mánadagur 7. mars 2011síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 7. mars 2011 · Nr. 28
14
Sosialurin
Lógvabrestir. Nógvir lógva
brestir. Í rúma tíð.
Reaktiónin hjá javnaðar
fólkum á landsfundi um
vikuskiftið var týðilig.
Tað sóu og hoyrdu vit,
sum høvdu høvi at fylgja
javnaðarfundinum á inter
netinum.
Hvøllu lógvarbrestirnir
hoyrdust, eftir at nývaldi
formaðurin, Aksel Johanne
sen, í fyrstu formansrøðu
síni staðfesti hetta:
»Javnaðarflokkurin
er
ein samríkisflokkur, sum
ikki vil seta vælferðina í
vanda fyri at fáa fullveldi«.
Lógvabrestirnir
fyltu
tann
fullsetta
salin
í
Norðurlandahúsinum.
Uppgerð við
fullveldisrákið
Góði Aksel, hetta eru vís
orð, og vónandi býr álvari
aftan fyri tey. Tá hevur tú
av røttum sett út í kortið
av nýggjum fyri Javnaðar
flokkin.
Vit eru fleiri, ið halda
okkum síggja, at tú sum
leiðari ætlar at gera upp
við eitt 10 ára drúgvt full
veldistíðarskeiðið í flokki
num. Nýggja stavnhaldið
má metast at vera víð
skygdari enn tann politiska
hugsanin, sum eftir øllum
at døma endar við formans
skiftinum leygardagin.
Sonevndir »politiskir við
merkjarar« skulu sjálvandi
takast við einum ávísum
fyrivarni. Men eg hugsi, at
onkur teirra hevur rætt í,
at 10 ára afturgongdin hjá
Javnaðarflokkinum hongur
neyvt saman við, at flokkur
tín hevur verið meira full
veldisorienteraður,
enn
veljarar floksins vilja.
Tí er undirtøkan fyri
stóran part komin yvir
til okkara í Sambands
flokkinum.
Javnaðarfólk
vita,
at
fullveldi kostar vælferð.
Vit eru nógv, sum fegnast
um, at Javnaðarflokkurin
nú vónandi aftur verður
at finna millum okkara, ið
síggja Ríkisfelagsskapin sum
ein náttúrligan og góðan
part av føroyskum politikki.
Javnaðarflokkurin
hevur
fyrr rikið politikk saman
við Sambandsflokkinum, ið
hevur givið sera góð úrslit.
Seinastu 10 árini hava
vit í Sambandsflokkinum
verið einasti garantur fyri,
at Føroyar ikki spæla sær av
við møguleikarnar fyri at
skapa vælferð og menning
innan karmarnar av Ríkis
felagsskapinum.
Hetta hevur verið eitt
heldur einsamalt og tógvið
stríð, bæði her heima og í
Fólkatinginum.
Felags høvuðsmál
Eitt er at hava ætlanir í
einari røðu. Annað er at
fremja ætlanirnar í verki.
Um álvari liggur aftan
fyri sjónarmið títt um, at
Javnaðarflokkin er ein sam
ríkisflokkur, so eru fleiri
felags mál, ið Sambands
flokkurin
og
Javnaðar
flokkurin kunnu samstarva
um frameftir.
Man kann síggja stórt
uppá, hvar samríkisatkvøð
urnar eru. Tað mest týð
andi er, at skilagóður sam
ríkispolitikkurin
verður
framdur.
Mest átroðkandi er at
stýra Føroyum burtur úr
óvanliga afturhaldssinnaða
rákinum, ið hevur merkt
landið, síðani stýrið hjá
fullveldismonnum kom til
valdið í 1998.
Enn hava Føroyar ikki
endurvunnið sítt trúvirðið,
og tí mugu hóvligar kreftir
frameftir stýra landinum
við seriøsum politikki.
Náttúrliga samstarvið í
Ríkinum má normaliserast,
og við sunnari fornuft fáa
vit økt vælferðina og fram
tíðartryggjað okkara sam
felag innan góðu karmarnar
av Ríkisfelagsskapinum.
Hetta kunnu Sambands
flokkurin og Javnaðarflokk
urin uttan iva samstarva
um.
Fleiri ítøkilig mál
Ítøkiliga síggi eg fyri mær
eina røð av málum, ið flokkar
okkara hava felags interessu
í at loysa við sunnari fornuft
og við skilabetri og bíligari
rakstri fyri eyga.
Her eru nøkur teirra:
• Samstarvið í Ríkisfelags
skapinum eigur at mennast,
og ítøkiligar felags verk
ætlanir skulu geva góð úrslit
fyri føroyingar
• Ætlaða stýrisskipanin
má fáast í samsvar við
Grundlógina, Heimastýris
lógina og limaskap Føroya í
Ríkisfelagsskapinum
• Inntøkurnar til lands
kassan mugu økjast við at
strika fastfrystingina av
Ríkisveitingini
• Samrøður mugu verða
við stjórnina um at tillaga
støddina á Ríkisveitingini
• Allar yvirtøkur mugu
steðga í stundini, tí tær
tyngja
landskassan
við
øktum og óneyðugum út
reiðslum
• Aðalráðini mugu skerjast
úr 9 niður í 6. Herundir
skal Uttanríkisráðið niður
leggjast og uttanlandsmál
leggjast undir løgmann, har
tey hoyra heima
• Landsstýrið má fylgja
tilráðingum frá Búskapar
ráðnum um at leggja eina
miðvísa ætlan við ítøkiligum
málum fyri, hvussu almenna
hallið skal fáast burtur
• Veruligur Europapoli
tikkur skal tryggja, at Før
oyar kunnu gerast partur
av
Europasamveldinum,
so fyritøkur fáa nýggjar
møguleikar at vinna pening
heim til Føroya
• Landið skal skipast
í kraftdeplar. T.d. mugu
kommunur leggjast saman
og undirvísing savnast í
kraftdeplar
• Eitt felags sjúkrahús til
øll. Her má rationaliserast
og trimmast, so vit øll fáa
sum mest av fyribyrging
og
heilsuviðgerð
fyri
pengarnar
Skipa ein
samríkisblokk?
Góði Aksel, sum tú sært,
eru nógvir møguleikar hjá
Sambandsflokkinum
og
Javnaðarflokkinum at økja
um vælferðina og steðga
afturgondini, sum hevur
verið í fullveldisrákinum.
Í
veruleikanum
eru
ótømdir møguleikar hjá Før
oyum innan fyri Ríkisfelags
skapin. Tað, ið krevst, er, at
vit í felag ganga røttu leiðina.
Uttan at taka atlit til óseriøs
an afturhaldsretorikk frá
flokkum og politikarum,
sum vilja ofra alt fyri
fullveldi.
Røddir
hava
verið
frammið
um
at
skipa
politiskar flokkar í blokkar,
eins og gjørt verður í øðrum
londum.
Tankin
um
at
skipa
ein
Samríkisblokk
millum Sambandsflokkin og
Javnaðarflokkin, og at fara
til val í hesum blokki, er ikki
ringasta hugskotið.
Á henda hátt vaska vit
talvuna reina og byrja eitt
nýtt tíðarskeið, har hóvligur
samríkispolitikkur skapar
framgongd og vælferð í
Føroyum.
Tillukku Aksel og góða
eyðnu í formansstarvinum.
Kjak
Edmund Joensen
løgtings- og fólkatingsmaður
fyri Sambandsflokkin
Góði Aksel
Vit eru nógv, sum fegnast um, at tú sum formaður í
Javnaðarflokkinum hevur sett tær fyri at endurskapa flokk
tín sum ein samríkisflokk og at sleppa fullveldiskósini,
ið kostar Føroyum inntøkur, vælferð og framgongd
Satirurnar snúgva seg um fólk í skaldsins samtíð og teirra
veikleikar. Pallurin er stórbýurin, Rom. Við beiskari og
kraftmiklari yrking um grumleika hjá fólki og lemjandi
peningavaldi við sjónskari ábending til innflytarar, ið
streyma til Rom úr øðrum londum, avmyndar Juvenal ferðslu
trupulleikarnar, tær vánaligu íbúðirnar, tey homoseksuellu,
kvinnurnar, ótrúskap og sex. Hansara satiriska svartskygni
um samfelagið melur um forfall og siðaloysi.
Juvenal avmyndar fyribrigdi í Rom fyri 2000 árum síðani,
sum tykjast at vera tey somu, óbroytt nú á døgum – eisini um
okkara leiðir.
Í 10. satiruni um stórbýin eru tey so ofta brúktu orðini:
”Ein sunn sál í einum sunnum likami” (”Mens sana in corpore
sano.”) Og ”Breyð og sjónleikur” (”Panem et circenses”).
Juvenal hevur havt stóran týdning fyri satirisk skøld,
eitt nú Holberg. Tað er als ikki óhugsandi, at Nólsoyar Páll
onkursvegna visti um Juvenal og hevur verið ávirkaður av
hansara satiru. Hetta kemur til sjóndar í kvæðunum Jákup á
Møn og Fruntatátt: ”…ein Kleopatra og Bernissa, hvørgin av
teimum brúktu frunt.”
Tað er ósmæðið av undirritaða alment at leggja seg út við
hugleiðingum um Decimus Junius Juvenalis Juvenal, sum eg
einki, avgjørt einki, veit um. Ein tilvildarlig skeiting undir J í
einum leksikoni gjørdi meg varugan við navnið á skaldinum,
og tað gav mær hug til at skriva hesi fáu orð.
Í 1947 var eg saman við háskúlafólki á einum háskúla
í Danmark. Teirra millum var presturin Johs. Sløk, sum
seinri gjørdist ein víðagitin professari. Tey prátaðu eina
ferð á skúlanum um lærarar og annað, ið stóð háskúlum
nær. Eg minnist, at ein tosaði um ”frelste seminarister med
delingsføreruddannelse.” Hesi orð runnu mær í hug, nú
Føroya Skúlagrunnur hevur ilt við at skilja tað, ið stórt tal av
okkara væl skúlaðu fólkum – fleiri av teimum teljast millum
tey frægu – ávara alment um, hvussu grunnurin arbeiðir við
at geva út eitt nýtt atlas. Tey, ið manna grunnin, tykjast ikki
at skilja ella vilja kanska ikki skilja tað, sum serkunnleikin
so staðiliga ger vart við og ávarar ímóti – uttan tó at verða
hoyrd ella at fáa neyðugu og sjálvsøgdu ávirkan í avgerandi
spurningum.
Er hetta ikki harðrent og ósmæðið?
Kann ein hægri myndugleiki ikki fáa hetta fyri okkara
skúlaungdóm og allar føroyingar yvirhøvur so týðandi
mál í eina forsvarliga legu? Eigur landsstýrið ikki at skera
ígjøgnum, meðan tíð er, og áðrenn snævurskygni hevur gjørt
óbótaligan skaða? Fáið atlassið og teir 5 latínsku bókstavirnar
í okkara alfabeti frá hondum skjótast gjørligt!
Heri Mohr
Um satiru
Tað stóra, rómverska, satiriska
skaldið D. J. J. Juvenal (føddur
sama árið, uml.65, sum apostilin
Pætur leið martyrdeyðan í Rom)
gjørdist kent fyri satirirnar, hann
skrivaði í tíðini umleið 110-130.
Yrkingarnar ríma ikki, heksametur,
sum óivað var vanligt tá í tíðini.
Tær flestu yrkingarnar hava eini
100 vers hvør. Nr. 6, tann longsta
– um kvinnur – hevur 661 vers