fríggjadagur 4. mars 2011síða 21
‹ fyrra síða allar 70 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 24 · 25. februar 2011
21
VIKUSKIFTI
SAMRØÐA
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Annika Smith hevur arbeitt handan
politisku leiktjøldini síðani 2005. Nú
æt l ar hon sær upp á pallin at átaka
sær leiklutin sum ein av teimum, ið
skal stjórna Danmark næstu fýra árini.
Gongst sum ætlað, kann hon seta seg
niður í ein av teimum 179 sessunum
í fólkatingssalinum á Christiansborg,
eft ir sjálvt valið.
Fyri seks árum síðani byrjaði
Anni ka sína dagligu gongd á ein
um av mongu skrivstovunum á
Christiansborg. Sum politiskur ráð
gevi hjá Norðuratlantsbólkinum hev ur
hon syrgt fyri, at limirnir eru kunn að
ir og fyrireikaðir um dagsins politisku
avbjóðingar. Nú hevur Anni ka tó eitt
ynski um at vera tann, sum leið ir landi
num og tekur politisku av ger ð ir nar.
Tann dagin valið verður útskrivað,
taki eg frí í tríggjar vikur. So satsi eg
alt eg havi av tíð, orku og pengum fyri
at fáa ein fólkatingssess, sigur Annika
av gjørd. Hon vil ikki lata nakran iva
vera um, at hon meinar tað, sum
hon sigur. Ja, í roynd og veru meinar
Annika Smith rættiliga nógv. Ikki minst
polit iskt.
Stutt leið til toppin
Tað eru kortini ikki nógv ár síðani,
at Annika Smith limaði seg inn í
SF. Árið var 2007 og Annika Smith
var stødd í USA. Sum heilt ung var
hon limur í ungmannafelagnum
hjá Socialdemokratunum. Sum 30
ára gomul gekk tað upp fyri før oys
ka fólkatingsvalevninum, at Social
demo krat arnir ikki var rætti flokkur
hennara. Tískil vendi Annika teimum,
sum nærkaðust politisku miðjuni meira
enn hon brýggjaði sær um, bakið og
meld aði seg inn í SF.
Tilvildin ráddi fyri, at Annika
gjørdist limur nummar 10.000, sum
SF fekk. Hetta tryggjaði henni eina
inn bjóð ing til næsta landsfundin hjá
flokki num, har Annika fekk høvi at
røða og soleiðis geva sína politisku
hug sjón ir til kennar. Eftir hetta gekk
tað skjótt.
Annika Smith varð vald forkvinna
hjá SF á Vesterbro í 2008, sama ár, sum
hon flutti til Danmarkar aftur. Tvey ár
sein ni, í fjør, gjørdist Annika Smith
lim ur í landsnevnd floksins, har hon
sam an við formanninum Villy Søvndal,
Ole Sohn og øðrum royndum kreftum,
hev ur verið við til eitt nú at menna
sam starvið við Socialdemokratarnar.
Í dag, fýra ár eftir limaskapin í SF,
er Annika í gongd við at leggja síðstu
hond á faldarar, plakatir og annað, sum
hon skal brúka, tá valstríðið verður
skot ið í gongd.
Hetta vísir bara, at tað ikki er langt
frá niðastu til ovastu rók í SF. Hjá mær
hevur tað gingið ógvuliga skjótt og
eg meti eisini, at eg havi havt nógva
ávirkan á tann politikkin, sum flokk
ur in førir í dag, sigur Annika Smith.
Føroyar sum hjartamál
Sjálv hevur Annika eisini nøkur heilt
ítøki lig mál, hon ynskir at arbeiða fyri,
sum ikki eru felagsmál hjá øllum flokk
inum. Eitt nú ynskir hon at virka fyri
størri føroyskum sjálvræði, eini betri
búskaparligari skipan fyri Før oya og
fyri bøttum rættindum hjá før oysk um
samkyndum.
Samstundis hevur Annika eisini
nøkur politisk hjartamál, sum eru knýtt
at Danmark og donskum viðurskiftum
burtur av. Føroyska fólkatingsvalevni
stúr ir tó ikki fyri, at tað kann koma
hen ni aftur um brekku, at hon í roynd
og veru hevur tveir politiskar profilar.
Eg havi hugsað sera nógv um
tað. Mín niðurstøða er, at Føroyar
og føroysk viðurskifti ikki fylla nógv
í Danmark. Men tað hevur stóran
týdn ing fyri meg, og kemur tí eisini
at merkja mín politikk. Eg havi allan
mín persón við inn í politikk. Tí kann eg
ikki velja eina síðu fram um eina aðra,
greið ir Annika frá. Av júst somu orsøk
hev ur hon eisini gjørt ein danskan fald
ara, har hon varpar ljós á nøkur onnur
ev ni enn tey, ið koma til sjóndar í før
oys ka faldaranum.
Tað liggja fleiri møguleikar í hesum,
enn um eg bara hevði ein danskan ella
ein føroyskan profil til valið. Marg feld
ni gevur mær og flokkinum nøkur heilt
onnur ting at arbeiða við. Vit kunnu
eisi ni røkka eitt vet longri út og nærri
veljar unum, fortelur Annika og nevnir
eitt nú Villy Søvndal, sum herfyri var
í Føroyahúsinum og kjakaðist við før
oysk ar ungdómar. Tað er neyvan sætt
áð ur og uttan at Annika á nakran hátt
átekur sær heiðurin av hesum, eig ur
hon helst sín stóra lut í, at for mað ur in
í SF vitjaði til pallborðskjak á Vester
br o gade 17.
Øgiligur spenningur
Um ymsu bakgrundirnar fara at røkka
so langt sum til ein fólkatingssess,
fer tíðin at vísa. Greitt er tó, at valið
nærk ast hvønn dag, sum gongur. Men
onkurs vegna tykist valfepurin at hava
lagt seg eitt sindur, eftir at alt var uppi
at kóka stutt eftir árskifti og eygleiðarar
spád du, at Lars Løkke Rasmussen fór at
út skriva val longu í apríl. Persónliga er
støð an hjá Anniku Smith heilt øðrvísi,
hó ast fjølmiðlarnir ikki blása eina val
søgu søgu upp og aðra eftir í løtuni.
Hjá mær økist spenningurin hvønn
dag. Við mínum starvi á Christiansborg
eri eg tættast upp á allar søgurnar, sum
ganga, so tað er næstan ov spennandi,
greið ir Annika frá og nevnir eitt dømi.
Eg havi millum annað hoyrt, at
Venstre hevur leigað DGIbyen í apríl.
Spurn ing urin er so, hví tey gera tað júst
tá, spyr Annika Smith flennandi. Sjálv
loyv ir hon sær tó at ivast í, at tað skal
brúk ast til veitsluna eftir fólka tings
val ið.
Hevði eg verið Lars Løkke, hevði eg
ikki útskrivað val beint nú. Samgongan
hev ur ov mikið at tyngjandi málum at
dragast við, og tað seinasta í røðini er
Horn bech. Hinvegin má tað metast at
vera søguligt, at andstøðan stendur so
sterk og so savnað sum nú, sigur Anni
ka Smith, sum tískil einki hevði havt í
móti, um val varð skjótt.
Annika Smith er eitt av 16 val evn
um, sum eru uppstillað fyri SF í Keyp
mannahavn, har gitt verður, at trið
ing ur av hesum sleppur á Fólkating.
Sjálvt valið verður í seinasta lagið 13.
nov emb er í ár.
Politikkur
alt døgnið
GeRanDisDaGaR er hon politiskur ráðgevi í noRðuRatlantsbólkinum
á ChRistiansboRG. kvøldini og vikuskiftini fara við fyrireikingum til
fólkatinGsvalið, har hon er uppstillað fyri sf. - mítt starv merkir, at eg
arbeiði mitt í øllum politisku leysasøGunum. tað er næstan ov spennandi nú,
sigur annika smith av tvøroyri, sum satsar alt upp á at fáa ein fólkatinGssess