Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-07, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. mars 2011síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 7. mars 2011 · Nr. 28 8 Sosialurin Snorri Brend Eitt eyðkenni fyri føstuna eru føstugudstænasturnar. Her hava prestar úr einum prestagjaldi hava møguleika fyri at prædika í eini kirkju í einum øðrum prestagjaldi. Í Suðurstreymi verða hes­ ar gudstænasturnar hildnar mikukvøld í teimum trimum kirkjunum ­ Vesturkirkjuni, Havnar kirkju og í Hoyvíkar kirkju. Tvær gudstænastur verða í hvørjari kirkju, men hesaferð við eini rættiliga stórari broyting. Vanliga hevur talan ver ið um eina vanliga guds tæn­ astu, har teksturin hevur peikað fram ímóti páskum. Soleiðis verður eisini hesa­ ferð, men tó við fleiri øðrvísi “innsløgum”: Líðingarsøgan ella passi­ óns­søgan fer at verða lisin, ein serligur føstusálmar verða sungnir, passiónstónleikur verður at hoyra og passións­ listin verður ummæld, og listafólk greiða frá síni egnu pasiónsslist. Fyrsta gudstænastan verð ur mikukvøldið klokkan 20 í Vesturkirkjuni, har nýggi sóknarpresturin í Fugla­ fjarð ar prestagjaldi, Anne Mette Greve Klemensen fer at prædika. Í samband við hesa guds­ tænastuna fer Eyðun Eliasen, arkitektur at greiða frá. Eisini er ein løta við kvirru. Eftir gudstænasta er kaffi at fáa. Samantvinna listina og gudstænastuna Tey seinnu árini hava ikki so mong fólk verið til tær serstøku kvøldgudstænasturnar í føstuni. Nú hava prestarnir í Suðurstreymoyar prestagjøldum tikið avgerð um at endurnýggja hesar gudstænastur nakað. - Í februar mánaði komu 5,3 % minni inn í skatti, verður sagt úr Vestmanna kommunu. Tølini fyri inntøkurnar hjá kommununum vísa, at Vest­ manna fekk góðar 2,5 mió krónur inni í skatti, í mun til 2,7 í februar í fjør. Í miðal høvdu aðrar komm unur 2,04 prosent afturgongd, men í Vestmanna var afturgongdin heldur størri ­ 5,33%. ­ Vit høvdu væntað eina afturgongd, av tí at onki arbeiði hevur verið á fiska­ virk inum, verður sagt úr Vestmanna kommunu. Haraftrat lógu skipini eisini stóran part av mánað inum. Fleiri aðrar kommunur, sum eru tengdar at fiski­ vinnuni, høvdu afturgongd, ­ onkur teirra væl størri afturgongd: Runavík 6,88%, Fuglafjørður 11,07%, Kvívík 12,68%, Nes 13,70% og Hvalba 22,57%. ­ Higartil í ár er skatta inn­ tøkan hjá okkum 4,42% lægri enn í fjør, staðfestir Vest­ manna kommuna. snorri@sosialurin.fo Vestmanna: Afturgongdin kom ikki óvart á Oyggja blaðið mikudagin: Viðareiði Komandi mikudag viðger Oyggjablaðið okkara norðastu bygd. Her hevur tú møguleika at hitta nøkur av spennandi fólkunum í bygdini. Lesið um: Malan elskar at ganga heima Esmar arbeiðir fisk í Norðdepli Elisabeth stríðist fyri tryggum vegasambandi Rói: Vit mugu hugsa frameftir Tríggjar vinkonur sum dáma hestar ØÐRVÍSI Í ár verða føstugudstænasturnar í Suðurstreymoy munandi øðrvísi enn undanfarin ár. Okkurt verður sum tað plagar, men nógv nýtt er á skránni, nú fyrsta føstugudstænastan verður mikukvøldið í Vesturkirkjuni Fyri at minka um ferðina inni í bygdum øki, fer Hvalbiar kommuna nú at seta ávís ferðslutiltøk í verk, bæði í Sandvík og Hvalba Í Sandvík skal setast upp eitt stopp­skelti á niðara enda á Kirkjuvegi. Her verður eisini eitt øki, har ein bert hevur loyvi til at koyra við avmarkaðari ferð ­ 30 km/t. Í Hvalba verða tvey øki, har ein bert hevur loyvi at koyra við hesi ferðini. Annað økið er inni í bygd­ ini, meðan ein bert hevur loyvi at koyra 30 á Nesi. Sagt verður, at henda broytingin kom í gildi 1. mars, ella so skjótt sum skeltini eru sett upp. snorri@sosialurin.fo Hvalbingar skulu koyra spakuligari Lítið og einki fiskaarbeiði hevur verið í Vestmanna í ár, og tað sæst aftur í skattainntøkuni hjá kommununi