Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-04, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. mars 2011síða 21

‹ fyrra síða allar 70 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Fríggjadagur 4. mars 2011 · Nr. 27 Sosialurin Starvsvenjing 9. og 10. flokkur í fram halds­ deildini eru hvørt ár til starvs venj ing, har tey ynskja at vera í tvær vikur. Har fáa tey møguleikan at royna seg í størvum, tey ætla sær at starv ast við, tá ið tey verða vaks in. Tað er ein sera góður møgu leiki fyri ungfólk, tí so fáa tey, ikki bara ein, men tveir, møguleikar at sígg ja, hvussu tað í roynd og veru er at starvast í gerandis­ degnum. Hettar er sera læru­ ríkt og spennandi. Vit eru tveir starvs­ næm ingar, ið hava ver ið til starvsvenjing í miðla húsi­ num seinastu tvær vikurnar. Vit hava skrivað tíðindi á portal in, lagt ynskiløtuna til rættis, verið á bygd og fylgt við samrøðum til oyggja­ blað ið, og nú gera vit eina grein um starvsvenjing. Vit hava ígjøgnum vikuna havt sam røðu við tríggjar starvs­ næm ingar, ið ganga í NámX. Tey vóru spurd um, hvat tey dámdu við sínum starvi, og hvat tey gjørdu. Guðrið Jákups dóttir 16 ár Landssjúkrahúsið Vit hava tosað við Guðrið ígjøgnum telefon og verið á sjúkrahúsinum og lurta eft­ ir, hvat hon hevur havt at siga. Vit spurdu hana, um hví hon hevði valt at starvast á Landssjúkrahúsinum. Hon svaraði, at hon vil vera skurð lækni, tá ið hon verður vaksin, og at tað er sera áhuga vert. Hon skiftir deild annan hvønn dag, og tá ið vit tos­ aðu við hana, var hon á føði deild ini. Hon skal ígjøg­ num næstan allar deildirnar, men nakrar eru undantøk. Hon sleppur til dømis ikki á barna deildina. Hon forkláraði okkum sera nógv um nógvar deild ir og vísti okkum runt í rúm ini. Hon kennur væl til Lands­ sjúkra húsið, tí hon var til starvs venjing sama stað, tá ið hon gekk í 9. flokki. Hiðaril hevur hon trillað seng ur, verið í røntgeni, hjá portørinum, hugt eftir sjúkra bilinum, og nú er hon so í føðideildini. Hon skal eisini á G8. Hon sleppur ikki at gera alt, men eisini hevði hon viljað sæð eina ordiliga skurð við gerð og út at koyra við sjúkrabilinum. Tó sleppur hon at síggja onkran lítlan skurð. Vit spurdu hana eisini, um tað var nógv at gera. Hon segði, at tað var ymiskt. Tá ið nógv fólk skuldu til MR­ og CT­skannaran, skuldi hon trilla tey aftur og fram. Vit spurdu til endans, hvussu starvsfólkini høvdu tikið í móti henni, og hon svar aði, at tey ikki høvdu kunn að gjørt tað betur. Ragnhild Petursdóttir Østergård 16 ár Djóralæknatænastan Tá ið vit ringdu til Ragnhild, var hon júst komin heim. Vit spurdu hana, um hvussu tað gekk á hennara ar beiðs degi, og svarið var, sum vænt­ að, gott. Vit spurdu hana eisi ni, um hvat hon gjør di í starvsvenjingina hjá sær. Hon hyggur at, tá ið djóra­ læknin ger skurð við gerð ir, og hon hevur lært at geva djórum sproytu. Síðan spur­ du vit, hvat var mest spenn andi. Tá svaraði hon, at tað, ið var mest spennandi, var tá ið ein seyðarhundur skuldi hava keisaraskurð. Hon helt, at tað var mest spennandi, tí at hon hjálpti til við skurviðgerðini. Tó slepp ur hon ikki at gera tær heilt stóru viðgerðirnar, tí at økið er sera eymt. Hóast alt hevur hon givið nøkrum hund um og kettum sproytur og væntaði sjálv, at hon ikki fór at klára tað serliga væl. Men tað gekk væl hjá henni, sigur hon. Hon heldur, at Djóra læknatænastan er eitt sera læruríkt starvspláss. Grundin til at hon valdi hett ar starvsøkið er, at hon væl hevði kunnað hugsað sær at verið djóralækni, tá ið hon verður eldri, sum pápi henn ara. Rut Brend 17 ár og Súsanna Lamhauge 16 ár Smyril Line Tað sleppa hægst fýra næm­ ing ar við í Norrønu, og tað eru altíð sera nógv, ið velja tað. So tað verður lutakast um, hvør sleppur við, og tá skalt tú hava eydnuna við tær. Og tað høvdu Súsanna, Rut, Høgni og Hermann. Vit fin gu eitt lítið tíðarskeið at ringja til næmingarnir um borð á Nørronu. Hóast hetta bara vóru fittar fimm minutt ir, fingu vit nógv at vita um teirra túr. Tá ið vit prát aðu við tær, vóru tær júst komnar heim frá Íslandi og vóru áveg til Danmarkar. Vit spurdu tær, hvat tær høvdu gjørt. Tær høvdu ver ið fleiri støð á skipinum, til dømis høvdu genturnar rudd að í øllum bátinum, og sein ni skuldu tær í køkin at dekka borð og at gera klárt til kokkin at gera mat. Vit spurdu, hvat tað var at gera klárt til kokkin. Tað var at skera grønmeti og gera reint. Dreing ir nir høvdu spulað dek k ið og seinni skuldu teir eisini í køkin. Vit spurdu eisini, hvussu nógv tær høvdu fingið burt­ ur úr, og gent ur nar hildu, at higartil høvdu tær ikki lært nakað, tey ikki vistu um áðrenn. Tó hoyrdu vit dreing irnir svara aftan fyri, at teir høvdu fingið nakað burt ur úr. So tað var ymiskt. Tær fortaldu okkum síð­ an, at starvsfólkið hevði tikið væl ímóti teimum og verið laga lig, jalig og sera smílandi. Sjálvt um næmingarnir ein dag in lógu inni í seingini við sjó verki, skilti manningin tað væl, og lótu tey slappa av í ein dag. Seinast spurdu vit tær, hví tær høvdu valt at farið við Norrønu, og um tær kun du hugsað sær at arbeitt har, tá ið tær vóru vaksnar. Tí vóru tær ikki heilt vísar í og for tal­ du okkum, at tær hildu tað vera sera spennandi at velja Norrø na sum starvsøki, tí tú slep p ur útum landoddarnar.