leygardagur 2. mars 2002síða 16
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Sosialurin Nr. 43 - 2. mars 2002
MENTANARDEPIL
Edvard Joensen
Miðvágur: Beitishúsini, sum eru
næstelstu hús í Miðvági, skulu
gerast í stand og nýtast til
mentanartiltøk í bygdini. Vága
Dansifelag eigur húsini og
stendur fyri umfatandi um-
vælingini, sum gjørd verður.
Ein long lon, sum vitnar um
stórbærar tíðir fyri hálvari aðrari
øld síðan, eru Beitishúsini í
Miðvági. Hesi húsini, sum knýta
so nógv av føroyskari mentan at
sær. Her varð Mikkjal á Ryggi
føddur, og her vaks hann upp.
Her er støðið lagt undir so
nógvum av tí, vit enn í dag lesa,
syngja og kvøða um.
Her bygdi Mikkjal Danielsen,
abbi skaldið Mikkjals Dánjal-
sonar, ættaður úr Búðini á
Velbastað, í 1858 húsini í
Beitinum, sum tá vóru onnur
húsini norðan fyri ánna.
Í dag eru húsini í Kálvalíð
einastu hús í Miðvági, sum eru
eldri enn Beitishúsini. So hetta
er søgulig grund, vit ganga á.
Tað hongur søga og mentan uppi
við húsunum, sum eftir ætlan
aftur skulu gerast mentanardepil
í Vágum.
Hýsisá fer suðandi framvið
norðanfyri, meðan bilarnir strúka
eftir vegnum út til Sørvágs
sunnanfyri. Og beint hinumegin
vegin stendur kirkjan.
Tær rennur í hug ørindið um
hús og kirkju, sum Mikkjal á
Ryggi yrkti um. Tey smáu húsini,
tjørubrædd og brún, eins og
kirkjan stóð dygst har við.
Ella ánna, sum onkuntíð hevur
verið øðrvísi sinnað, enn hon er í
kvøld. Lat okkum hoyra, hvussu
sagt verður í yrkingini um
regnið:
«Grátt og rátt og runuvátt
rennur ruskut túnið;
sum at hoyra toruslátt
buldrar fossur brúni.
Áin, ill og ørg og skjót,
ruddar grund og rullar grót.«
Jú, maðurin hevur verið
veðursjúkur, tá hann hevur ligið
inni og ilskast inn á regnið, sum
vit enn gera tað í dag.
Men eisini góðar løtur hevur
Mikkjal á Ryggi átt í Hýsisá.
Sum tá hann í hoyna 1909 høgdi
í helluna hesi orð:
»Vatnið vinnur harðar hellur,
slættar niður fjøll.
Líggin gongur, grasið fellur,
falla so vit øll.
Stirðnar blóðið, steðgar hjartað,
legst enn maður lík.
Sálin í Guds himni bjarta
livir fræls og rík.«
Her livir sálin í mentanini enn.
Her stríðast fólk við ansi fyri
hesi mentan við at endurreisa
Beitishúsini og aftur at fáa
stirðnaða blóðið at renna.
Eigaraskifti
Vága Dansifelag fekk í 1994
húsini í Beitinum frá arvingun-
um. Ætlanin var beinanveg at
seta húsini í stand og brúka tey
til dans, kvøldsetur og aðrar
samkomur.
Men slíkt er ikki bara sum at
siga tað hjá einum áhugafelag at
fara undir, tí greitt varð heilt
skjótt, at tað fór at kosta pengar.
Nógvar pengar. Nógv meira enn
Vága Dansifelag átti.
Men eldsálir finnast enn. Og
fleiri slíkar eigur hetta felagið
eisini, hóast ein man teljast fram
um aðrar í hesum máli.
Nevniliga Nora Joensen á Ryggi
í Miðvági, sum uttan at taka
nakað frá nøkrum, man hava
verið tann berandi kraftin í
hesum stríði.
Ein sonevnd Beitisnevnd er
sett at standa fyri umvælingini. Í
henni sita saman við Noru
Joensen eisini Ingun Joensen og
og Sigurd Jan Tavsen úr Sørvági.
Húsini vóru í vánaligum
standi, tá Dansifelagið fekk tey,
og farið varð undir at savna
pening á ymsan hátt til tess at
fáa tey brúkilig aftur. Tað hava
verið hildin tombola, loppu-
marknaðir, lutaseðlasøla hevur
verið, eins og søkt hevur verið
um fíggjarliga stuðul ymsastaðni
frá.
Dansur hevur sjálvandi eisini
verið til frama fyri Beitishúsini.
Ikki bara føroyskur dansur, uttan
eisini okkurt harmonikutiltak.
Vága Dansifelag hevur givið
nøkur postkort út, sum skrýdd
eru við fuglatekningum hjá
Mikkjali á Ryggi. Felagið hevur
fingið loyvi frá teimum, sum
eiga upprunatekningarnar, at
Her verður gott at dansa
Vága Dansifelag er í ferð við at seta gomlu Beitishúsini í Miðvági, húsini
har Mikkjal á Ryggi varð føddur, í stand. Tá húsini eru liðug, skulu tey
nýtast til dansistovu umframt onnur mentanartiltøk
Her hongur mentan og søga uppivið. Beitishúsini eru í dag næstelstu húsini í Miðvági. Mikkjal Danielsen, abbi Mikkjals á Ryggi, bygdi tey í 1858. Her varð Mikkjal
Dánjalsson á Ryggi, skald, borin í heim 17. oktober 1879. Í dag eigur Vága Dansifelag húsini og ætlanin er, at tey skulu gerast ein mentanardepil í Vágum
Mynd: Edvard Joensen
Sosialurin Nr. 43 - 2. mars 2002
9
gera hesi kortini, sum keypast
kunnu í handlum kring landið.
Og so er tað Vágakalendarin,
sum felagið hevur gjørt og selt
síðan 1998.
– Jú, tað hevur givið bara heilt
fitt samanlagt, veit Nora Joensen
at siga. Og pengarnir hava verið
brúktir til húsini, so hvørt teir
eru komnir. Tað, sum gjørt er
higartil, hevur kostað einar
300.000,- krónur, og alt er
goldið. Vit skylda einki oyra upp
á húsini.
Útveggirnir eru næstin liðugt
umvældir. Samstundis sum
bjálvað er, og veggirnir innan
tilsvarandi eru gjørdir lidnir.
Vindeygu eru eisini skift so
hvørt.
Eitt sindur manglar enn av
útvegginum vestantil, men
tilfarið er tøkt, eins og peningur
er til at gera arbeiðið liðugt fyri,
greiðir Nora Joensen frá.
Men kortini er nógv eftir.
Gólvið skal takast upp, og helst
skal nakað av tí skiftast út. Hiti
skal leggjast inn, eins og
húsunum eisini manglar køk,
sum ætlandi skal gerast í syðra
enda.
125 ára hald
Tann 17. oktober 2004 eru liðin
125 ár, síðan Mikkjal á Ryggi
varð føddur. Og tá ætlar
Beitisnevnd hjá Vága Dansifelag
at kunna skipa fyri einum tiltaki
Mikkjali til minnis í lidnu
Beitishúsunum, sigur Nora
Joensen.
Hóast væl er eftir at gera,
meta tey tað ikki ómøguligt, at
so kann verða.
Ætlaða innrættingin sær eisini
sera hugnalig út og tykist serliga
vælegnað til føroyskan dans.
Gólvið er lint og gevur seg, og
rímiliga lágt er undir loftið.
Niðara hæddin verður gjørd til
eitt stórt rúm, sum kann hýsa
hampiliga fitfum samkomum, og
køkur verður so í endanum.
Durur verður at koma inn í, eins
og tvey wc ætlandi verða í
húsinum.
Loft er í húsunum, men tað
stendur ónýtt, og verður helst
einki gjørt við tað í fyrsta umfari
heldur, væntar Nora Joensen.
Men møguleikar eru í tí, tá ráð
verða at gera tað liðugt, og kann
tað tá ivaleyst brúkast til okkurt
skilagott endamál, metir hon.
Ymiskt eigur Vága Dansifelag
av lutum, sum nátúrliga verða
hýstir í egnum hølum, tá so langt
kemur. Og Beitisnevndin hevur
eisini gjørt sær tankar um at fáa
okkurt annað inn, so húsið eisini
kann vísast fram sum savn.
Lág hús so tøtt
Lág hús so tøtt um tún
í hugnaligum lagi,
so tjørubrædd og brún
og takt við grønum flagi;
og kirkjan dygst har við
so ellismild at sjá,
rætt sum hon lýsti frið
um bygd og bø og vág.
Tað passar so sera væl saman,
tað, sum Mikkjal á Ryggi yrkir
um bygdina, og grannalagið her í
Beitinum.
Lág eru Beistihúsini, og tætt
er húsana millum í grannalag-
num. Hóast Beitishúsini í dag
eru takt við jarni, er ætlanini at
fáa flagtak á aftur.
Og kirkjan stendur so dygst
har við, um enn tað ivaleyst er
onnur kirkja enn tann, Mikkjal á
Ryggi minnist. Hendan, sum nú
er, er frá 1952. Tá hevði Mikkjal
á Ryggi longu verið fleiri ár í
Hoydølum við tuberklum.
Enn rennur Hýsisá fram við
garðinum, sum tó í dag er í
slíkum standi, at hann man hava
sæð betri dagar.
Men innanveggja fara væntndi
um ikki so langa tíð at dynja
kappakvæði í nýggjari stovu
undir sterkum taki. Ymiskt er,
sum kvøðið verður, men tann
parturin av skaldskapinum hjá
skaldinum hiðani úr húsinum,
sum kvøðast kann á gólvi, er í
grundini ikki so lítil.
Kendast er Brestis Kvæðið,
sum mest sum er vorðið hvørs
mans ogn í dag. Men annað er,
sum eisini verður kvøðið av og á,
eitt nú Randvers Kvæðið.
Umframt hesi bæði nevndu,
standa í Mikkjalsbók tíggju
kvæði og rímur, yrkt eftir
Føroyingasøgu. Umframt er
eisini Jómsvíkingakvæði eftir
Mikkjal á Ryggi.
Hóast nógv er gjørt, er væl
eftir, og »ei man vera hildar-
leikur lokin enn at enda.«
Tó vóna tey, sum standa fyri
umvælingini av Beitishúsunum,
at alt skal laga seg so væl í vár,
at til ber at dansa í húsunum á
Vestanstevnu, sum í ár verður í
Miðvági.
Tó er aðalmálið, at tað, sum
gjørt verður, skal gjaldast so
hvørt.
Vága Dansifelag hevur latið gera postkort við fuglamyndum. Kortini eru gjørd eftir upprunatekningum hjá Mikkjali á Ryggi. Ágóðin av søluni fer til Beitishúsini
Beitishúsini liggja beint við
høvuðsvegin í Vágum. Norðanvert
Miðvágs Kirkju. Hóast nógv er gjørt
við tey, manglar enn nakað. Millum
annað skal endin móti vegnum
klæðast av nýggjum
Mynd: Edvard Joensen
C
M
Y
K
31
30