mánadagur 7. mars 2011síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 7. mars 2011 · Nr. 28
Sosialurin
Eirikur Lindenskov
– Vodafone setur nú ferð á
internetið í Føroyum. Ferðin
á skjótasta sambandinum
fer nú upp í 20 megabit.
Sam stundis økist ferðin á
øllum ADSL internethaldum
til privatkundar, sum hava
flatrate frá Vodafone, og
prísurin á øllum hesum
haldum fer niður.
Soleiðis sigur Voda fone
í fráboðan um prís lækk ing
arnar.
– Allir privatkundar hjá
Vodafone fáa nú meira ferð
fyri pengarnar, tá teir eru á
internetinum. Vodafone kom
við flatrate til føroyingar og
var veitarin, sum setti ferð
irnar upp. Nýggju ferðirnar
hava vit havt ætlanir um
í eina tíð, og løtan er nú at
fremja tær, sigur Bjarni A.
Bjarnason, stjóri á Vodafone,
nú felagið hevur gjørt av
at økja ferðina á øllum
internethaldum og lækkar
prísin á øllum ADSL flatrate
haldum.
Higartil hava privatkundar
í mesta lagið kunnað keypt
internetferð á 10 megabit,
men Vodafone økir nú ferð
ina á hesum haldum upp til
20 megabit. Kundar, sum ídag
hava 6 ella 10 megabit ferð,
fáa nú ferðir upp í 20 mbps,
og kundar við 4 mbps fáa 10
mbps. Hesir kundar fáa eisini
eina príslækkan, sum er upp
í 37 prosent. Kundar við 2
mbps fáa 3 mbps og eina
príslækkan á 10 kr.
– Við hesum hava vit
fing ið ein meira einfaldna
bygnað á okkara tænastum
og munurin millum hægstu
og lægstu ferð í prísi er
minkaður nógv. Nú kunnu
okkara kundar fáa 10 ferðir
meira ferð fyri einans 130 kr.
eyka um mánaðin og upload
ferðin á 10 og 20 mbps verður
1 mbps.
Vodafone kunnar meira
um hetta á heimasíðuni
www.vodafone.fo, og hvat
hugtakið »upptil« merkir, og
um tað er neyðugt at skifta
beinara (routara) fyri at
fáa fullan ágóða av nýggju
ferðunum.
Vodafone fremur hesar
broytingar sjálvvirkandi fyri
sínar kundar. Broytingarnar
verða framdar leypandi í
mars mánaði, og prísirnir eru
galdandi frá 15 mars.
Sambært Vodafone kunnu
hesini støðini ikki fáa 3 mbps
breiðband enn:
Bøur, Dalur, Funningur,
Gásadalur,
Gjógv,
Kunoy,
Nólsoy, Norðradalur, Saksun,
Syðradalur á Kalsoy og Syðra
dalur á Streymoy.
Kundar, sum hava semi
flatrate fáa ferðhækking,
men ikki príslækking. Eingin
broyting verður hjá kundum
við Wimax breiðbandstøkni,
verður sagt av Vodafone.
Tíðindaskriv
Kamarkórið
Tarira,
und ir leiðslu av Sunleif
Ras mussen,
framførir
komandi vikuskifti verk
eftir tónaskaldið Arvo
Pärt.
Fríggjakvøldið 11. mars
klokkan 19:30 verður
konsert í Vesturkirkjuni
í Tórshavn. Leygardagin
12. mars klokkan 16:00
verður konsert í Fríð
rikskirkjuni á Toftum.
Arvo Pärt er føddur í
1935 í Estlandi og er ein
av mætastu núlivandi
tónasmiðunum í heim
in um innan sakral an
tónleik.
Pärt
byrj aði
tón listarligu út búgv ing
ina sum 7 ára gamal, og
longu sum ungur tann
áringur skrivaði hann
sín egnan tónleik. Sagt
verður um hann, at hann
kundi bara rista tónar úr
ermuni.
Síðani
1970
árini
hevur Pärt ment sín
heilt egna og sermerkta
tón listarliga stíl við sera
minimalistiskari
ljóð
mynd har hann m.a.
brúkar íblástur frá Gre
gori anskum sálma sangi.
Undir russisku her seta
nini av Estlandi rýmdi
Pärt úr Estlandi og hevur
búðleikast í Wien og
Berlin, men í 2000 flutti
hann
til
heim landið
aftur og býr nú í høv
uðss taðnum Tall inn.
Tarira ber stóran als
til tónleikin hjá Arvo
Pärt og hevur áður
sung ið verk eftir hon
um á konsert í 2003, og
var móttøkan sera góð.
Nú er stundin kom in
til aftur at seta framúr
góðu verkini á kon
sertskránna.
Fyri veruliga at vísa
margfeldið innan tón
leikin hjá Pärt hevur
Tarira valt at fáa Gud
mund Mortensen, organ
ist, at framføra eitt verk
á urgu og hava fylgispæl
til annað verk saman við
kórinum. Harumframt
fara tríggir strúkarar at
hava fylgispæl til verkið
“De Profundis”, ið eisini
er á skránni.
Sangir úr
dýpinum
KONSERT Tarira framførir
konsert við tónleiki
eftir Arvo Pärt
Vodafone lækkar
gjøldini
INTERNET Allir privatir ADSL flatrate kundar hjá
Vodafone fáa príslækkan og ferðhækkan
Nýggju internetferðirnar eru hesar:
2 mbps = > upptil 3 mbps/0,5mbps (365,- kr.
per mðr.) Príslækkan á 10 kr. um mánaðin
4 mbps = > upptil 10 mbps/1 mbps (445,-kr
per mðr.) Príslækkan á 25 kr. um mánaðin
6 mbps = > upptil 20 mbps/1 mbps (495,- kr.
per mðr.) Príslækkan á 115 kr. um mánaðin
10 mbps => upptil 20 mbps/1 mbps (495,-kr.
per mðr.) Príslækkan á 300 kr. um mánaðin.
Fakta