leygardagur 2. mars 2002síða 17
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Sosialurin Nr. 43 - 2. mars 2002
LÍVSVIRÐI
Áki Bertholdsen
Ein góð familja.
Eitt bræv í postkassanum.
Ella bara tað at sleppa at loysa
frá posabandinum við hvørt.
Tað er so nógv, sum ger lív
okkara ríkari og gevur okkum
lívsvirði.
Hvat er lívsvirði? Hetta er ein
spurningur, sum ofta fær okkum
at hugsa stórt, at hugsa um
heimsspeki og torgreiddar
útgreiningar av lívsins viður-
skiftum.
Men á økisfundi hjá Javna í
Øravík síðsta leygardag fekk
Malena Arnholdsdóttir á Skála
fortalt áhoyrarunum, at tað
sanniliga eisini eru spurningur
um alt tað, sum er rundanum
okkum hvønn einasta dag, men
sum vit kanska ikki geva gætur,
eitt nú um familju, um granna-
lag, um tað at fáa eitt bræv ella
eitt smíl, ella um at fara eina lítla
útferð, hóast pylsurnar kolast
upp og búffarnir eru hálvráir.
Malena Arnholdsdóttir er 49
ára gomul. Hon er fødd í Fugla-
firði, men býr nú á Skála. Hon er
foreldur at einum menningar-
tarnaðum drongi og næstfor-
maður í Javna. Á fundinum
greiddi hon frá, hvørji lívsvirði,
hon hevði funnið á sínum vegi,
og, hvat hon helt, kundi økja
lívsvirðið hjá okkum øllum! Men
samstundis ásannaði hon, at
lívsvirði er eitt fyribrigdi, sum er
trupult at lýsa.
– Lívsvirði hjá mær kann væl
bara vera ein sjálvsagdur lutur
hjá tær. Vit eru tíbetur so ymisk,
sigur Malena Arnholdsdóttir.
Hon sigur eisini, at hon dugir
ikki at raðfesta tað, sum gevur
henni lívsvirði. Fyri seg er
familjan eitt stórt lívsvirði.
- Bara vitanin um, at eg havi
brúk fyri teimum, ella tey fyri
mær, eru tey har. Tað er ein
spurningur um kærleika og
nærleika - bæði tað at fáa og at
geva.
– Bæði foreldur míni eru á
lívi, eru røsk og høvdu gullbrúd-
leyp fyri trimum árum síðani. Eg
eigi fimm systkin, tvey búgva á
Skála, ein beiggi býr í Klaksvík
og tveir í Danmark.
– Eg varð gift, tá eg var 23 ár
og vit fingu fýra børn saman,
tvær døtur og tveir synir. Nú eru
báðar døturnar giftar, so har havi
eg fingið tveir fittar versynir, og
tey eiga nú hvør sín son. So tit
síggja, at eg eri signað við
familju.
Eldri sonurin skal giftast 23.
mars.
- Tað er spennandi, tí so fái eg
eina fitta dóttur afturat.
Men Malena hevur ongan
mann longur.
– Eg kann jú ikki hava alt. Vit
vórðu skild fyri 15 árum síðani,
tí hann drakk so illa. Tá mistu
bæði børnini og eg eitt lívsvirði.
– So, tit, konur, sum hava
góðar menn, vælsignaðar, síggi
tykkara lívsvirði í tí. Og tit
menn, síggi góðu konur tykkara
og lívsvirðið, ið tær geva
tykkum!
Frá øðrum vinkli
Síðani spyr Malena, um tað er
nakað lívsvirði í at eiga eitt barn,
sum er brekað. Yngri sonur
hennara er menningartarnaður.
Hann eitur Ólavur og er 17 ár.
Hann hevur sjúku, sum eitur
tuberøs sclerosa.
Hann fær epileptisk anføll
dagliga og klárar seg illa sosialt.
Men hann dugir alt tað vanliga,
so sum at at tosa, ganga, eta, og
vaska sær. Hann skal tó hava
hjálp til so at siga alt, og torir
ikki at vera einsamallur.
Hann følir altíð á sær, tá ið eitt
anfall kemur, og ræðist anføllini.
Og, sum eitt brek afturat, er hann
umleið 2,05 metrar langur, og
hevur stórar rørslur.
– At fáa klæðir, sum eru nóg
stór til hansara, er ein trupulleiki
og skógvar nummar 50 hanga
heldur ikki á trøum.
Malena sigur, at støðan, hon
hevur verið í, hevur ført við sær,
at hon ofta samanber síni lívs-
virði og hansara lívsvirði. Ongin
ivi er um, at eitt brekað barn
eisini hevur lívsvirði, sigur hon.
– Tú fært eitt ríkari lív, frá
einum øðrum vinkli, og ongin at
hinum børnunum hevur givið
mær so nógvan kærleika sum
Ólavur. Og kærleikin er jú tað
størsta, segði Malena Arnholds-
dóttir.
Tað størsta lívsvirði
Malena er trúgvandi kona og hon
dugir ikki at síggja, hvussu hon
hevði klárað seg uttan Harran og
bønina.
– Tað haldi eg tí vera mítt
størsta lívsvirði og eg havi roynt
at alt børnini upp við, at tey altíð
hava ein himmalskan pápa at
fara til. Ólavur var lítil, tá ið
hann lærdi Faðir Vár, og tað
hongur tíbetur við, sjálvt um
nógv annað hevur víst seg at
fara. Eg haldi, at tey epileptisku
anføllini viska úr minninum,
sigur hon.
Hon hevur einaferð lisið í Det
Bedste, at tað er prógvað, at tá
vit biðja, meditera ella syngja,
ger heilin eitt eydnuhormon, sum
nevndist serotinin. Hetta
hormonið ger, at vit síggja
lættari uppá alt.
Guð var í spanderibuksum
tá ið hann skapti okkum
– At eiga eitt menningartarnað barn hevur givið mær eitt ríkari lív, men
frá einum øðrum vinkli. Onki av hinum børnunum hava givið mær so
nógvan kærleika sum Ólavur, sigur Malena Arnholdsdóttir á Skála
Tá ið Ólavur er í urtagarðinum, sleppur Flikka ofta við. Ólavur er góður við Flikku og hon gevur honum lívsvirði. Og so er Ólavur sterkur og raskur at
lempa
Mynd: Jens K. Vang
Sosialurin Nr. 43 - 2. mars 2002
11
– Tað er so gott at kunna lessa
av og vita, at onkur lurtar eftir.
Gud lurtar, ráðini fáa vit úr
Bíbliuni og har liggur ongin
rokning við.
Góð heilsa er krúnan
Malena Arnholdsdóttir greiðir
frá, at hon einaferð var komin at
tosa við ein mann, sum hevði
krabbamein og tá hevði hann
sagt henni eitt, sum hon mangan
hevði hugsað um. Hann segði:
Heilsan er krúnan á høvdinum á
tí fríska, sum bara tann sjúki sær.
– Og tað er ofta so, at ikki
fyrenn vit eru sjúk, síggja vit,
hvussu nógv tað er vert at hava
góða heilsu. Tað er stórt lívsvirði
at hava góða heilsu, eisini meðan
ein er ungur. Vit taka tað ofta,
sum ein sjálvsagdan lut, men tað
er tað ikki.
Malena minnist eisini eina
samrøðu ímillum seg og Ólav.
– Hann spurdi meg einaferð,
hvør hevði gjørt hansara heila.
Eg mátti siga, at tað hevði Gud.
– Men hví hevur hann so gjørt
mær ein sovorðnan knútutan
heila?
– Jú, tínir knútar sita í heilan-
um, men øll fólk hava sínar
knútar at dragast við, royndi eg
at siga honum.
– Nei, ikki tú, svaraði hann.
Tær feilar einki!
Malena ásannar, at hon hevur
havt góða heilsu og tað er sera
stórt lívsvirði.
Guð í spanderibuksum
Malena og tey eiga eina tík, sum
eitur Flikka, og í teirra eygum er
hon nakað fyri seg
– Ólavur eigur Flikku, sum er
ein vinur hansara og tí er hon
lívsvirði fyri hann. Tey eru góð
við hvørt annað. Honum nýtist
ikki at ganga einsamallur, men
kann fara túr við henni.
Rundan um húsini hava tey
ein lítlan urtagarð.
– Eg fái positivar tankar, tá eg
arbeiði og spæli mær í garðinum.
Er tað tí, at vit eru av mold, at
okkum dámar so væl jørð? Eg
veit ikki. Men vakrar eru
planturnar, allar á hvør sín hátt.
Eg haldi, at Gud hevur verið í
spanderibuksunum, tá ið hann
skapti, tí so fjølbroytt er alt.
Ólavur og hon hava havt
nógvar góðar løtur í garðinum,
og hann er sterkur at trilla mold.
– Eitt heystið hevði eg sett
okkum tulipanleykir niður, men
ein góðan várdag kom Ólavur
inn við øllum teim nýuppkomnu
tulipanunum.
– Hygg mamma, her var nakað
nýtt ókrút komið upp í havanum,
men eg skundaði mær at taka tað
burtur, segði hann vælnøgdur.
Tríati sekund, kanska
At vit hava góðar vinir, sum vit
kunnu vitja, tosa við, biðja um
hjálp og, sum vit kunnu sleppa at
hjálpa, tvs, vinir, sum vit kunnu
geva og fáa frá gevur lívsvirði.
– Øll hava sín kross at bera,
lættari er, um vit bera hann
saman. Viðhvørt er tað eisini gott
at sleppa at tosa við onkran, sum
tú kennir og hevur álit á. Serliga
tá ið byrðan kennist ov tung.
– Sum foreldur at menningar-
tarnaðum havi eg ofta verið út
fyri, at fólk hava spurt, hvussu
Ólavur ella vit hava tað.
– Eg svari "fínt", hóast vit
kanska als ikki hava tað so fínt.
– Hví geri eg tað? Jú, tí hvussu
longi hevði viðkomandi tíð at
lurta? 30 sekund kanska?
– Tað er bara so, vit hava øll so
nógv at renna eftir, og tað er
heldur ikki altíð stuttligt at
standa og gremja seg. So við-
hvørt lata vit vera at tosa um
trupulleikarnar, og lata teir hvíla.
– Men so sært tú viðhvørt, at
onkur veruliga meinar tað, tekur
sær tíð til tín og tú sleppur at
loysa frá posabandinum. Eisini
tað er lívsvirði
– Tú hevur eisini virði, tá
onkur er góður við teg, sendir
tær bræv ella ringir til tín.
– Frá familju og vinum fært tú
brøv ella kort, tá tey eru burtur,
ella tá ið tú ert og ferðast og á
jólum ella á føðingardøgum.
–Eg haldi eisini, at teimum
menningartarnaðu dámar at fáa
brøv og kort.
– Ólavur er altíð so glaður, tá
ið postur er til hansara og elskar
at fara í postkassan at vita, um
nakað er til hansara. Systrarnar
hava verið raskar at skriva til
hansara, bæði tá ið hann hevur
verið innlagdur og nú tær eru
burturi.
– Duga tey ikki at lesa sjálvi,
kann onkur annar lesa fyri
teimum. Bara tað, at títt navn
stendur uttaná vísir, at tú hevur
týdning.
– Tað er ikki so lætt hjá teim-
um menningartarnaðu at fáa og
hava vinir. Men tey ynskja sær
tað, sum flest onnur.
– Eini jól fekk Ólavur eitt
jólakort, sum var ein mynd av
honum, Flikku og stuðlinum,
sum hann hevði havt tað árið.
Sum avsendari stóð: kærar
heilsur vinur tín Hilmar – á sum
hetta gleddi Ólav!
Næsta leygardag:
Fann lívsvirði
í eini brendari pylsu
Næsta leygardag heldur Malena Arnholdsdóttir fram at fortelja
okkum, hvat tað er, sum gevur henni lívsvirði. Og eins og í
blaðnum í dag, er tað ikki altíð tað stóra, sum skal til. Eitt nú,
fortelur hon næstu ferð, hvussu hon ogg børnini funnu
lívsvirði í nøkrum brendum pylsum og hálvráum búffum á
Leynasandi
Ólavur er mammubeiggi
Benjamin. Teir báðir eru væl og
tað er stórt lívsvirði í at eiga
familju
Malena Arnholdsdóttir á
Skála er omma Benjamin. Eg
eri signað við familju, sigur
hon
C
M
Y
K
33
32