín
lívrættur?
– Alt sum er
ókeypis, smakkar
best – tað er
nokk har eg eri.
Ella mammu'sa
matur, men
hann er sjálvandi
eisini ókeypis.
Hvat dámar tær als ikki?
– Breyðsuppu! Tað er ræðuligt, og tíbetur
kemur tað ikki so ofta fyri at tað stendur
á borðinum framman fyri mær.
Hava føroyingar serliga
góð tónleikaevni?
– Nei tað ger tað ikki. Føroyingar eru
fantastiska musikalsk samanborið við
onnur lond. Mær dámar til dømis væl at
taka donsk vinfólk við til føroyskar veistlur,
tí tey altíð verða líka bilsin av, hvussu hart
vit tríva í sang, tað eru tey als ikki von við í
Danmark. Eg vænti, at tað er henda gleðin
við at syngja og spæla tónleik saman, sum
ger, at so nógv gott kemur burturúr og at
tónleikarar klára seg so væl uttanlands.
Hvør bók liggur á náttborðinum?
– Eg dugi nógv ov illa at lesa í songini,
so har liggur ongin bók. Kanska eitt
eintak av Eurowoman ella Gaffa.
Hvat ger tú, tá tú slappar av?
– Eg slappi allarbest av tá eg havi gjørt
mær ein góðan te munn, koyrt eina góða
fløgu frá og blakað meg í sofuni við
einum damublaði ella mínari notisbók.
Hvønn søguligan persón vildi tú hitt?
– Tað hevði verið fantastiskt at tikið
ein kaffimunn og eitt prát við Billie
Holiday, og so kanska sungið eitt
gott blues lag saman við henni.
Er tú heimskend um 10 ár?
– Tað rokni eg ikki við. Eg rokni tó við,
at eg havi sæð eitt sindur meira av
heiminum tá, og kanska arbeitt saman við
tónleikarum og sangskrivarum fleiri staðni
í heiminum. Men tað fer tíðin at vísa.
AnnA fAroe
X Factor
merkið verður
aldrin heilt
burtur
lagt tIl rættIs: Leo Poulsen
Hon fór Frá at vera sEmi-kEnd í føroyum
til at blíva HEimskEnd í ríkinum, tá Hon
tók lut i X Factor. anna nygaard gjørdist
til anna FaroE, men fyri danir er Hon
framvegis X Factor anna. og so Hevði
eitt prát og ein kaffimunnur við BilliE
Holiday – og ein duEt – ikki verið so galið
mynd: JENs KrisTiAN VANG