Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-03-02, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. mars 2002síða 18

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 43 - 2. mars 2002 35 12 Sosialurin Nr. 43 - 2. mars 2002 Í Noregi er áhugin fyri at ala tosk sera stórur, og somuleiðis eftirspurningurin eftir at fáa loyvi til at ala tosk. Enn er lítil vinningur í hesi vinni, men forsagnir vilja verða við, at tað bert er talan um stutta tíð, so vil lønsemi verða í at ala tosk. Framleiðslan av aldum toski var 600 tons í 2001; helming- urin av nøgdini var frá fóðrað- um smáfiski og helmingurin frá klaktum yngli. Forsøgnin sigur, at framleiðslan av toski verður 1.500 tons í ár, 3.000 tons næsta ár og 30.000 tons í 2010. Framleiðslan av yngli var eina knappa millión í fjør og hon verður væntandi 2 og 4 milliónir í 2002 og 2003. Lutvísa framleiðslan av klaktum toskayngli fer at verða støðugt vaksandi. Sambært norsku fiskivinnu- stovuni eru í dag 192 loyvir at ala tosk, men ikki øll eru í brúk. Orsakað av, at fram- leiðslan av toskayngli er lág samanborið við eftirspurn- ingin, er prísurin høgur. Yngulkostnaðurin er í dag umleið 40 prosent av samlaða framleiðslukostnaðinum, sum er 23-24 kr/kg av toski, aldur frá 20 g til 4.2 kg (fram- leiðslutíð uml. 16-18 mán- aðir). Tað er givið, at yngul- prísurin má lækka munandi, skal tað loysa seg at ala tosk. Í dag eru tað í stóran mun fyritøkur, sum hava ráð at koyra við halli eina tíð, ið ala tosk. Fyri at fáa aliloyvi til tosk, má søkjarin kunna prógva, at hann/hon hevur 10.000 yngul at seta á sjógv.Tað ganga gitingar um, at rossahandil verður nýttur fyri at fáa hendur á yngli og harvið aliloyvi. Yngulprísurin vil falla við vaksandi framleiðslu, men ilt er at siga nær yngultilboðið verður so stórt, at prísurin kemur á eitt haldbært støði. Tá øll tey nýggju yngulanleggini (20 anlegg) eru fult útbygd, hava tey orku til at framleiða 115-130 milliónir toskayngul, sum geva eina framleiðslu uppá meira enn 300.000 tons av aldum toski, men tá er skotbráið minst 12-15 ár. Hetta sambært Statens og nærings- og distrikts- utviklingsfond, SND. Aldur toskur er ikki heilt sum veiddur toskur. Tann størsti munurin er støddin á livrini, sum vanliga er tríggjar ferðir størri hjá aldum toski. Kókaður aldur toskur hevur vanliga hvítari og fastari kjøt, og hann missir meira vekt, tá hann verður kókaður. Tann aldi toskurin egnar seg ikki væl til at frysta, tí tá gerst hann so turrur í smakkinum og kjøtið verður ofta ov sokt. Eftirsum man roknar við, at tann aldi toskurin í stóran mun skal út á tann europeiska feskfiskamarknaðin, nýtist tað ikki at verða nakar trupulleiki, at hann ikki egnar seg at frysta. Aldur toskur hevur vanliga rundari kroppsform, og kann hetta verða ein fyrimunur um fiskurin skal skerast í kotilettir. Ein trupulleiki við toskaaling er, at fiskurin kann gerast tíðliga kynsbúgvin og ein kynsbúgvin fiskur hevur vánaligan vøkstur og vánaliga góðsku. Kokkar, sum hava roynt aldan tosk,siga, at hesin er avbera góður, og at teir onki hava ímóti at borðreiða við aldum toski til kræsnar gómar. Miðvíst kynsbótararbeiði uppá tosk er byrjað í Noregi. Norðmenn vilja temja toskin TELDUBRÆVIÐ Frá: Turið Mørkøre, Noreg, turid.morkore@akvaforsk.nlh.no Til: turid@sosialurin.fo Evni: Vikuskifti Málbitin ársgamal Tað er gott føroyskt mál at siga um ein, ið er eitt ár gamal, at hann er ársgamal. Tað er ikki føroyskt og málsliga av allari leið at siga "eitt ára gamal". "Smittan hevur gjørt seg inn á tann eitt ára gamla fiskin'', var tað onkur, ið segði. Sigið heldur "…tann ársgamla fiskin''. einsporaður Sagt var um ein skúla, at hann var "eittsporaður". Her skal ikki verða røtt um, hvat hetta merkir, men bert víst á, at orðið er skeivt myndað. Nú hevur tann, ið orðið gjørdi, helst hildið sum so: skúlin hevur bert eitt spor, spor er hvørkikynsorð, og tískil er hann "eittsporaður". Tá ið orð verður soleiðis samansett, hevur fyrri liður stovnsnið sítt og verður ikki "bendur" eftir kyninum á seinna liði. Maður, ið hevur eitt eyga, er ikki "eittoygdur", men einoygdur. Á sama hátt er skúli við einum spori ikki ''eittsporaður'', men einsporaður. Danska orðið er ensporet. Kanska áttu vit at funnið annað orð? hvítkál - ikki "hvíttkál" Hetta orð sæst ofta skrivað "hvíttkál" á handilsskelt- um og í blaðlýsingum. Her er tað sama at siga sum um lýsingarorðið einsporaður. Fyrri liður í samansettum orði sum hesum er ikki bendur, men varðveitir stovnin óbroyttan. Stovnurin er hvít-, og tískil er orðið rætt stavsett hvítkál. Á sama hátt: hvítvín, reyðkál (ikki ''reyttkál'', sum kanska eisini hevur verið at síggja). Eftir somu reglum eitur tað nýggjár (eldri nýár) og ikki "nýttár". Úr Orðafari nr. 8., 1987 VANLUKKA Árni Joensen Longu sama dag sum bók- in kom í bókahandlarnar, varð "Im Krebsgang" mest umrødda bókin í Týsklandi í ár. Ikki tí, týskarar hava øll árini vitað um tann syndarliga tilburðin í januar í 1945, men líka síðani heimsbardagan hava týskararnir bæði eystanfyri og vestanfyri roynt at gloymt ella dult ta syndar- ligu lagnuna hjá flóttafólk- unum, sum royndu at flýggja úr Eysturproysen, men sum endaðu sínar dagar í einum sovjetskum torpedoálopi. Tað er tí einki at siga til, at fyri mongum týskarum var tað sum at fáa eina spann av køldum vatni í høvdið, tá nýggja bókin kom út. Týsku bløðini vóru eisini skjót at taka tann gloymda tilburðin upp. Stóra blaðið Der Spiegel lýsti vanlukkuna sum "tað týska Titanic" á sjálvari forsíðuni, og eitt annað av teimum stóru bløðunum, Süddeutscher Zeitung, samanbar vanlukkuna við tað, sum hendi í New York 11. september í fjør. 10.000 umborð Av teimum eysturpoysar- unum, sum fóru umborð á "Wilhelm Gustloff" í havnini í Gdynia í januar í 1945, vóru nógv tey flestu kvinnur, børn og ungdóm- ar, sum royndu at koma sær undan sovjetska herin- um, sum tók seg vestur frá Kønigsberg. Skipið, sum var bygt í 1937, varð upprunaliga ætlað at taka 1.400 fólk, og til heims- bardagin brast á, gjørdi skipið fleri ferðir við ferðafólki m. a. til Noregs. Navnið hevði skipið eftir ein embætismann í nazistaflokkinum. Hann hevði starvast í Sveits, men var deyður í 1936. Í januar í 1945 flýddu fólk í túsundatali undan sovjetska herinum, og í Gdynia vóru fólk í túsundatali. Mong teirra vóru komin langvegis, summi til gongu og onnur í rossavognum, og støðugt máttu tey leita sær skjól undan teimum áhaldandi sovjetsku loftálopunum. Vit vita ikki við vissu, hvussu mong av hesum flóttafólkunum fóru um- borð á "Wilhelm Gustloff". Alment varð sagt, at 6.600 fólk vóru umborð, men hildið verður, at tað rætta talið var oman fyri 10.000. Men tey komu ikki langt. Longu fáar tímar eftir at skipið var farið frá bryggju tann 30. januar, varð tað álopið av sov- jetska kavbátinum S-13, sum rakti tað við sínum torpedoum. Bara 1.200 av teimum, sum vóru við týska skipinum, vórðu bjargað. Fleiri túsund vóru innistongd niðri undir og fóru til botns við skipin- um. Góð ummæli Í nýggju bókini vendir Günter Grass enn einaferð aftur til sínar barnadagar í Danzig, og fleiri av høvuðspersónunum í bók- ini eru gamlir kenningar frá øðrum av bókum hansara. Flestu ummælini, sum "Im Krebsgang" hevur fingið í Týsklandi, hava verið góð. Blaðið Die Welt skrivaði í sínum ummæli, at nýggja skaldsøgan er tann besta hjá høvundinum seinastu nógvu árini. Eitt eru allir ummælar- arnir á einum máli um, og tað er, at Günter Grass enn einaferð hevur skelkað - ikki bert sínar lesarar, men týska fólkið. Týskland skakað av gamlari skipsvanlukku Ein bók, sum kendi týski rithøvundurin Günter Grass gav út fyrst í februar, hevur skakað Týskland. Í bókini "Im Krebsgang" viðger hann ta "gloymdu" skipavanlukkuna, tá russar søktu týska flóttafólkaskipið "Wilhelm Gustloff" 30. januar í 1945. Vanlukkan kostaði 9000 mannalív ella seks ferðir fleiri enn "Titanic"- vanlukkan Laos er eitt av heims- ins fátækastu lond- um, og landið hevur trupult við at fáa gongd á ta búskapar- ligu menningina. Myndugleikanir hava framt fleiri nýskip- anir, men tað er trup- ult at sleppa tí gamla BAKGRUND Árni Joensen Øll tey almennu hagtølini vísa, at tað gongur tann rætta vegin. Færri doyggja longu sum børn, nógv fleiri børn ganga í skúla, og tey gomlu liva eisini longur enn fyrr. Men kortini gong- ur tað ov seint. Og tað sæst eisini aftur í yvirlitinum, sum ST á hvørjum ári ger um viður- skiftini í umleið 170 lond- um. Hetta yvirlit lýsir bú- skaparviðurskiftini í teim- um einstøku londunum, heilsuviðurskiftini og skúlaviðurskiftini. Á tí seinasta yvirlitinum hjá ST er Laos í niðara endanum, og hóast fleiri lond og fel- agsskapir hava stuðlað menningini, er landið dott- ið tvey pláss longur niður í yvirlitinum, síðani tað varð kunngjørt seinast. Tað er vert til bíta merki í, at hetta er hent, hóast landið sambært almennu hagtølunum hevur havt ein búskaparvøkstur millum fimm og sjey prosent um árið tey seinastu árini. Gloymt Tá Vietnam-kríggið herjaði í sekstiárunum og fyrst í sjeytiárunum, var Laos ofta havt á munni, men árini síðani hava bæði granna- londini og umheimurin gloymt landið, sum valla verður tikið upp á tunguna í altjóða fjølmiðlunum long- ur. Verandi stýrið í Laos hevur sín uppruna í bardag- anum ímóti gamla franska hjálandaveldinum, ein bar- dagi, sum endaði við, at kongaríkið Laos fekk sjálv- stýri í 1953. Tann kommun- istiska Pathet Lao-rørslan, sum seinni varð umskipað til ein kollveltingarligan politiskan flokk, helt á við bardaganum, og við stuðuli frá samsintum í granna- landinum Vietnam eydnað- ist tað rørsluni at taka vald- ið í Laos í 1975. Eftir hetta frætttist lítið og einki um ella úr Laos. Hernaðarliga hevði landið lítlan og ongan týdning, í búsksparligum høpi var heldur eingin áhugi fyri landinum, og politiskt kundi landið eins væl ikki verið til. Tað vóru tí eisini bara tey fægstu, sum varnaðust tað, tá Laos í 1986 fór in á eina nýggja búskaparliga kós. Malið var at seta tær mark- naðarpolitisku skipanirnar í verk, og í 1991 varð felt inn í sjálva grundlógina, at Laos er eitt land við markn- aðarbúskapi. At marknaðarkreftirnar ikki hava fingið ta ætlaðu ávirkanina kemst av, at tann veruligi búskapurin fram- vegis er ógvuliga veikur, og at fólk framvegis liva sum í gomlum døgum. Sjálvt í høvuðsstaðnum Vientiane er vanligt, at fólk hava eitt ella tvey svín í garðinum aftan fyri húsini, og at tann elsti sonurin dyrkar so mikið av rísi, at tað kann nøkta tann dagliga tørvin hjá húskinum. Stóran stuðul Útlendskur stuðul er avger- andi fyri laotiska búskapin, og hildið verður, at næstan 80 prosent av teimum al- mennu íløgunum og 50 prosent av fíggjarlógini sava frá útlendskum stuð- uli. Hetta ger tað sera trup- ult hjá myndugleikunum at leggja nakrar veruligar bú- skaparpolitiskar ætlanir, tí tað eru alt ov mong, sum vilja hava ávirkan á, hvussu peningurin skal nýtast. Stjórnin hevur kortini boð- að frá, at hon fyrireikar eina sera víðfevnda ætlan, sum verður liðug einaferð seinni í ár. Tá talan er um náttúru- ríkidømi, hevur Laos nóg mikið av vatnorku og stórar skógir, og landið útflytir eisini væl av el-megi tl grannalandið Thailand, samstundis sum nógv timb- ur verður útflutt til fleiri lond. Men hetta eru ikki vinnugreinar, sum útvega nógv arbeiðspláss. Nakað av klædnaídnaði er, men kanningar hava víst, at virðisøkingin í hesari vinn- uni er sera lítil. Tey, sum javnan vitja Laos, siga, at nógv er hent í landinum og serliga høv- uðsstaðnum Vientiane tey seinastu árini. Byggivirk- semið hevur verið stórt, og útlendsk ferðafólk hava eisini fingið áhuga fyri landinum. Men alt verður stýrt av einum miðsavnað- um stýrislagi, og politiskt orðaskifti er at kalla eitt ókent fyribrigdi. Eingin lóglig politisk andstøða er í Laos, og tí er tað at kalla eingin, sum spyr, um polit- ikkurin hjá myndugleikun- um er tann rætti. Ungdómsbumba Politisku leiðararnir í Vien- tiane vilja fegnir seta meiri ferð á marknaðarbúskapin, men trupullikin er, at teir samstundis vilja varðveita eitt neyvt eftirlit við tí, sum hendir í samfelagnum. Og hesi bæði eru trupul at sam- eina. Seinastu árini hevur Laos leitað sær samstarv við onnur lond. Í 1997 kom landið upp í felagsskapin hjá londunum í Landssynn- ingsasia, ASEAN, og hesi fýra árini hevur laotiska stjórnin samstarvað við fleiri av hesum londunum, serliga á tí uttanríkispolit- iska økinum. Laotiska stjórnin tykist eisini hava skilt, at tað dug- ir ikki at byrgja seg inni og at halda upp á gamlar siðir. Gøtumyndin í Vientiane vísir eisini týðiliga, at fólk hava áhuga í tí, sum hendir aðrastaðni, tí parabolant- ennurnar eru rættiliga tætt- ar í býnum. Men samstund- is hava myndugleikarnir ásannað, at tættari samband við umheimin er ikki bara av tí góða. Í 1999 vórðu tólv ungfólk løgd inn á sjúkrahús við rúsevnistrup- ulleikum, og longu árið eftir fngu fleiri hundrað ungdómar somu viðgerð á sjúkrahúusunum Útlendskir hjálparfelags- skapir, sum arbeiða í Laos, siga, at hetta er bara byrjan- in til tað, sum kann gerast nógv verri. Felagsskapirnir vísa á, at tey flestu ungu eru arbeiðsleys, og at út- búgvingarmøguleikarnir eru ógvuliga avmarkaðir, og tí er tað kanska bara ein spurningur um tíð, til hend- an ungdómsbumban brest- ur, gera myndugleikarnir ikki okkurt munagott fyri at forða tí. Útlendsku felagsskapirn- ir eru á einum máli um, at skal Laos sleppa undan hesum trupulleikum, er neyðugt, at myndugleikarn- ir skunda undir marknaðar- búskapin. Men tað krevur, at teir ráðandi politikararnir sleppa gomlum vanum so sum eftirlitinum við, hvat fólk havast at. Men fyribils hevur stjórnin ikki givið teimum ungu nakra vón í so máta. Landið, sum ikki kann sleppa fortíðini UTTAN ÚR HEIMI Alment navn: Laos - fólksins demokrat- iska lýðveldi Landafrøði: Laos er 236.800 ferkilometr- ar. Grannalondini eru Vietnam, Kambodja, Thailand, Burma og Kina. Fólk: Tveir triðingar eru av fólkaslagnum Lao Loum, sum yvir- høvur búgva í lág- lendinum og við Me- kong-ósan. 22 pros- ent eru av fólkaslagn- um Lao Theung, sum búgva í hálendinum, og í fjøllunum búgva tey, sum eru av fólka- slagnum Lao Soung. S t ý r i s s k i p a n : Kommunistisk ein- flokkaskipan við for- seta og stjórn. Átrúnaður: 60 pros- ent eru buddhistar, og umleið 35 prosent hava ymsan armim- istiskan átrúnað. Ein lítil minniluti eru kristin. Búskapur: Brutto- tjóðarframleiðslan er 1300 amerikanskar dollarar fyri hvønn íbúgva. Vinnuvegur: Umleið 80 prosent arbeiða innan landbúnað, skógarvinnu og fiski- vinnu. Um Laos: C M Y K 35 34 HOTEL VÁGAR FLOGFELAG FØROYA SØRVÁGUR TEL 33 29 55 · FAX 33 23 10 · T-Postur: hotel@ff.fo HOTEL VÁGAR THE AIRPORT HOTEL *** Ógloymandi borðhald og vínskeið við VÍNSMAKKING 6. apríl 2001 Vit stíla fyri: · vínsmakking við úrvaldum vínum, · stórari várbuffet við meira enn 30 ymsum rættum · dansi · vistarhaldi · flutningi Legg saman útferð, vínsmakking, várbuffet, gisting og dans og tú fært: eitt ógloymandi kvøld - framúr fyri kræsnar gómar og fólk í veitslulag - fyri 695,- v/ gisting og flutningi úr Havnini Twilight undirhalda og spæla til dans Vínsmakking, borðhald og dansur 325,- Dansur 125,- Vínsmakking er frá kl. 16.00 - 18.00 borðhaldið byrjar kl. 19.00 og dansurin er frá kl. 23.00 Bíleggið í góðari tíð á tel 33 29 55 - avmarkað atgongd - Vínfyritøkan AMKA vinimport kunnar um vín úr nýggja og gamla heiminum! Dagsins vínkennari verður kosin, og fær virðisløn frá AMKA vinimport. Cabernet Sauvignon og Chardonnay úr 5 heimspørtum team85