Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-07, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. mars 2011síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 7. mars 2011 · Nr. 28 12 Sosialurin Jan Müller Avgerðin hjá amerikanska oljufelagnum ExxonMobil at keypa seg inn í heili trý leitiloyvi hjá Statoil á før­ oyska landgrunninum hevur eftir øllum at døma avgerandi týdning fyri frñamtìðar oljuleiting við Føroyar. Rúni M. Hansen, stjóri í Statoil er sera fegin um at hava gjørt avtalu við heimsins størsta oljufelag og fer Statoil nú at brúka allar kreftir til arbeiði sítt á Føroyaøkinum. Loyniorðini í hesi fyri Føroyar risastóru verkætlan er býti av váða. Upprunaliga varð Statoil nærum einsamalt í eini komandi boring, ein óhald bar støða, og tí varð tað sera kærkomið, at eitt ann að oljufelag og entá tað størsta í heiminum, bráddliga vildi vera við at deila váðan í ikki bert komandi boring í summar men eisini í øðrum møgu­ ligum framtíðar brunn um. “Mirakkul” Ein kelda í oljuheiminum sig ur við Sosialin, at fyri leit­ ingina við Føroyar er henda gongdin einki minni enn eitt “mirakkul”, tí hetta tekur broddin av afturgongdini í leitingini, har fleiri feløg eru rýmd, og har Statoil tí sat eftir nærum einsamalt við so nógvum loyvum. Lykilin til loksins at lata upp fyri loyvunum eigur nettupp ExxonMobil. – Henda nýggja støðan ger, sigur Rúni M. Hansen, at tað verður borað í summar, og kann eitt líkinda úrslit av hesi boring hava við sær, at tað koma aðrir brunnar aftrat næstu árini. Rúni M. Hansen dylur ikki fyri, at tey eru sera væl nøgd at hava fingið hetta felagið við í samtakið, tí talan er um eitt ábyrdarfult og gott felag, sum kemur við bæði tøkniligari eksper­ tisu og royndum umframt stórari fíggjarligari styrki. Samanumtikið ein vinnara­ støða fyri bæði føroyska samfelagið og tey trý olju­ feløgini, sum fara at bora í summar. jan@sosialurin.fo Jan Müller Hann vísir á, at hetta er ein sera týdningarmikil brunnur fyri Statoil í hesum árinum. Ikki minst tí at felagið um­ situr eitt so stórt øki á før­ oyska landgrunninum er hes in brunnurin av alstórum týdningi at skilja alt økið betri. Men hann dylur tó ikki fyri, at hetta er eitn verk­ ætlan við stórum váða og sum ikki er roynd áður. Uppá fyrispurning um Statoil hevur dugað væl at marknaðarføra føroysku økini, nú ExxonMobil hevur bitið á, sigur Terje Dahl, at amerikanska oljufelagið hev ur eins og fleiri onnur oljufeløg fingið innlit í tær kanningar og tulkingar, sum Statoil hevur gjørt av økinum. Og tað eru so teirra egnu tulkingar av hesum tilfarinum, ið hava gjørt, at ExxonMobil hevur gjørt av at keypa seg inn í trý av loyvunum. Terje Dahl sigur, at tøknin, sum verður brúkt og ment í leitingini í Føroyum kann eisini fáa stóran týdning fyri leiting í norskum øki og úti í heimi, har Statoil arbeiðir og her serstakliga har arbeitt verður í basaltøkjum. Hóast tøknin at síggja gjøgnum basaltið er nógv ment, so er basaltið framvegis ein stór avbjóðing. Vit spurdu Terje Dahl, hvussu stórt sannlíkið er fyri at gera eitt fund í summar. – Tað er greitt, at tá vit gera eina so stóra íløgu á før oyska landgrunninum í summar, so er tað tí, at vit vóna at kunna finna kolvetni í rakstrarverdugum nøgdum. Sjálvur haldi eg, at hetta brunnur, sum er “vældig spændende for os”, sum hann málber seg á móðurmálinum, og so mugu vit bara síggja, hvat boringin kemur til. Havið tol – Nógvir føroyingar halda, at tað gongur ov seint. Sjey brunnar eru boraðir og enn er einki veruligt fund gjørt. Eiga føroyingar framvegis at brynja seg við toli? – Tað haldi eg avgjørt. Mong dømi eru eisini um, at man hevur borað brunnar, sum vórðu turrir ella so og síðani hevur vent aftur til sama økið við nýggjum brillum og hevur gjørt eitt fund. Nógv av teimum fundum, sum í dag verða gjørd í norskum øki, eru í loyvum, har tað er borað fyrr uttan úrslit og har loyvini eru latin aftur. So tað ræður um at síggja møguleikarnar. Tað er greitt, at norski leitistjórin við hesum sipar til Brugdubrunnin, sum Statoil boraði í 2001. Tá vórðu stórar vónir til eitt fund, og tað vórðu eisini gjørd sera stór framstig við at bora gjøgnum basalt. Sum so var tann brunn urin eitt gjøgnumbrot fyri hetta slagið jarðfrøði. Nú verður so farið at bora í sama umhvørvi um enn ikki júst á sama stað. Sum skilst verður hesaferð borað væl djúpri, harfrá eisini navnið “Brugdan Deep”. Eins og við øðrum brunnum á landgrunninum, so verður mett, at Brugduborurin kom ikki nóg langt niður í undir grundina. Ein orsøk vóru tøkniligir trupulleikar við boringini, at borurin rætt og slætt stóð fastur. Møguleiki var tá ikki fyri at fara longur niður. Tað er við hesum lærdómi, at Statoil, ExxonMobil og Atlantic Petroleum nú fara undir at bora aftur í summar. Hóast Brugdan var eitt vónbrot, so gav hon so nógvar týðandi upplýsingar, og eisini fanst gass í undirgrundini, at tað nú verður farið longur niður. jan@sosialurin.fo Møguliga fleiri nýggir brunnar Brunnar – Fer boringin í summar at geva nýggjar og týð­ andi upplýsingar um kolvetni í før oysku undirgrundini, kann tað hava við sær fleiri brunnar aftrat næstu árini heldur Rúni M. Hansen, stjóri hjá Statoil. Hesir tríggir garparnir ætla sær at finna fyrstu føroysku oljuna í summar ella heyst. Fv. Rúni M. Hansen, stjóri í Statoil, Erik Oswald, stjóri hjá ExxonMobil og Ben Arabo, stjóri hjá Atlantic Petroleum Mynd Jan Müller Spennandi Statoilbrunnur í summar 8. Brunnurin – Vit skulu til at bora ein sera spennandi brunn í summar sigur varaforsetin hjá Statoil fyri altjóða leiting, Terje Dahl. Terje Dahl, varaforseti fyri altjóða leiting hjá Statoil: -Brunnurin, sum vit skulu bora í í Føroyum í summar, sær sera spennandi út Mynd Jan Müller