leygardagur 2. mars 2002síða 13
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Tað er synd at siga, at
umstøðurnar hjá tónleik-
arunum í Havn í fimmti-
árunum vóru av teim
bestu. Men viljin at spæla
tónleik og at fáa tað at
ljóða, var harafturímóti
framúrskarandi.
»Scenan« í Tórshøll var
so lítil, at tá man sær hesa
myndina, skilir man ikki,
hvussu pláss hevur verið
fyri hesum níggju ung-
dómunum, einum stórum
klaveri, einum trummusetti
og so øllum hinum ljóð-
førunum pluss fýra nóta-
stativum. Viðmerkjast skal,
at tað bleiv ikki spælt
meira enn í tveir og ein
hálvan tíma til dans, frá kl
níggju til hálvgum tólv á
kvøldi.
Orkestrið vit síggja á
myndini kallaðist Blue
Star og er her avmyndað í
1955 í Tórshøll. Tey eru f.
v.: Simme við klaverið,
Linda Vilhelmsen,
sangarinna, Petur Jacob
Leitisstein á saxofon,
millum Petur Jacob og
Kjeld sæst høvdið á
Halden Joensen, sum
spældi trummur, síðani
kemur Kjeld Thomsen á
trompet, Jákup Thomsen
saxofon, Magnus Dam
Jacobsen, trompet, Ib
Poulsen (hjá Barberinum)
kontrabass, og síðst
Napoleon (Pole) Djurhuus
saxofon.
Myndaeigari: Kjeld
Thomsen
2
Sosialurin Nr. 43 - 2. mars 2002
Postboks 76, 110 Tórshavn, telefon 311820, telefax 314720,
teldupostur: turid@sosialurin.fo
Blaðstjórn: Turið Kjølbro
EG MEINI TAÐ
Tað er løgið, sum summi
fólk eru løgin. Her hugsi
eg serliga um tær serligu
verur, sum sita í blað-
stjórnini á Dimmu.
Nú eru nógv fólk løgin
á dámligar mátar, men tað
er ikki hetta slagið av
dámligum løginleika, sum
merkir blaðstjórnina á
Dimmu. Hetta er heldur
okkurt sum líkist
politiskum snævurskygni.
Hetta løgna politiska
snævurskygni kemur ofta
til sjóndar í teimum ofta
stak áloypandi oddagrein-
unum.
Ein oddagrein er ikki
undirskrivað, tí er ikki
talan um persónlig sjónar-
mið hjá tí, ið skrivar, ein
oddagrein umboðar
sjónarmiðini hjá sjálvum
blaðnum.
Summi hugsa kanska:
"Dimma er eitt sambands-
blað og tí verður odda-
greinin hareftir." Men
hetta er júst trupulleikin
og tað løgna við blað-
stjórnini; Dimma roynir á
pappírinum ikki at vera
eitt sambandsblað. Í
undiryvirskriftini selur
Dimma seg sum óheft og
álítandi, blaðfólkið sigur
at tað arbeiðir út frá
onkrum luftigum ideali
sum tað rópar "objektivi-
tet".
Hví velur eitt óheft og
álítandi objektivt blað at
vera politiskt snævurskygt
í sínum sjónarmiði? Hetta
er í besta lagi eitt løgið
val av blaðstjórnini.
Seinasta árið hevur
Dimma í heilum lagt eftir
bólkinum 200, tí teir arga
sambandsmenn. Odda-
grein eftir oddagrein
hevur fordømt 200. Teir
verða kallaðir bæði líkt og
ólíkt. Dimma hevur staðið
á einum hermóti og barst
fyri neyðars happaða
sambandsmanninum.
Hvørja ferð 200 hava
gjørt vart við seg, hevur
Dimma skeldað.
Hetta er sjálvandi sera
stórsinnað av Dimmu.
Oddagreinirnar hava
málað eina mynd av veika
sambandsmanninum, sum
blívur háðaður og spott-
aður av kynisku tjóð-
veldismonnunum í 200.
Eg skal ikki her siga
um 200 veruliga forfylgja
og happa ella um talan er
um óskyldiga politiska
satiru, sum kann saman-
líknast við Ólavssøku-
kabarettina ella Óla P., tá
hann plagdi at vera
stuttligur.
Nei, mín trupulleiki er,
at eg ikki skilji hvussu ein
sokallað óheft blaðstjórn
á einum álítandi blaði
soleiðis finnist so nógv at
júst 200, hvørja ferð
bólkurin ger vart við seg.
Um hetta veruliga er
almenn ónøgd við happ-
ing, so er ringt at skilja,
hví Dimma ikki hevur
lagt eftir Óla P., tá hesin
seinnu árini hevur ført
eina hets móti landstýris-
manninum í fullveldis-
málum, ella eftir Jóannes
í Innistovu, tá hann sendir
muslimar, buddistar og
onnur til helvitis, ella
móti Hilmar Jan, tá hann
leggur út við at spæla
fúlheitirnar hjá Innistovu-
manninum frá morgun-
stundini, so at gud og
hvør maður verður sendur
til helvitis mitt í morgun-
matinum. Her er ikki
talan um skemt, men ónd-
sinnaðan ágang.
Um tað veruliga eru tey
veiku Dimma roynir at
hjálpa, hví skriva teir so
einki um hesi evni. Ella er
tað kanska tað, at Dimma
veit, at propaganda er
lættast at selja ílatin
objektivitet?
200 og Hilmar Jan
Niels Uni Dam skrivar
GAMLAR HAVNARMYNDIR
Lagt til rættis:
Birgar Johannessen
Tónleikabólkurin Blue Star
Útsýni frá Debesartrøð
Á leið har sum Landsbókasavnið stendur í dag, sá tað soleiðis út fyri umleið 50 árum síðani. Myndin er tikin av Debesartrøð og
eystureftir. Ein partur av tí smala Statsvegnum – sum í dag eitur J. C. Svabosgøta – hómast á myndini.
Myndaeigari: Kári Arge
Sosialurin Nr. 43 - 2. mars 2002
3
SAMRØÐA
Ingrid Bjarnastein
– Grundin til, at eg fór í holt við
eina slíka verkætlan er, at hon
hevur fyri tað fyrsta við menn-
iskju at gera. Eg havi nú arbeitt
eisini innan fyri ítrótt og har
hevur tú við menniskju at gera.
Og tað er tað sama við teimum
menningartarnaðu, har hevur tú
eisini við menniskju at gera. Tað
er nógv meira krevjandi at
arbeiða við fólki enn tað er við
deyðum tingum. Krøvini til tín
sum menniskja eru størri, tá tú
arbeiðir við fólkum enn um tú til
dømis skalt flyta ein ølkassa frá
a til z, sigur Jóannes Jakobsen.
Jóannes sigur eisini, at í
einum tílíkum arbeiði ert tú við
til at menna onnur, og harvið
eisini teg sjálvan. Eitt samanspæl
millum tey, sum verða ment og
teg.
Emma og hini hava verið at
hoyrt nú líka síðani fløgan kom
út, og tað man vera hvørt mans-
barn her í Føroyum, sum kennir
teir flestu sangirnar.
– Vit hava vant leingi og spælt
til veitslur bara ímillum okkum
sjálvi, greiðir fyrrverandi lands-
liðsleikarin frá.
– Upprunaliga var tað mein-
ingin at gera eina mini-fløgu við
nøkrum av sangunum bara til
okkum. Eini 10 eintøk. Men tá
vit so byrjaðu, so hugsaðu vit,
hví ikki gera eina rættiliga fløgu,
sum samstundis kundi vera ein
hurðaopnari fyri fólk, so tey
kundu fáa eitt nýtt andlit at seta
á tey menningartarnaðu. Tey
menningartarnaðu verða oftast
sæð sum nakað negativt, og hetta
er so ein møguleiki at seta tey
menningartarnaðu í eitt annað
ljós. Soleiðis kunnu tey eisini
finna útav, at tey kunnu geva eitt
positivt íkast til samfelagið og
eisini vera ein partur av tí.
Gleði og hugur
Tað er ongin loyna, at arbeiðið
við menningartarnaðum tekur
longri tíð enn við øðrum. Men
tó. Tann størsti munurin er, at
undir øllum upptøkunum var
gleðin tað berandi hjá teimum í
M´as Blues Band.
– Um vit so noyddust at spæla
lagið inn fleiri, fleiri ferðir, so
var hugurin alla tíðina tann sami.
Gleðin var tað, sum var tað
berandi ígjøgnum allar upp-
tøkutímarnar. Vit høvdu jú eitt
minstamark, og tá vit nú skuldu
geva eina fløgu út, so skuldi
dygdin eisini verða góð. Fløgan
skuldi ikki út fyri ein og hvønn
prís, sigur Jóannes.
– Processin er tann sama, men
tað tekur longri tíð at spæla tað
inn enn hjá øðrum. At tey tíma
ger so, at man tímur sjálvur
uppaftur betur. Men tá eg fór
undir verkætlanina visti eg, at
hetta fór verða strævið, men tað
er gleðin, sum er tað drívandi, og
soleiðis gert tú eisini eina góða
gerð fyri tey, sum eru minni
ment í samfelagnum.
Eisini tungar løtur
At arbeiða við "vanligum" fólki
er lætt, men at arbeiða við
menningatarnaðum hevur
soleiðis eisini eina avbjóðing við
í sær. Fólk, sum duga at spæla,
og duga at virka undir teimum
vanligu fortreytunum eru løtt at
arbeiða saman við, ístaðin fyri tá
tú hevur við menningartarnað at
gera, tí tá eru umstøðurnar heilt
øðrvísi.
– Tað vóru sjálvandi eisini
tungar løtur inn í millum at fáa
alt spælt inn, men fyri hvønn dag
sum gongur, so veitst tú, at tú ert
nærri málinum, og fyri hvønn
positivan tanka tú hugsar, so
kemur tú eisini tað nærri.
Reaktiónirnar Jóannes hevur
fingið uppá fløguna hava allar
verið góðar. At byrja við helt
hann, at fólk keyptu fløguna fyri
at stuðla, men hetta er nú
einaferð tónleikur fólki dámar.
Hann fellur lætt, og tá eitt "hitt"
sum Babu er á, so er tað skjótt,
at sølutølini verða hálað uppeftir.
M´as Blues Band hevur
seinastu tíðina eisini verið úti og
spælt fyri fólki, og sigur
Jóannes, at hetta hevur verið
heilt fantastiskt.
– Tey hava eisini ein tørv at
verða góðtikin, og tey tíma væl
at spæla. Tað eina vikuskiftið
spældu vit heili fýra ferðir, og
tað hevur eisini nógv at siga fyri
tey, at fólk traðka fram, og vísa,
at teimum dámar fløguna.
Eyðkennið fyri fløguna er
spæligleðin. Tá tú fer undir eina
slíka verkætlan, so veitst tú at
hetta verður eitt langt stríð at
koma á mál. Men bæði tey
menningartarnaðu og tónleik-
ararnir vístu ógvuliga positivan
anda hesum viðvíkjandi.
Síggja møguleikarnar
Jóannes heldur, at tá fólk fara
undir at gera nakað tílíkt, so
síggja tey ofta bara forðingarnar,
og ikki møguleikarnar.
– Tey velja heldur síggja tær
10 forðingarnar, ístaðin fyri teir
20 møguleikarnar, ið liggja í
verkætlanini. Men sjálvandi, eins
og hjá øllum øðrum, so hava vit
rent á, og tá er ikki nógv annað
at gera enn at bakka og so snara
rundan um aftur næstu ferð.
Hetta hevur eisini nógv við hug-
burð at gera, og einum nýtist at
vera rímiliga jaligur um ein skal
gera eitt tílíkt arbeiði.
Fløgan varð væl móttikin.
Nógv betur enn Jóannes hevði
væntað. Vónað varð at selja 500
– 1000 fløgur, men sjálvandi
varð vónað eitt sindur meira í
baktonkunum.
Og Emma og hennara fólk
seldu eisini nógv meira. Hálvan
desember varð annað upplagið
av fløguni longu útselt, og tað
vóru umleið 2500 fløgur.
Fyri peningin, ið er vunnin av
fløguni er tónleikaútgerð keypt,
soleiðis, at bólkurin eisini kann
læra seg nýggjar sangir. Jóannes
tekur fyrst sangirnar upp heima
við hús, spælir teir inn og síðani
læra tey í bólkinum seg
sangirnar.
– Viðvíkjandi framtíðini er tað
heila eitt sindur óvist, sigur
Jóannes Jakobsen, maðurin
aftanfyri M´as Blues Band.
– Vit kundu gott givið eina
fløgu út aftur í ár, men tað virkar
kanska eitt sindur býtt, at tá vit
nú hava givið eina fløgu út, sum
varð væl móttikin, at leypa út í
aftur beinanvegin. Men næstu
ferð verður tað als ikki eins dýrt
og fyrru ferð at geva eina fløgu
út, tí nú hava vit útgerðina sjálvi.
Flennið
Skjótt fer M´as Blues Band á
eina rundferð. Tað verður eitt
rættiligt "show", sum er stuttligt
og við nógvum sangi.
– Fólk halda seg ofta aftur við
at flenna, tí tey vita ikki um tað
hóskar seg at flenna eftir teim-
um, tá onkur løgin viðmerking
verður send út í luftina, men tað
skulu tey ikki halda seg aftur
við, sigur Jóannes.
– Tað skal vera stuttligt, og um
okkurt tílíkt kemur fram, so
skulu tey sjálvandi eisini flenna.
Jóannes vil fegin takka Árna
Andreassen og Finni Hansen, tí
uttan teir hevði hann staðið
rættiliga einsamallur við fløguni.
Alt arbeiðið Jóannes hevur lagt í
fløguna hevur verið ókeypis og
gjørt í frítíðini. Tað er Sambýlið
á Bóndaheygi 14, ið stendur
aftanfyri útgávuna.
Maðurin aftan fyri Emmu
Alt arbeiðið Jóannes gjørdi fyri at fáa fløguna hjá M´as Blues Band út varð gjørt ókeypis og í frítíðini
Mynd: Álvur Haraldsen
Babu, babu, babu frá M´as Blues Band er kanska tagnað eitt sindur aftur, men maðurin
aftan fyri tað heila, arbeiðir enn av fullum huga við bólkinum, og nýggir sangir eru eisini
komnir undan kavi, síðani fløgan varð útgivin í fjør. Jóannes Jakobsen er maskinan aftan
fyri Blues Bandið. Sosialurin var á gátt hjá Jóannesi í vikuni og fekk eitt prát við hann
C
M
Y
K
25
24