Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-07, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. mars 2011síða 5

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 7. mars 2011 · Nr. 28 Sosialurin • Úrslit áðrenn skatt 416 mió. kr. mótvegis 135 mió. kr. í 2009 • Renting av eginpeningi 22,4% áðrenn skatt mót­ vegis 8,5% í 2009 • Inntøkur frá banka­ og tryggingarvirksemi 644 mió. kr. mótvegis 497 mió. kr. í 2009 • Niðurskrivingar á út­ lán um vóru 167 mió. kr. mót vegis 128 mió. kr. í 2009, samsvarandi 1,5% av útlánum og ábyrgdum • Solvensur 17%, meira enn tað dupulta av solvens­ kravi num hjá bankanum • Útlán lægri enn innlán (ávikavist 8,7 mia. kr. og 8,8 mia. kr.) • Gjaldførið við ársenda er næstan 3 ferðir hægri enn lógarkravið 2010 var merkt av nógvum stór­ um broytingum í Bank­ Nordik. Tíðliga í árinum yvir tók bankin 12 deildir í Danmark og í Grønlandi frá Sparbank. Bankin fekk við hesum 30.000 nýggj ar kundar, víðkaði virkis økið við meira enn ein um triðingi, vendi inn láns undirskotinum til eitt yvirskot og víð­ k aði grundarlagið fyri fram haldandi sunnum vøkst ri. Í mars 2010 seldi Bank­ Nordik sín part í Bakka­ frost í sambandi við eina væl eydnaða skrá set ing av fyri tøku ni á virðis bræva­ mark naðinum í Oslo. Sølan økti frammanundan sterka kapitalgrundarlagið hjá bankanum við einum kapital vinningi á 380 mió. kr. Í góðari tíð áðrenn stats­ veð haldið til bankasektorin og kundarnar varð tikið aftur, bygdi bankin ríkiliga nógv gjald føri upp. Tíðin eftir aftur tøkuna vísti, at vanligu mark­ naðartreytirnar vóru til fyrimuns fyri ein sterkan banka sum BankNordik, og ein stigvís avtøka av til búgv­ ingini kundi tískil verða sett í gongd móti endanum á ári­ num í fjør og fyrst í hesum ári num. Innanhýsis í banka num vórðu allar KT­skipan­ ir lagdar um til KT­ v­ eitar an SDC. Tað tyngdi fyri tøku na, men um­ legg ing in var strategiskt týdn ing armikil bæði fyri fram hal d andi menningina av kundatænastuni og fyri at økja effektivitetin. Bæði eru týdningarmikil mál í Bank­ Nordik. Millum sterkastu ”BankNordik hevur verið ígjøgnum eitt óvanliga hend inga ríkt tíðarskeið,” sigur Janus Petersen, for­ stjóri í BankNordik sam­ taki num. ”Samstundis sum onn ur hava skorið niður, hava vit tvífaldað støddina á bankanum eftir einans tveim um árum og eru nú virkin á fýra ymsum mark­ naðum – í Grønlandi, Íslandi, Før oyum og Danmark. Tað gev ur okkum nýggjar av­ bjóð ing ar, men fyrst av øllum gevur tað okkum nýggjar møgu leikar fyri at halda fram við okkara framgongd, bygd á eina fasta og skerpaða strate gi og áhaldandi stranga stýr ing av váðaprofilinum.” Við eini eginogn á 2,0 mia. kr. og hybridum ábyrgd ar­ kapitali á 203 mió. kr. hevði Bank Nordik ein solvens upp á 17% við ársenda 2010. Talið skal síggjast í mun til standardkrøvini í bankalógini á 8% og individuel la solvensin hjá banka num, sum er lægri enn 8%. BankNordik er tískil ein tann sterkasti bankin í Norður evropa.. Við eini kursøking á 9,5% var BankNordik­ parta brævið millum bestu banka partabrøvini á virðis­ bræva marknaðinum í 2010. Vinn ing urin skal ikki minst síggjast út frá lutfalsliga lága váðaprofilinum hjá banka­ num. Sum avleiðing av lut tøku­ ni í Bankapakka I í 2008­10 er útgjaldið av vinningi hjá BankNordik framvegis tengt at avmarkingum. Lagt verður fram fyri ársaðal fund in 25. mars 2011, at 40 mió. kr. verða útgoldnar, sam svarandi úrslitinum síðan stuðul s­ skipanin helt uppat 1. okto­ ber 2010, og at vinningur útyv ir hetta ikki verður út gold in fyrr enn í 2012 (treytað av framhaldandi ríkiligum solven si). ”Størstu uppgávurnar í ár verða at skapa framhaldandi vøkst ur, samstundis sum vit halda fast við ein lágan váða og leggja dent á effektivitet” Tey mongu týdningarmiklu stig ini, sum vit tóku í fjør geva okkum góðar møgu­ leik ar fyri áhaldandi sunnari menn ing,” sigur Janus Peter­ sen. Bankin hevur lagt ætlan­ ir um fleiri átøk, bæði innan­ hýs is og úteftir, men nøkur teirra fáa ikki fult virki fyrr enn um tvey­trý ár. Leiðsla bank ans væntar eitt úrslit á 100­140 mió. kr. í 2011 áðrenn virðis javn ingar. Banknordik hevði 416 mió. kr. í avlopi í 2010 Framgongdin í inntøkunum er 30% og stavar einamest av altjóða vøkstri. BankNordik stendur við sína varligu strategi og er framvegis millum sterkastu bankar í Norðurlondum Janus Petersen, forstjóri í BankNordik, greiðir frá góða úrslitinum hjá bankan um fyri 2010 Mynd: Jens Kristian Vang Leo Poulsen Tað eru nú tvey ár síðani, at Ragnheiður Eiríksdóttir byrj­ aði fyritøku sína, Knitting Is­ land. Endamálið er at savna fólk, sum eru áhugað í at binda, og at skipa fyri ferð­ um fyri hesum fólkum. ­ Eg havi skipað fyri hes­ um ferðum í Íslandi, og tað er í høvuðsheitinum fólk úr USA, Kanada, Hollandi, Ong ­ landi og Australia, sum koma hes ar ferðirnar, men tú kanst siga úr øllum heimi num, sig­ ur Ragnheiður Eiríks dótt ir. Hon hitti í fjør Katrinu í Geil, og har kom so hugskotið at kombinera Ísland og Før­ oy ar í einu og somu ferð. ­ Tað kom seg soleiðis, at hon gjørdist mín sam­ starvs partnari í Føroyum, og soleiðis kom hendan ferð in í lag, sigur Ragnheiður Eiríks­ dóttir. Hendan ferðin verð ur gjørd fram við suður strond­ ini á Íslandi til Seyðisfjørðin og síðani við Norrönu til Før­ oya. ­ Katrina í Geil tekur so ímóti okkum í Havn, og vit verða so her í fýra nætur. Vit hava eina sera spennandi og einastandandi skrá, har Katr in aí Geil fr at undirvísa í trimum ymiskum work­ shops. Og tað verður púra ólíkt øllum, sum eg kenni frá øðrum bindilærarum í verð­ ini, sigur Ragnheiður Eiríks­ dóttir. Hon er útlærd á hond­ arbeiðsskúla í Kolding, og hev ur sín heilt serliga inn­ falls vinkul, heldur íslendska bindi kvinnan. ­ Eg royni at leggja dentin á, at tað skal verða nakað heilt serligt á mínum ferðum, og her er tað, at Katrina í Geil traðkar inn, sigur Ragn­ heiður Eiríksdóttir. Universalt mál Hon vil hava, at tey ferðandi skulu sleppa heilt inn at fólku num, og tað sleppa tey í Føroyum. ­ Tá tað snýr seg um Før­ oyar, so fara vit at skipa so fyri, at tey ferðandi sleppa at upp liva føroyskar dans, sum er nakað heilt fyri seg, sigur Ragnheiður Eiríksdóttir. Sjálv upplivdi hon før­ oysk an dans sunnu kvøld ið úti í Nólsoy og hon er ikki í iva. ­ Eg segði við Katrinu, at um hon eina aðru ferð hevði ein gest, so skuldi hon ikki spyrja, um tey vildu upp liva før oyskan dans, hon skal bara taka tey við, sigur Ragn­ heið ur Eiríksdóttir. Hon sigur, at tá út lendsk­ ar bindikonur hitta íslend­ sk ar og nú eisini føroyskar bindi konur, hendir nakað heilt óvanligt. ­ Tær tosa kanska ikki sama mál, men tað hevur einki at siga. Tær hittast og síggja, hvat hinar hava gjørt og bundið, og tær skilja hvør­ ja aðra kortini, sigur Ragn­ heið ur Eiríksdóttir. Tað, sum hesi fólk leita eft ir, er nakað heilt fyri seg, og tað eru ógvuliga fá, sum sleppa við á hesum ferð un­ um. ­ Talan er um eini 10­12 fólk sum eru við á hesum ferðu num, og tá er tað, at hvør einstakur fært tíð til at hjúklast um, sigur Ragn heið­ u r Eiríksdóttir. Undirvísingin verður mun andi meiri til tann ein­ staka, og tí fáa tey luttakandi mun andi meiri burtur úr. Fyrsti túrurin til Føroya verð ur í september, og Ragn­ heiður Eiríksdóttir vónar, at tað bert er byrjanin til eitt langt og fruktagott samatarv. Ger bindiferð til Føroya Ragnheiður Eiríksdóttir hevur í skjótt tevy ár skipa fyri sonevndum bindiferðum, og í ár verður leiðin løgd umvegis Føroyar við einum ferðalagi, sum í høvuðsheitinum kemur úr USA, Kanada, Hollandi og Australia