leygardagur 2. mars 2002síða 15
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Sosialurin Nr. 43 - 2. mars 2002
Magnus Dam,
Christiansborg
Fløggini veittraðu við stóru
trappuna uttanfyri Christiansborg
mánadagin. Eitt av mongu starv-
sfólkunum í húsinum hevði
rundan føðingardag. Havnar-
maðurin Árni í Stórustovu, sum
saman við konuni Joslu hevur
búð í Danmark síðani 1974,
kundi henda dag halda sín 60 ára
føðingardag.
Vit hitta parkeringsvørðin
uttanfyri Christiansborg, har
hann hevur sína dagligu gongd á
parkeringsplássinum. Árni hevur
einsamallur parkeringina undir
sær, og hevur eyguni eftir, at teir
179 fólkatingslimirnir og hini
starvsfólkini halda reglurnar. Og
at fólk uttanífrá ikki parkera á
økinum hjá Fólkatinginum, tá tey
ikki finna eitt parkeringspláss
aðrastaðni í stórbýnum.
- Eg gevi ikki bøtur, um fólk
parkera, har tey ikki skulu. Tað
kann eg ikki, tí hetta er ikki
alment øki. Eg gevi politinum
eitt praj, um onkur hevur
tiltuskað sær eitt parkeringspláss,
og politiið gevur so eina bót.
Men fólk skikka sær væl fyri tað
mesta, greiðir Árni frá, meðan
vit ganga á parkeringsøkinum.
21 ár sama stað
Árni í Stórustovu hevur arbeitt á
Christiansborg síðani 1981. Fyrst
pussaði hann vindeygu og røkti
starvið sum parkeringsvørður,
men seinastu árini hevur hann
verið parkeringsvørður burturav.
Hann er glaður fyri arbeiðs-
plássið hjá sær og hevur ongan
hug at fara, hóast hann nú hevur
rokkið eftirlønaraldur.
- Eg ætli mær at steðga her so
leingi, eg kann. Her er gott at
vera, og her kenni eg meg væl-
komnan, sigur Árni. Tað er eisini
týðiligt, at her ikki er talan um
ein parkeringsvørð, sum liggur
og lúrir eftir at fanga ferðslu-
syndarar og sær eina fragd í tí.
Árni er fryntligur og dámligur,
og hann er eitt kent andlit inni á
Christiansborg. Starvsfólk,
fólkatingslimir og fyrrverandi
ráðharrar — øll heilsa upp á
Árna. Ein tíðindamaður steðgar
honum eisini, meðan vit ganga
eftir gongini, og kærir sína neyð
um eitt útgingið parkeringsloyvi.
- Tað finna vit útav. Parkera tú
bara fyribils inni í garðinum,
sissar Árni. Tað er eingin orsøk
at vera óreinur, hóast
parkeringsplássini eru fá, sigur
hann, meðan vit spáka víðari.
Yvir til eina av matstovunum at
fáa okkum ein kaffimunn.
Niðursetta tíð
Seinastu tvey árini hevur Árni
ikki arbeitt fulla tíð. Ikki síðani
vanlukkuna fyri tveimum árum
síðani, sum av álvara fekk hann
at stúra fyri, um hann nakrantíð
aftur fór at seta síni bein inni á
Christiansborg.
Vanlukkan hendi 19. januar í
2000. Eftir loknan arbeiðsdag
setti Árni seg í sín Peugeot 106,
og hann var næstan komin teir
100 kilometrarnar suður til
Svebølle, har hann býr, tá
vanlukkan hendi.
- Tað er løgið, so knappliga tað
kann henda. Eg hevði hálvan-
annan kilometur eftir at koyra, so
var eg heima, sigur Árni. Men
hann kom ikki heim hendan
dagin. Í einum vegkrossi stendur
ein lastbilur og bíðar eftir at
snara til vinstru inn á ein
síðuveg. Árni kemur koyrandi í
hinari vegbreytini og skal beint
fram, tá ið ein annar lastbilur,
hóast vánaligt sýni, knappliga
yvirhálar lastbilin, ið stendur og
bíðar. Har var einki at gera,
lastbilurin stoytti frontalt saman
við Peugeot-bilin hjá Árna.
Árni fer í innara lumman og
tekur ein brævbjálva fram. Á
brævbjálvanum, sum er eitt
sindur slitin, er ein tekning, ið
vísir, hvussu óhappið hendi. Árni
greiðir frá og letur síðani bræv-
bjálvan upp og tekur nakrar
myndir uppúr. Á myndunum
sæst, hvussu illa bilurin er farin.
Øll gronin er púrasta knúst, og
eg noyðist at spyrja, hvat merkið
bilurin er, tí tað sæst ikki annað
enn blái liturin á samankroysta
bilinum.
Fekk fleiri blíðproppar
Samanstoyturin var so harður, at
instrumentbrettið kroystist niður
yvir beinini á Árna, so hann kom
at sita fastur í bilinum. Beinini
fóru illa, og hann fekk fleiri
blóðproppar í beinini, tí trýstið á
tey var so stórt.
- Eg stúrdi fyri tí ringasta. At
eg fór at gerast lamin og
ongantíð koma á føtur aftur. Tað
hevði verið ræðuligt. Læknin,
sum kom á staðið, bar eisini ótta
fyri tí sama, men ein uggi var
tað, at eg kundi flyta tærnar.
Árni sat fastur í ein tíma,
áðrenn tað eydnaðist at skera
hann leysan. Fyri framman lógu
nú tríggjar vikur á sjúkrahús-
inum og eitt nógv longri
tíðarskeið, sum skuldi brúkast til
at venja beinini uppaftur.
- Læknin segði, at tað var einki
minni enn eitt undur, at eg kom
so væl frá vanlukkuni, og tað
sama hava onnur sagt, sum hava
sæð bilin og hava skil fyri tí.
Tað er tí ikki løgið, at Árni
kennir tað, sum hevur hann
fingið ein kjans afturat. Í dag
haltar hann eitt lítið sindur, men
annars eru ongi sjónlig tekin um
vanlukkuna.
- Viðhvørt vakni eg um næt-
urnar eftir at hava droymt um
vanlukkuna og sæð hana fyri
mær aftur. Tað er einki serligt.
Ikki tí, eg eri komin yvir van-
lukkuna og havi lagt hana
afturum meg. Tað er heldur ikki
tí, eg gangi við brævbjálvanum í
innara lummanum. Tað er bara
lættari at greiða frá vanlukkuni,
tá eg havi myndirnar og tekn-
ingina, sigur hann og undirstrikar
beint aftaná, at hann ikki tekur
brævbjálvan fram í tíð og ótíð.
Góðir stuðlar
Væl stuðlaður av konu, børnum
og starvsfeløgum kom Árni á
beinini aftur. Børnini tóku sær av
øllum tí praktiska við trygging
og øðrum, og frá Fólkatinginum
fekk hann at vita, at starvið fór
ongan veg, og hann var altíð
vælkomin aftur. Sjálvur skuldi
hann bara syrgja fyri at koma
fyri seg aftur.
- Tað hevur hjálpt væl at vita,
at arbeiðsplássið og starvsfelagar
stuðla einum so væl, sum tey
hava gjørt her inni, sigur Árni,
sum gleðiliga koyrir teir 100
kilometrarnar til arbeiðis, hóast
tað tekur honum meira enn tveir
tímar, tí beinini skulu hava hvíld
viðhvørt.
- Tað kennist, sum er tað so
stutt síðani, eg byrjaði um aftur,
um tað ber til at siga so. Tú
hyggur eitt sindur øðrvísi at
lívinum eftir eina sovorðna
vanlukku og setur størri prís
uppá nógv ting. So eg havi
ongan hug at gevast at arbeiða
enn, sigur Árni.
Hóast hann hevur frí leygar-
dag, so gongur leiðin aftur í dag
frá Svebølle til Christiansborg. Í
dag hevur hann konuna Joslu
við, og saman við børnunum
Ann og Kaj og familju, vinum og
kenningum í Danmark og úr
Føroyum verður 60-ára føðingar-
dagurin hildin í matstovuni á
Christiansborg, Snapsatinginum.
60 ára føðingdardagur:
Fekk ein kjans afturat
Árni í Stórustovu hátíðarheldur í kvøld sín 60 ára føðingardag í Snapsatinginum á
Christiansborg. Árni starvast sum parkeringsvørður í Fólkatinginum, og hóast 60 ára gamal, so
hevur hann ongar ætlanir um at fara av arbeiðsplássinum, hann er so góður við, og sum var
honum so hollur stuðul, tá hann var fyri herviligari ferðsluvanlukku fyri tveimum árum síðani
Í 21 ár hevur Árni starvast á Christiansborg, og hann ætlar at halda fram í starvinum sum parkeringsvørður
so leingi hann kann. Tað er ikki endiliga lønin, sum dregur, men góðu starvsfelgarnir og arbeiðsviðurskiftini
ÍSRAEL
Stefan í Skorini
Ísrael hevur nógvar vinir í Føroy-
um. Felagið “Vinir Ísraels í Før-
oyum” er eitt virkið felag, sum
stuðlar unga landinum í Mið-
eystri.
– Hóast vit stuðla Ísrael,
leggja vit dent á, at vit ikki á
nakran hátt eru fíggindasinnað
mótvegis øðrum londum og
fólkasløgum, sigur Dánjal Poul-
sen, sum er nývaldur formaður
fyri Eliesar Arge, ið var for-
maður frammanundan.
Formaðurin ásannar, at tað er
torført at halda hesa meginreglu,
tí stríðið millum palestinar og
ísraelsmenn er somikið hart, men
hann skoytir uppí, at Gud hevur
eina størri ætlan við Ísrael, og
henni mugu øll boyggja seg fyri.
Felagið hevur seks ár á baki
og varð sett á stovn í 1996.
Felagið gevur blaðið “Vinur
Ísraels” út fýra ferðir um árið.
Villleiðandi upplýsingar
Eitt av endamálum felagsins er at
virka fyri røttum tíðindaflutningi
um Ísrael og jødarnar. Orsøkin til
tað er, at fjølmiðlarnir mangan
lýsa Ísrael sum eitt hersetingar-
vald, hóast jødarnir hava rætt til
landið.
– Tíverri er tað so, at fjølmiðl-
arnir mangan bera villleiðandi
upplýsingar um stríðið millum
Ísrael og palestinar. Heimspress-
an lýsir mangan Ísrael sum eitt
hersetingarvald, men vit meta
ikki, at hetta er rætt, sigur Dánjal
Poulsen.
Hann vísir í hesum sambandi
á, at Ísrael tríggjar ferðir er
álopið av grannalondunum í
1948, 1967 og 1973. Tað var tá
ikki Ísrael, ið gjørdi hernaðarligt
álop á grannar sínar. Tí er tað
skeivt at kalla Ísrael hersetingar-
vald, heldur formaðurin í felag-
num.
– Eg havi mangan sæð BBC
borið villleiðandi tíðindi í sjón-
varpinum, tí undir kríggi og
stríði verður ofta farið lætt um
sannleikan, sigur Dánjal.
Hann leggur afturat, at felagið
ikki leggur seg útí smálutirnar í
ósemjuni við palestinar, og at tað
helst sá, at arabar og ísraelsmenn
liva saman í friði í Ísrael. For-
maðurin heldur, at tað hevur
hóast alt verið hampuliga friðar-
ligt innanlands í Ísrael síðan
1948, og arabar hava tað sera
gott í Ísrael.
Tað er torført at gera vart við
skeivan tíðindaflutning, tá vit fáa
tíðindini úr útlondum, men
Dánjal Poulsen sigur, at limir
felagsins hvør í sínum lagi skriva
lesarabrøv og annað, og soleiðis
virkar felagið fyri røttum
tíðindaflutningi um Ísrael og
jødarnar.
Sharon er kroystur
Varandi ófriður hevur verið
millum palestinar og ísraelska
herin, og ógvusligir samanbrestir
hava verið dagligur kostur í
nærum hálvtannað ár.
Felagið “Vinir Ísraels í Føroy-
um” stuðlar tí stjórn, sum situr
við valdið í Ísrael, tí hetta er
einasta demokratiskt valda
stjórnin í øllum Miðeystri, vísir
formaðurin á.
Hann heldur, at forsætisráð-
harrin Ariel Sharon er hart
kroystur av sjálvmorðsbumb-
unum frá palestinum.
– Ísraelar gera eisini mistøk í
stríðnum, og tað er ógvuliga
harmiligt, at sakleys fólk mugu
líða, men hetta vísir seg ofta, tá
ófriður brestur á.
– Men Sharon er noyddur at
svara aftur, tí annars góðtekur
hann sjálvmorðsatsóknirnar hjá
palestinum, og hann er tí hart
kroystur í hesum døgum, sigur
Dánjal Poulsen.
Ógvusligu samanbrestirnir
byrjaðu, eftir at Ariel Sharon
hevði verið á vitjan á tempul-
plássinum í Jerusalem. Formað-
urin vísir í hesum sambandi á, at
hann hevði rætt at vitja tempul-
plássið, tí Ísrael altíð hevur
kravt, at hetta plássið skal vera
opið fyri almenninginum. Tíverri
varð hetta uppfatað sum ein
provokatión.
Ítøkiligur stuðul
Felagið stuðlar á ymiskan hátt
tiltøkum og felagsskapum í
Ísrael. Felagið hevur í fleiri ár
latið pening til eina verkætlan,
sum hevur til endamáls at planta
trø í Ísrael, tí ein stórur partur av
landinum er oyðimørk. Felagið
roynir á ymsan hátt at savna
pening til hetta endamálið.
Henda verkætlan hevur fleiri
ár á baki, tí longu í sekstiárunum
fóru tey at planta trø í oyðimørk-
ini. Eisini verður peningur latin
til arbeiðið við at byggja vatn-
veitingar úti í oyðimørkini.
Ein hjálparfelagsskapur í
Ísrael fær eisini ágóðan av
arbeiðinum hjá felagnum. Hetta
er felagsskapurin hjá Idu Nudel,
sum hjálpir russiskum jødum,
sum eru fluttir til Ísrael í stórum
tali seinastu árini. Soleiðis fáa
ísraelar ítøkiligan stuðul úr
Føroyum.
Felagið arbeiðir eisini fyri
samstarvi og sambandi við
Ísrael. Í fjør var ísraelski sendi-
harrin í Danmark, sum eitur
Yitzhak Eldan, á vitjan í Føroy-
um. Á vitjanini hitti hann Anfinn
Kallsberg, løgmann, og lands-
stýrismannin Bjarna Djurholm,
og hesir báðir samdust um at
arbeiða víðari við eini ætlan
innan samskifti.
Í september í fjør tók Carmi
Gillon við sum sendimaður fyri
Eldan. Gillon varð av politikar-
num Søren Søndergaard úr SF
meldaður til løgregluna, tí hann
hevði sagt seg taka undir við at
leggja lættari kropsligt trýst á
fangar undir avhoyringum.
Løgreglan gjørdi tó einki við
hetta málið. Framsøgumaðurin
hjá danska Javnaðarflokkinum í
uttanríkismálum skeyt eisini upp
at boykotta Carmi Gillon.
Hann er nú sendiharri Ísraels í
Danmark, og felagið “Vinir
Ísraels í Føroyum” hevur havt
samband við nýggja sendiharran.
Hann hevur sýnt áhuga fyri at
koma til Føroya á vitjan, men
enn er eingin almenn innbjóðing
send honum.
Dánjal Poulsen heldur ikki, at
so stórt rok fer at taka seg upp í
Føroyum, sum tað gjørdi í Dan-
mark. Hann vónar, at Carmi
Gillon fer at koma á vitjan í
Føroyum.
Sosialurin Nr. 43 - 2. mars 2002
7
Støði og endamál felagsins
Støði felagsins:
1. Felagið byggir á kristiligt grundarlag við áherðslu á
bókstaviliga tulking av skriftini.
2. Felagið skal vera politiskt óheft og óheft av øllum trúarbólkum
Endamál felagsins:
1. At upplýsa um bíbilska grundarlagið undir tilveru Ísraels sum
land og tjóð.
2. At virka fyri røttum tíðindaflutningi um Ísrael og jødarnar.
3. At eggja til bøn fyri Jerusalem, Ísrael og jødunum.
4. At virka fyri góðum samstarvi millum Føroyar og Ísrael á
øllum økjum og at virka fyri góðum grannalagi millum
londini í Miðeystri.
5. At mótvirka antisemitismu.
Vinir Ísraels í Føroyum
Felagið “Vinir Ísraels í Føroyum” hevur til endamáls at stuðla Ísrael.
Formaður felagsins, Dánjal Poulsen, harmast um, at Ísrael verður lýst
sum eitt hersetingarvald í fjølmiðlum. Felagið roynir eisini at virka fyri
røttum tíðindaflutningi um Ísrael og jødarnar
Nývaldi formaðurin í felagnum “Vinir Ísraels í Føroyum” Dánjal Poulsen og fráfarni formaðurin Eliasar Arge
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
29
28