mánadagur 7. mars 2011síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 7. mars 2011 · Nr. 28
Sosialurin
Jan Müller
Franska kolvetnisfyritøkan
Total er saman við danska
DONG í ferð við at fremja
eina stóra útbygging av
gass feltum miðskeiðis mill
um Hetland og føroyska
markið.
Fleiri
gasskeldur
skulu byggjast út saman
við útbyggingum á landi
fyri meira enn 25 milliardir
krónur komandi árini. Hetta
stóra arbeiðið er byrjað,
og fyrsta gassið frá hesum
keldum kemur upp í 2014.
Og hyggja vit í ein sunn
an og í ein vestan, so er
eisini her talan um út bygg
ingar umframt boring av
av markingarbrunnum, sum
oftani enda við eini út bygg
ing. Talan er um ikki færri
enn
fýra
ymiskar
verk
ætlanir.
Ein er útbygging av risa
stóra
Clairfeltinum,
sum
goymir
óteljandi
tunnur
av olju. Henda keldan varð
funnin longu í 1977, men
ikki fyrr enn fyri fáum
árum síðani, varð tøknin so
mikið ment, at til bar at fáa
oljuna upp. Nú verður enn
ein partur av Clairfeltinum
útbygdur aftrat tí parti,
sum longu framleiðir olju.
Henda
útbygging
verður
klár
komandi
árini
og
fer at økja munandi um
bretsku oljuframleiðsluna.
Fara vit longur suður, so
verður gjørd stór íløga í eitt
spildurnýtt
goymslu
og
framleiðsluskip (FPSO), sum
skal avloysa verandi skip
á Shiehallionleiðini, ið er
tað feltið í Bretlandi, sum í
dag frameiðir mest av olju.
Nýggja
framleiðsluskipið
verð ur tikið í nýtslu í 2015.
Rosebank og Cambo
Fara vit nú nærri Føroyum, so
finnast her tvær møguligar
útbyggingar, Campofeltið og
Rosebankfeltið. Hesi liggja
einans fáar kilometrar frá
markinum og verður støða
tikin til møguliga útbygging
komandi árini.
Cambo, sum liggur longri
syðri, er mett at goyma einar
200 milliónir tunnur av olju. Ì
mai verður fjórði brunnurin
á hesum feltinum boraður av
boriskipinum Stena Carron.
Tað er Amerada Hess, sum er
fyristøðufelag. Nógv bendir
á, at feltið verður útbygt.
Nakað
norðanfyri
og
fram vegis tætt við markið
liggur
Rosebankkeldan,
sum skal goyma einar 500
milli ónir tunnur av olju. Tað
nýggjasta her er, at keldan
mest sannlíkt verður útbygt,
og at fyrsta olja kemur upp
í ár 2017. Endalig avgerð um
hesa útbygging verður tikin
í 2013 og fer hon at kosta
millum 6 og 8 milliardir
doll arar veit oljublaðið Up
stream at siga frá.
Talan er her um eina út
bygging, sum setir stór krøv
tøkniliga, tí oljan liggur í
ymiskum basaltløgum og
á stórum dýpi. Tað verður
ein
avbjóðing
fyri
fyri
støðu felagið
Chevron
at
fáa oljuna upp, tí dýpið er
meira enn 1000 metrar, og
tí skulu nýggjar kanningar
gerast, antin tað so verður
eitt oljuskip skal taka ímóti
oljuni heldur enn ein van
ligur framleiðslupallur.
Týdning fyri Føroyar
Fyri fleiri av hesum út
bygg ing er tað galdandi, at
infrastrukturin er avgerandi,
tvs. at møguligt verður at
flyta olju og gass víðari til
lands. Og tað kann fáa stóran
týdning fyri framtíðar út
byggingar við Føroyar eisini.
Verður føroyska oljan og
gassið funnið tætt við markið,
so er ikki av leið at hugsa,
at íløgur í infrastruktur
bretsku megin markið eisini
kunnu koma útbyggingum
á føroyska landgrunninum
væl við.
Tað verða eisini boraðir
áhugaverdir brunnar vest
an fyri Hetland, sum í fram
tíðini eisini kunnu enda
við útbyggingum. Her fyri
gjørdi Dong stórt gass fund,
sum í løtuni liggur á tekni
borðinum. Her kann eisini
blíva talan um útbygg ing. Ein
tann mest spennandi brunn
urin, sum í løtuni verður
boraður vestan fyri Hetland,
er Lagavulin. Chevron er
fyristøðufelag og er eisini
Faroe Petroleum við í hesi
boringini. Tað ljóðar, at veðrið
hevur tarnað arbeiðinum
nógv og at brunnurin fer at
verða sera dýrur, tá avtornar,
og so vita vit heldur í løtuni,
um hann er eitt fund ella
turrur.
Samanumtikið
kann
sig ast, at verulig gongd er
komin á bæði leiting og
útbyggingar á Atlants mót
inum. Tað eru ikki so nógv ár
síðani, at myndin sá øðrvísi
út.
Framtíðar
vánirnar
fyri menning av økinum
vórðu ikki alt ov góðar, eitt
nú tóku fleiri av teimum
stóru
oljufeløgunum
seg
úr Føroyaøkinum. Nú er
henda gongd heilt vend, og
her munnu eisini hækkaðu
oljuprísirnir hava sína stóru
ávirkan.
jan@sosialurin.fo
Risastórar útbyggingar
á Hetlandsleiðunum
Grannin Um somu tíð sum amerikanska oljufelagið ExxonMobil er farið at hjálpa
norska Statoil at trýsta á speedaran í føroysku oljuleitingini verða lagdir lunnar undir
umfatandi útbyggingarætlanir av olju- og gasskeldum á Hetlandsleiðunum.
Stena Carron, sum í løtuni
borar Lagavulin brunnin
vestan fyri Hetland og
sum í mai skal til at
bora á Cambofeltinum
skamt frá markinum.
Clair oljufeltið, sum varð funnið í 1977, var í mong ár ein sovandi risi. Tøkniligi
framburðurin hevur tó gjørt, at enn ein útbygging nú verður framd.