mánadagur 7. mars 2011síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 7. mars 2011 · Nr. 28
6
Sosialurin
Áki Bertholdsen
- Nú havi eg bjóðað meg fram
og tað merkir, at eg eri til
reið ar at fara allan vegin.
Tað
staðfestir
nývaldi
for mað ur Javnaðarfloksins,
Aksel V. Johannesen.
Á eykaandsfundi í Javn-
að ar flokkinum leygar dag in
varð hann valdur til nýggj an
for mann við stórum meiri-
luta, eftir at Jóannes Eides-
gaard hevur gjørt av at takka
fyri seg.
Men nú er Aksel V. Johan-
nesen ikki bara for mað ur í
Javn að ar flokkinum.
Hann
er eisini valevni floksins til
ein nýggjan løgmann, skuldi
flokkurin komið í eina sam-
gongu.
Og mong hava reist spurn-
ingin um hann er búgvin til
ta uppgávuna, tí royndirnar
í politikki eru avmarkaðar
við tað, at hann hevur bara
hálvt annað ár sum virkin
politikk ari undir beltinum.
Hann kom nevniliga ikki
av álvara upp í poli tikk, fyrr-
enn hann bleiv lands stýri s-
maður í Heilsumálum tá ið
Hans Pauli Strøm legði frá
sær fyri góðum hálvum øðr-
um ári síðani.
Men sjálvur skúgvar hann
allan iva til viks.
- Sjálvandi eri eg til reið-
ar at verða løgmaður. Eg
havi bjóðað meg fram at
verða
formaður
floksins
og í tí liggur, at eg eisini eri
løg mans evni floksins og tað
eri eg fullgreiður yvir, sigur
hann.
Hann leggur eisini dent á,
at eftir næsta løgtingsval, fer
Javn að arflokkurin sjálvandi
at royna at koma í eina
samgongu.
- Endamálið við politikki
er altíð at fáa ávirkan, so vit
fara sjálvandi at royna at
koma í samgongu.
- Vit vita, at enda vit í sam-
gongu, verða vit noydd at
gera neyðsemjur og ber tað
til at finna eina semju, uttan
at ganga okkara kjarnu virð-
um ov nær, eru vit til reiðar,
sigur hann í morg un, sum
er hansara fyrsti veru ligi
arbeiðsdagur,
sum
floks-
formaður.
Ikki treytaleyst
Hann leggur afturat, at ein
av nógvum stórum upp-
gávum, ið liggja fyri framm-
an, verður at vinna næsta
løg tings val.
- Men tað skal ikki verða
treyta leyst, tí vit mugu ikki
missa okkara kjarnuvirði
burt ur og vit skulu eisini tola
sjón ina av okkum og tora at
hygg ja veljaran í eyguni eftir
vali.
Í hesum sambandi hugsar
hann mest um, at flokkurin
skal vera trygdin fyri, at
væl ferðar tænasturnar í sam-
felag num ikki detta sundur.
- Okkara mál skal fram-
vegis verða at teljast ímillum
teir fýra stóru flokkarnar,
men prísurin skal ikki verða,
at tað samhaldsfasta sam-
felag ið dettur sundur og vit
skulu eisini hugsa long ur
fram enn til næsta løg tings-
val.
Samríkjaflokkur
Og so staðfesti nýggi for-
mað urin eisini, at Jav n-
að ar flokkurin er ein sam-
ríkja flokkur,
sum
ikki
setir vælferðina í vanda í
strembanini eftir sjálv bjarg-
ni.
Men hví er tað yvirhøvur
neyðugt at minna fólk á, at
Javn að arflokkurin er ein
sam ríkja flokkur? Hevur tað
nakran tíð verið eitt ivamál?
- Í mínari verð hevur tað
ongan tíð verið eitt ivamál,
men summi hava gjørt tað til
eitt ivamál, so hetta er bara
ein staðfesting av støðuni.
Er hetta fyri at trygg ja
tykk um, at tey sam bands-
sinn aðu
javn að ar fólkini
verða verandi í flokkinum
og ikki stinga av yvir í Sam-
bands flokk in
- Nei, hetta er fyri at stað-
festa, at soleiðis hevur tað
alt íð verið og soleiðis fer tað
at verða verandi, sigur Aksel
V. Johannesen.
Áki Bertholdsen
Hvussu nógv skulu tey við
góðari løn, rinda til okkara
felags samfelagsliga húsar-
hald og, hvussu nógvar byrð-
ar skulu leggjast á tey við
lágari løn?
Hetta er ein spurningur,
sum Aksel V. Johannesen,
ný vald ur formaður í Javn að-
ar flokkinum ætlar at seta á
dags skrá.
Hann leggur stóran dent á
at geva hugtakinum um tað
sam halds fasta
samfelagið
eitt veruligt innihald.
Í hesum sambandi ætlar
hann at seta fleiri mál á dags-
skrá, sum flyta nógv gjøld frá
teim um lægri løntu yvir á
teir breiðaru herðarnar, sum
orka betri at bera.
Tað staðfestir hann, nú vit
fingu orðið á hann í morgun,
beint áðrenn hann fór und-
ir sín fyrsta arbeiðsdag sum
nýggj ur formaður í Javn að-
arflokkinum .
Rentustuðulin
skerjastt
Í hesum sambandi hugsar
hann um rentustuðulin til
sethúsaeigarar. Men hann
hugs ar
samstundis
um
skatta frádráttin
til
fiski-
menn, um skatta viður skiftini
hjá teimum, sum arbeiða
und ir nettoskattaavtalum og
hann hugsar tilfeingisgjald.
- Í løtuni ber til at fáa
stuðul av rentum upp til
150.000 krónur og tað svarar
til eitt húsalán upp á yvir
tríggj ar milliónir.
- Men tað er ikki rímiligt,
at fólk, sum byggja so stór og
dýr hús, framvegis skulu fáa
full an rentustuðul.
Hann sigur, at tað er ikki
rími ligt, at tey, sum byggja
eini hús, sum eru yvir miðal,
fáa fullan rentustuðul til
tað, tí vit eru øll felags um at
rinda hendan rentustuðulin,
eisini vanligir løntakarar og
stak ir uppihaldarar.
Dagstuðul til
fiskimenn
Aksel V. Johannesen heldur
eisini, at skattafrádrátturin
til fiskimenn er órættvísur.
- Er tað rímiligt, at ein
fiski maður, sum er við ein-
um góðum báti og for vinn-
ur 500.000 krónur um árið,
skal
hava
størri
skatta-
frádrátt enn ein, sum for-
vinn ur 300.000 krónur, hó ast
báðir eru líka nóvar dag ar í
sjónum, spyr nýggi Javn að-
ar for maðurin.
Hann vísir á, at ein grund-
geving
fyri
frá drátti num
er, at fiskimenn er burtur
heimanífrá og ikki fáa tikið
lut í samfelagsins tilboðum
á jøvnum føti við heimafólk.
Tí heldur hann, at ein
rættvísari skipan hevði ver-
ið at latið ein ávísan frá drátt
fyri hvønn dagin, ein fiski-
mað ur varð burtur, heldur
enn at frádrátturin er 15% av
hýru ni, sum hann er í dag.
Hann sigur, at hann er
farin at kanna um hetta er
ein skipan, sum tað ber til
at seta í verk, tí hann heldur,
at frádrátturin skal ikki vera
treyt að ur av hýruni men
held ur av, hvussu nógvar
dag ar, ein er til skips.
Nýggi formaðurin spyr
eisini um tað er órímiligt,
at
krevja
eitt
skynsamt
tilfeingisgjald frá teimum,
Aksel er til reiðar at ve
AKSEL TIL VERKA Vit skulu avgjørt ikki vinna
næsta løgtingsval fyri einhvønn prís, tí vit skulu
eisini tora at hyggja veljaran í eyguni dagin eftir
valið, sigur nýggi formaðurin í Javnaðarflokkinum
LØGMAÐUR
Eg havi bjóðað meg
fram at verða formaður
Javnaðarfloksins og tað
ber eisini í sær, at eg eri
løgmansvalevni floksins.
Men tað eri eg greiður yvir
og til reiðar at vátaka mær,
sigur Aksel V. Johannesen
Aksel vil hava tey ríku at
SAMHALDSFESTI Sleppa tey
ríku ov lætt, noyðast hini
bara at rinda meir og tað eru
politiskir spurningar, sum nýggi
formaðurin í Javnaðarflokkinum
ætlar at seta á dagsskrá