Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-04, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. mars 2011síða 18

‹ fyrra síða allar 70 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 4. mars 2011 · Nr. 27 18 Sosialurin Leo Poulsen Snøggliga klokkan 14 í gjár trýsti Jákup Símun Simon­ sen, formaður í havnanevnini hjá Tórshavnar kommunu, á knøttin til fyrstu spreing ing­ ina í sambandi við dýpingina við Tinganes. Hetta er eitt drúgt mál, sum her fekk byrjanina til endan. ­ Tað hevur leingi verið eitt ynski hjá havna myndug­ leikunum at fáa dýpt kring Tinganes, men tað tekur altíð sína tíð, tá frið ing ar­ m yndug leikar koma inn í mynd ina. Og at Tinganes er friðað kann væl eingin vera í iva um, sigur Jákup Símun Simon sen. Formaðrin í Havnanevndini sigur, at tað hevur verið eitt ynski frá Strandferðsluni og Smyr il Line, at dýpt verð­ ur innanvert og eystan fyri Tinganes, fyri at gea skip­ u num størri rásarúm at manøvr era í. ­ Skipini gerast størri og størri, og skotbráið harvið min ni og minni hjá teimum at manøvrera í. Tí hevur tað ver ið átrokandi, at fáa framt hesa dýpingina, sigur Jákup Sím un Simonsen. Men av tí, at dýpingin fer fram upp at okkara fremsta forn minni er neyðugt, at farið verður ógvuliga varis­ liga fram. ­ Tað eru settir sensorar upp ymsastaðni í Tinganesi, og mátingar verða gjørdar fyri hvørja spreingina. Tað er eitt sindur tekniskt, men rystingarnar frá sprein g­ ing unum mugu ikki fara upp um eitt tal, sum eitur 17. Hend an fyrsta spreingingin fram di rystingar, sum lógu beint undir 12, sigur Jákup Símun Simonsen. Pengarnar vert Talan er um eitt rættiliga umfat andi arbeiði, sum skal gerast á havsins botni. Saml­ aða víddin, sum skal dýp ast, er 4.200 fermetrar. ­ Spreingjast skulu burtur 9.300 rúmmetrar, og hetta grótið skal leggjast upp í grót kast ið á Argjum, soleiðis at vit sláa tvær flugur við eitt smekk. Harvið fer eisini at runa minni inni í hylinum á Argjum, sigur Jákup Símun Simon sen. Hann sigur, at tá liðugt er at dýpa kring Tinganes, verð­ ur dýpið 8,5 metrar. Kostn að­ urin fyri arbeiðið er 5.849.000 krón ur, og tað heldur fo r­ mað ur in í havnanevndini eru pengar, sum eru væl nýtt ir. ­ Ja, avgjørt. Hetta er ein neyðug dýping, tí sum longu nevnt gerast skipini størri og størri, og skal havnin í Havn fylgja við, mugu um støð ur­ nar eisini lagast til hendan veru leika, sigur Jákup Símun Simon sen. Eftir ætlan skal arbeiðið við at dýpa kring Tinganes verða liðugt í juni mánað. Dýpingin við Tinganes byrjað DÝPING Í gjár varð fyrsta skotið í sambandi við dýpingina við Tinganes latið av. Tað var formaðurin í hanvanevndini, Jákup Sínum Simonsen, ið trýsti á knøttin Jákup Símun Simonsen loysir her av fyrsta skotið í dýpingini kring Tinganes Mynd: Jens Kristian Vang