fríggjadagur 4. mars 2011síða 6
‹ fyrra síða allar 70 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 27 · 4. mars 2011
6
VIKUSKIFTI
brúk ast, og øll tilsetningsevni vóru
bann að.
– Tað er heldur eingin góða mamma,
matskráin má fylgjast 100 prosent, um
tað skal hjálpa, greiðir Monika frá.
Mat urin skuldi lekja tarmarnar og tí
vera so lættur at sodna sum møguligt.
Í fyrstuni skuldu gularøtur kóka í fýra
tímar, og sjálvt súrepli skuldu vera væl
kókað.
Og Rebekka gjørdi ógvusliga mót
støðu, bæði kroppsliga og sinnisliga.
Skarnið var so sterkt, at hon kundi
ikki longur brúka blæðu, og bæði
eygu, oyru og nøs fyltust við tjúkkari
gulari vætu. Sinnisliga gjørdist hon so
aggressiv, at tað var, sum hevði hon
øgiligar abstinensir. Hetta vóru tey
eisini fyrireika uppá av læknunum.
– Nei, tað var einki stuttligt. Vit
máttu gera okkum gróthørð og noyða
matin niður í hana, og høvdu vit ikki
trúð uppá tað og staðið saman um
tað, hevði tað ongantíð gingið, sigur
Monika avgjørd.
Fingu dóttrina aftur
Tað gingu bara nakrir dagar, so sóu tey
mun, og sum vikurnar gingu, broyttist
Rebekka meir og meir. Hon byrjaði at
tosa, bleiv reinfør og legði upp til sam
band.
· Um morgnarnar kom hon til dømis
inn í okkara song, tað hevði hon ikki
funnið uppá áðrenn. Tað var, sum
var hon komin aftur til okkara, sigur
Monika.
Hon viðgongur, at tað er strævið at
hava eitt barn, sum ongantíð kann eta
tað, sum vit halda er vanligt. Og fyrsta
tíðin var ræðulig.
– Men tað er nógvar ferðir verri
at hava eitt barn, sum er lammað av
autismu, leggur hon afturat.
Rebekka hevur mennt seg nógv
meir enn Monika nakrantíð hevði
torað at droymt um, men henni tørvar
framvegis stuðul.
– Hon tosar bæði føroyskt og enskt,
tí pápin er ættaður úr USA. Og hon
er eisini byrjað at lesa og skriva enskt.
Men hon dugir ikki líka væl at greiða
frá, sum børn á hennara aldri, og hon
kann verða frustrerað, tá hon ikki fær
fylgt við í spæli saman við øðrum børn
um, greiðir Monika frá.
Hennara trupulleikar í dag kunnu
tó ikki samanberast við støðuna fyri
hálvum triðja ári síðani, tá autistiska
myrkrið fylti alt. Tá hugdi hon ongantíð
uppá foreldrini, hon reageraði ikki uppá
navn sítt, og einasta sambandið, sum
foreldrini høvdu við hana, var grátur
og skríggj.
– Okkara lív er fullkomiliga broytt
til tað góða. Bara tað, at Rebekka ikki
longur liggur vakin fleiri tímar hvørja
nátt, ella bara tað at hon er reinfør, ella
bara tað, at hon hevur fingið javnvág
og kropskenslu aftur, ella bara tað at vit
nú kenna dóttur okkara og síggja hana
læra og mennast, ja, eg kundi blívið við,
sigur Monika og smílist.
Ikki góðtaka autismu
Talið av børnum, sum verða rakt av
autismu, veksur við rúkandi ferð. Eisini
– og ikki minst – í Føroyum. Fyri
Moniku, sum meginpartin av tíðini býr
í einum avbyrgdum ættarbólki í Filips
oyggjunum, er hetta serliga týðuligt.
– Tað búgva eini 18.000 fólk í økin
um, har sum vit eru. Vit hava eina
heilsu støð, so eg havi møtt flestu teirra,
men eg havi enn ikki møtt nøkrum, sum
hevur autistiskt eyðkenni. Og kanska er
orsøkin, at hesi fólk ikki liva í okkara
dálking, og tey bara eta mat, sum tey
sjálvi gera til.
Monika leggur dent á, at eingin løtt
loysn er fyri alla autismu. Orsøkirnar til
sjúkuna eru ymiskar, og sama viðgerð
riggar ikki til øll. Monika veit um
børn, sum fylgja somu kostætlan sum
Rebekka, sum ikki hava havt líka stóra
onkran framgongd , men hon hevur ikki
hoyrt um nakran, sum als onki gagn
hevur havt av slíka kostumlegging.
– Og eftir at hava sæð, hvørja
ávirkan maturin hevur havt á Rebekku,
eri eg onga løtu í iva um, at autisma
ikki bara er eitt brek í heilanum. Tað
er ein sjúka, sum situr í kroppinum,
serliga í tarm un um.
Og tað er ein sjúka, sum ikki bara
skal góðtakast sum ein ólekilig støða.
Um dálking er ein týdningarmikil orsøk
til autismu, kunnu vit ikki lata standa
til, men royna at broyta tað, sum vit
kunnu.
– Epidemiir skulu ikki góðtakast,
stað festir Monika álvarsom, sum vit
reisa okkum frá borðinum, og eg sigi
farvæl. Rebekka situr og leggur perlur
saman við systrunum, sum eru komnar
inn, meðan vit hava prátað. Vit síggjast,
rópar hon, tá eg fari út ígjøgnum hurð
ina.
mynd: jens kristian vang
Fyri hálvumtriðja ári síðani fingu foreldrini ongantíð eygnakontakt við Rebekku. Hon vildi ikki nemast, kendist ikki við navn sítt og stríddist við
nógv onnur autismu eyðkenni. Í dag er hon ein aktiv, blíð genta, sum prátar og spælir sum aðrar fimm ára gamlar gentur.
Gransking um kost og autismu
Dansk Center for autisme kunngjørdi í mars 2010 úrslitini frá einari tvey ára
granskingarverkætlan nevnd scanBrit kanningin. Í hesari vísindaligu kanning var hugt
at sambandinum millum kostumlegging og autismu. granskingarverkætlanin var
eitt samstarv millum Dansk Center for autisme og universitet í Bretlandi og noregi.
60-70 børn við autismu órógvi vórðu býtt í tveir bólkar, bólkur a (sum beinanvegin
fekk kost uttan gluten og mjólk (kasein), og bólkur B (sum ikki fekk broyttan kost
fyrstu 12 mánaðirnar). seinna árið fingu báðir bólkar gluten- og kaseinfrían kost.
niðurstøðan frá granskingarverkætlanini var, at tað statistiskt kundi ávísast, at
nøkur børn fingu ágóða av kostumlegging. týðuligasti batin kundi staðfestast innan
hugsavnan og hyperaktivitet, men eisini innan samskifti og endurtakandi atferð sást
ein munur, serliga hjá bólki a. Dansk Center for autisme sigur, at tey ikki vilja viðmæla
øllum foreldrum hjá børnum við autismu at broyta kostin, tí tað ber ikki til at avgera,
hvørji børn kunnu fáa tað betri og hvørji ikki. Men tey "har forståelse for" teimum
foreldrum, sum velja at geva børnum sínum gluten- og kaseinfrían kost. samstundis
leggja tey dent á, at hendan kostbroyting skal vera gjørd í samráð við lækna.
Aðalfundur og fyrilestur
hjá Autismufelagnum
aðalfundurin hjá autismufelagnum verður
leygardagin 5.mars , klokkan 15 í MBF-húsinum.
Og Lennart Pedersen, chefpsykologur hjá
Center for autisme kemur til Føroyaat halda
fyrilestur í Miðlahúsinum týsdagin 22. mars.
Fyrilesturin fer millum annað at snúgva seg
um hesar spurningar: Hvussu eru diagnosurnar
autisma og aspergers syndrom nýttar í
dag? er nakar munur á børnum, sum bera
brekið infantil autisma og børnum, sum
bera brekið aspergers syndrom? er munur
á teirra menning og framtíðarútlitum?
Harumframt hava foreldur og avarandi
hjá fólki við autismu møguleika at fáa
persónliga ráðgeving hesa vikuna, sum
Lennart Pedersen vitjar í Føroyum.