Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-07, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. mars 2011síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 7. mars 2011 · Nr. 28 10 Sosialurin Vilmund Jacobsen Í rættinum førdi reiðarin fram, at tá menninir høvdu fingið seks mánaðar uppsagnarløn, áttu teir ikki eisini rætt til endurgjald sambart sjómanslógini. – Men dómurin var heilt greiðir, staðfestir Føroya Skipara-og Navigatørfelag (FSN) á síni heimasíðu. Lagt verður aftrat, at hóast sáttmálin hjá FSN hevur eina longri uppsagnarfreist enn sjómanslógin, merkir hetta kortini ikki, at sjómenninir missa rættin til serstakt endurgjald sambært grein 41 í sjómanslógini. Føroya Skipara-og Navigatørfelag upplýsir, at talan er um fimm limir, sum sigldu við Lómi og Bliki, tá skipini vórðu seld av landinum. – Kravið var 727.000 krónur umframt rentur frá november 2008 at rokna. Vit fingu eisini 45.000 krónur í sakarmálsútreiðslum, sigur felagið. P/F Faroe Ship hevur nú eina freist á 4 vikur, um tey vilja kæra dómin til Landsrættin. vilmund@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen Norðoya Íløgufelag hevur keypt trolararnar, Polarhav og Stjørnuna og 25% av partapeninginum í Tavuni. Tað váttaði Leif Abraham- sen, nevndarformaður í Norðoya Íløgufelag, fyri Vága- portalinum leygarkvøldið. – Polarhav og Stjørnan fiska gulllaks ein part av árinum, sum verður avreiddur til Tavuna, og tað koma teir framhaldandi at gera, sigur hann. Lagt verður aftrat, at hin partin av árinum, tá skipini eru á upsaveiði, er ætlanin, at tey skulu leggja veiðina upp til Kósina. Sambært nevndarfor- manninum í Norðoya Íløgu- felag skal JFK Trol við Hanusi Hansen reiða skipini út, og manningin verður hin sama, sum hon er í dag. Sosialurin royndi í morgun at fáa viðmerkingar til søluna av skipunum frá Tummasi Justinussen og Osmundi Justinussen, men teir sótu báðir á fundi, og Osmund væntaði, at teir fóru at verða upptiknir í allan dag. Óalmennur prísur Leif Abrahamsen sigur við Vágaportalin, at Polarhav og Stjørnan eru yvirtikin fyri tað, sum tey standa í. Leif Abrahamsen vil heldur ikki siga nakað ítøki- ligt um, hvat Norðoya Íløgu- felag hevur keypt tey 25% av Tavuni fyri. Tað einasta, hann sigur, er, at íløgan tilsamans liggur millum 50 og 100 miljónir krónur. Sosialurin skal ikki gera seg klókan upp á søluprísin fyri skipini og tey 25% av Tavuni, men tá sagt verður, at skipini eru seld fyri “restskuld”, ljóðar hetta ikki serliga sannførandi. Vit fara at práta við Osmund Justinussen um, hvat liggur aftanfyri søluna av skipunum til blaðið mikudagin. Norðoya Íløgufelag er íløgufelag, sum Føroya- grunnurin frá 1971 eigur og rekur. Føroyagrunnurin frá 1971 er vinnurekandi grunnur, sum hevur til endamáls at eiga partapening í JFK og øðrum fyritøkum. Polarhav og Stjøran eru smíðað í 2004, og Tavan hevur virkað gulllaks síðan 1994. vilmund@sosialurin.fo Polarhav og Stjørnan til Málið, sum Føroya Skipara- og Navigatørfelag hevur koyrt í rættinum, snýr seg um menn, sum vóru við Lómi og Bliki Uppsagnir fingu eftirspæl Føroya Skipara-og Navigatørfelag hevur fingið viðhald í Føroya Rætti í einum sakarmáli, sum felagið hevur ført vegna nakrar limir, sum vórðu uppsagdir av P/F Faroe Ship. – Vit kravdu, at hesir áttu rætt til endurgjald fyri drúgva tænastu, sigur felagið SØLA Nógvar sølur eru farnar fram seinastu tíðina, bæði av ognum, sum Faroe Seafood samtakið átti, men eisini eru onnur vinnugøgn í virknum feløgum handlað og hava soleiðis skift eigarar