fríggjadagur 4. mars 2011síða 18
‹ fyrra síða allar 70 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 27 · 4. februar 2011
18
VIKUSKIFTI
tað er tíðIn
Nasasprey selur betur enn
nakrantíð áður. Í øllum førum í
Danmark, har 2,3 milliónir smáar
eindir av nasaspreyi vóru seldar í
fjør. Hetta er størsta mongd, sum
er máld, síðani apotekarafelagið
fór at gera yvirlit yvir søluna fyri
15 árum síðani. ein orsøk til, at
sølan er so nógv vaksin skal vera,
at í 2001 gjørdist tað lógligt at
selja nasasprey í kioskum og øðrum
handlum, og síðani tá er sølan
vaksin við 37 prosentum.
ein farmaceutur í apotekar felag
num ávarar tó ímóti at brúka ov
nógv nasasprey.
– tá tú ert forkølaður, hovnar
slímhindin í nøsuni. Brúkar tú
nasasprey, so fellir slímhindin aftur,
so tú betur fært anda. Men brúkar
tú nasaspreyið ov ofta og ov nógv,
hendir tað mótsatta, nevniliga at
slímhindin hovnar, og tað er ein
trupulleiki, sum kann verða ringur
at sleppa av við aftur, sigur Helle
Jacobsgaard við Politiken.
einaferð fekk hon boðini, at
hon hevði eitt hálvt ár eftir
at liva í. Men nú er hon frísk
av krabbameinssjúku, sum
plágaði hana í fleiri ár. Svenska
songkvinnan Marie Fredriksson,
sum gjørdist heimskend sum
sangari í bólkinum roxette, hevur
verið nógv ígjøgnum, men nú
er hon til reiðar til comeback í
roxette, har hon er í front saman
við Per Gessle. Í næstum skulu tey
spæla eina konsert í russlandi og
roknað verður við, at tey fara at
spæla nógv live komandi tíðina.
tá ið fólk leggja myndir av skíferðini
í Fraklandi út á Facebook, ella
checka inn á ein kenda matstovu
uttanlands ella skriva dagføringar
sum ”eg baki køku saman við
børnunum”, so kann tað ganga út
yvir sjálvsáltiið hjá teimum, sum
síggja hetta. Summi fólk halda, at
onnur liva meira spenanndi enn
ein sjálvur, tá ið tey síggja slíkar
dagføringar.
Videnskab.dk skrivar,
at granskarar á Standford
Universitetinum halda, at vit
undimeta, hvussu onnur fólk
hava tað, tá ið vit bara tosa um
positiv ting á Facebook. Sambært
granskarunum var tað ein greið
ábending um, at fólk, sum síggja
nógvar positivar dagføringar og
myndir halda, at onnur hava tað
betri enn ein sjálvur.
– Okkara dagføringar á Face
book snúgva seg í stóran mun
um at skapa ein samleika og at
fáa viðurkenning.Vit vilja heldur
kennast fyri tað góða enn tað
ringa. Hinvegin merkir tað, at
fólk við lítlum sjálvsvirði fáa eina
kenslu av, at hini hava tað nógv
betur, sigur Lars Lundmann Jensen,
lektari í sálarfrøði á Københavns
Universitet, við videnskab.dk.
ein granskari, sum sjálv fær ilt í høvdið av víni, hevur ment eitt
nýtt gerslag, sum kann minka um innihaldi av aminum í reyðvíni.
aminur eru tey evni, sum kunnu geva fólki høvuðpínu og høgt
blóðtrýst. Hennie van Vuuren, sum er granskari á University of
British Columbia í Kanada, hevur í 15 ára granskað í gerinum,
sum nú er góðkent í USa, Kanada og Suðurafrika. Í løtuni er
gerið til kanningar í europa.
Stór mótstøða ímóti samkyndum
hevur við sær, at eini hjún ikki
sleppa at verða pleyguforeldur
í Bretlandi. tað hevur bretski
hægstirættur gjørt av.
eunice og Owen Johns eru
partur av eini pinsakirkju í Derby,
og tey bjóðaðu seg fram sum
pleyguforeldur, tá ið sosialu
myndugleikarnir søktu eftir pørum
at taka børn í pleygu. Men parið
varð noktað at fáa nakað barn í
pleygu, og orsøkin var, at teirra
sterka kristnað trúgv gjørdi,
at tey vóru ímóti samkyndum.
Málið endaði í rættinum, og
felagsskapurin Christian Legal
Centre hjálpti parinum í Derby. Men
mánadagin gjørdi hægsti rættur í
Bretlandi sína niðurstøðu, og hon
var, at »lógin ímóti diskriminatión av
samkyndum telir meira enn rætturin
til ikki at verða diskrimineraður av
átrúnaðarligum orsøkum.« Harvið
fingu sosialu myndugleikarnir í
Derby viðhald í síni niðurstøðu.
Metsøla
av nasaspreyi
Roxette-stjørna er frísk
Vín uttan
høvuðpínu
Kristið par sleppur ikki
at hava børn í pleygu
Lego í bakandi sól
Legoklossarnir hava tað gott, og
danska Legofyritøkan er nú farið
at byggja eitt Legoland har suðuri í
Malaysia. Legolandið í Malaysia er
tað fyrsta í Fjareystri og tað sætta
í heiminum. Frammanunda hevur
Lego bygt temaparkir í Billund,
Bretlandi, Kalifornia, Florida og
í týsklandi. Nýggja Legolandið
verður í tropiskum veðurlagi og skal
standa liðugt næsta ár.
lagt tIl rættIs: Eyðun Klakstein
Facebook gongur
út yvir sjálvsálitið