Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-07, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. mars 2011síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mánadagur 7. mars 2011 · Nr. 28 Sosialurin Ein tilkomin maður, sum var í Rúsuni fríggjadagin, varð meldaður av starvsfólkunum, tí hann gekk fram við kassanum uttan at gjalda fyri eina hálva fløsku, sum starvsfólkini vistu, at hann hevði tikið úr handlinum og hevði uppi á sær. Í Rúsuni afturhildu tey mannin, til løgreglan kom á staðið. Vakthavandi sigur, at maðurin hevði tikið við sær eina hálva fløsku av brennivíni, sum hann ikki ætlaði sær at gjalda fyri. - Vit staðfestu, at tað var rætt, sum starvsfólkini søgdu, og maðurin varð ákærdur og fekk bót á staðnum, sum tað verður rópt. Vakthavandi sigur, at ein slík bót av- hongur av, um viðkomandi hevur stolið áður, og hvussu stórur stuldurin er. - Vanligt hevði verið at givið eina ávaring í fyrsta umfari, men í hesum førinum var hetta ein gamal kenningur, sum tey í Rúsuni høvdu eyguni eftir - og soleiðis avdúkaðu fyri stuldur, tá viðkomandi bara gekk fram við kassanum uttan at gjalda, sigur vakthavandi á løgreglustøðini. Vakthavandi sigur, at tað meiri enn so kemur fyri, at tey verða boðsend, tí handilsfólk meta, at stuldur er framdur. - Men hetta er ikki spesielt í Rúsuni, verður lagt aftrat. vilmund@sosialurin.fo Klaksvíkar Stjól í Rúsuni Vilmund Jacobsen Tá gulllaksavirkið Sp/f Tavan í Leirvík varð kosið á vera Ársins Virki á vinnudegnum seinasta, tóku stjórin, Jóan Magnus Rasmussen og Osmund Justinussen, sum er í nevndini í felagnum, móti heiðrinum. Nú tað í vikuskiftinum frættist, at Norðoya Íløgu- felag hevur keypt ísfiska- trolararnar, Polarhav og Stjørnuna og 25% av Tavuni í Leirvík, er tað parturin hjá Osmundi og øðrum, sum er seldur. Kom knappliga Jóan Magnus Rasmussen, stjóri í Tavuni, sigur við Sosialin í morgun, at sølan av skipum og virki er hend knappliga. – Jú, hetta er hent rættiliga knappliga, men vit vóna, at alt verður, sum tað var. Vit hava skilt, at Polarhav og Stjørnan framvegis fara at fiska gulllaks í vertíðini, og vit vóna eisini, at áhugamálini hjá teimum, sum nú koma at taka partin hjá Osmundi og øðrum, hava somu áhugamál við virkseminum, sum vit hava havt. Jóan Magnus Rasmussen sigur seg ikki vera órógv- aðan av broyttu eigaraviður- skiftunum, men viðgongur, at tingini eru hend knappliga. Góð útlit Stjórin veit annars at siga, at útlitini fyri árið í ár eru hampiliga góð. Sp/f Tavan hevði sín higar- til besta ár í fjør, tá avlopið var umleið 10 miljónir krónur. – Vit ætla okkum í gongd aftur við gulllaksavirk- seminum, tá vertíðin byrjar aftur. Hetta verður væntandi, tá vit koma út í apríl. Í vetrarhálvuni virkar Tavan upsa, men í ár hava nøkur av upsaskipunum ligið, tá tey fóru av knóranum, og haraftra hevur fiskiflotin verið raktur av verkbanni. – Vit plaga at arbeiða eini 2000 tons av upsa um árið, og hugsandi er, at nøgdin verður nakað minni í ár. Tó hava vit hava nógv at gera á virkinum seinastu 14 dagarnar, sigur Jóan Magnus Rasmussen, stjóri í Tavuni í Leirvík. vilmund@sosialurin.fo Myndin er tikin í Norðurlandahúsinum, tá Tavan í Leirvík varð kosin at vera Ársins Virki Mynd: Jens Kristian Vang. Osmund tekur seg úr Tavuni SØLA Tá Norðoya Íløgufelag hevur keypt ísfiskatrol­ ararnar, Polarhav og Stjørnuna og 25% av Tavuni í Leirvík, er parturin í Tavuni tann, sum Osmund Justinussen og aðrir áttu. – Hetta hendi ógvuliga knappliga, sigur stjórin, Jóan Magnus Rasmussen Fakta Polarhav og Stjørnan Smíðistaður: Akranes, Ísland Ár: 2004 Longd: 37 metrar Breidd: 8,50 metrar BT: 425 Maskina: Mitsubishi, 6s, 4t Maskinorka: 662 kW/900 HK Ferð: 10 sjómíl Tá sagt verður, at skipini eru seld fyri “restskuld”, ljóðar hetta ikki serliga sannførandi