Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-07, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. mars 2011síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 7. mars 2011 · Nr. 28 Sosialurin Ítróttarblaðið Uni Holm Johannesen Tað var síðsta útkall hjá Neistanum. Taptu neistakvinnurnar hevði verið lítið sannlíkt, at tær høvdu havt virknan leiklut í finalustríðnum. Tað, sum var síðsta útkall, er nú ein stórur fyrimunur. Neistin er tvey stig aftan fyri ovastu liðini, men bæði Tjaldur og Stjørnan skulu á vitjan í høllini á Hálsi næsta mán­ aðin. Neistin hevur bara ein úti­ dyst eftir á skránni. Tað er móti botn propp inum StÍF – og granna­ upp gerðin móti Kyndil, har Neistin skal spæla sum útilið. Sjey mál skilti liðini, tá Neistin vann á VB, sum undan dystinum ikki hevði tapt í síðstu fimm lands­ kappingardystunum. Tætt í oddinum Neistin er tvey stig aftan fyri Stjørn una, og tvey stig aftan fyri Tjaldur. Neistin er undir trýsti, tí liðið hevur tapt tvær ferðir fyri bæði Stjørn uni og Tjaldri, men bara vunnið eina ferð á hvørjum teirra. Hóast Neistin skal spæla móti odda liðunum eina ferð aftrat, styrk ir tað ikki um støðuna, kann tað serliga fáa stóran týdning, at dyst irnir eru á heimavølli. Torførur dystur VB er komið upp í ferð, og vágs­ kvinn ur hava skavað eina rúgvu av stigum saman seinastu vikurnar. 9 stig av 10 møguligum vóru ræðandi hagtøl, áðrenn Neistin fór til Vágs. Tað løgdu neistakvinnur lítið í. Høvuðsstaðarfelagið vann 33­26. Tað verða dystirnir móti Tjaldri og Stjørnuni, sum vera avgerandi fyri, hvørji lið skulu spæla finalurnar um føroyameistaraheitið. VB og Kyndil hava prógvað, at tey kunnu arga ovastu liðini. Neistin stóð roynd ina móti vágskvinnum hesa­ ferð. Kyndil fer helst at gera alt fyri, at grann arnir ikki sleppa í final­ urnar. Tað hjálpir lítið at hugsa, hvat kann fara at henda. Um eina viku hava vit kanska øðrvísi støðu. Tá vitjar VB hjá Stjørnuni í Klaksvík, Neistin fær vitjan av VÍF, og Tjaldur spælir á heimavølli móti StÍF. uni@sosialurin.fo Uni Holm Johannesen Nú skal røkka ella støkka. Tað eru fimm dystir eftir at spæla í hondbóltskappingini hjá kvinn um. Tá verður endaliga stað fest, hvøji lið skulu spæla final ur nar um FM­heitið. Hóast stigini eru eins nógv verd sum altíð, ger ast dystirnir nú av álvara alsamt meira spenn andi. Tjaldur tók eitt fet nærri finaluplássi í gjár. Kvinnurnar úr Runavík vunnu sannførandi í høllini á Hálsi, har ungu kyndla kvinnurnar royndu at togast við steypavinnararnar. Kyndil hevur prógvað í hesum kapp ingarárinum, at liðið kann arga betru liðini viðhvørt. Eftir steðgin var ruddiliga staðfest, at Kyndil fór ikki í tann leik­ lutin hesaferð. Byrjaðu illa Støðan hjá Tjaldri er greið. Tað ræður um at vinna dystirnar móti niðaru liðunum, og í øllum førum fáa eitt stig í dyst unum móti Neistanum og Stjørn­ uni. Steypavinnararnir loystu fyrsta knútin í gjár. Tað var annars lítið sann­ førandi fyri hvíldina. Kyndil, sum bara hevur æruna eftir at spæla fyri í hesum kappingar­ árinum, stóð einki aftan fyri Tjaldur. Eitt mál skilti liðini í hálvleikinum. Tá sá eisini gott út hjá Kyndil, sum fekk fyrsta mál eftir steðgin. Men so rapaði alt. Tjaldur fór upp í ferð, heimaliðið hugdi mest sum bara at, og gestirnir fingu sjey mál upp í slag, uttan at Kyndil svaraði aftur. Tá var støð an 19­12, og spurningin var bara, hvussu stórur sigurin skuldi verða. Tjaldur vann við níggju málum, 30­21. Adina Petra og Simona Petersen vóru aftur herovastar hesaferð. Tær stóðu fyri meira enn helminginum av málunum hjá gestunum. uni@sosialurin.fo Uni Holm Johannesen Tað skal ikki koma fyri, at tað eru samfullir 28 dagar, ella fýra vikur, millum tveir landskappingardystir í bestu hondbóltskappingini. Tað er lítið stimbrandi at venja, uttan at spæla dystir, men seinastu fýra vikurnar hevur besta kvinnu liðið hjá Kyndli bara vant, hóast tað nærkast endanum av kappingar­ árinum, Kyndil hevði vitjan av VÍF tann 5. februar í ár. Liðið slapp aftur at spæla dyst í gjár, tann 6. mars. Vikuna eftir, at Kyndil og VÍF spældu í høllini á Hálsi, vóru steypa finalurnar á skránni. Vikuna eftir hevði Kyndil frívikuskifti, og síðsta viku skiftið vóru eingir dystir á skránni. Slíkt má ikki koma fyri. Tað er óseriøst. uni@sosialurin.fo Neistin skal spæla fýra av seinastu fimm dystunum á heimavølli Mynd: Álvur Haraldsen Hondbóltur Neistin loysti torføru uppgávuna til fulnar og fekk bæði stigini við sær til hús úr Vági. Neistin skal spæla fýra av seinastu fimm landskappingardystunum í høllini á Hálsi, og tað kann vera ein fyrimunur, nú seinasta royndin skal gerast at røkka finaluplássi Heimavøllurin verður avgerandi 28 dagar síðan seinast Hondbóltur Kappingarskipanin hjá Hondbólts samband­ inum hevur ikki staðið royndina. Kyndil hevði vitjan av Tjaldri í gjár. Tað var fyrsti lands kappingardysturin hjá besta kvinnu liðnum hjá felagnum í 28 dagar Eitt fet nærri finaluplássi Hondbóltur Tað var í seinna hálvleiki, at Tjaldur setti ferðina upp. Fyrstu løtuna eftir steðgin buldraðu gestirnir avstað, og síðan var spurningurin bara, hvussu stórur sigurin skuldi verða Nú styttist til tað verður staðfest, hvørji lið skulu spæla finalurnar um FM- heitið. Tjaldur er væl fyri eftir sigurin í gjár Mynd: Álvur Haraldsen Sunset Deildin Kvinnur nr. Lið Dystir Vunnin máL tapt máL munur stig 1 Tjaldur 19 543 447 96 30 2 Stjørnan 18 514 421 93 30 3 Neistin 19 525 442 83 28 4 VB 19 481 474 7 20 5 Kyndil 19 438 464 -26 14 6 VÍF 18 406 497 -91 7 7 StÍF 18 351 513 -162 1 Kyndil – Tjaldur 21-30 (11-12) Dómarar: Andreas F. Hansen og Eyðun Samuelsen 10 min.: 5-4 20 min.: 10-8 40 min.: 12-19 50 min.: 17-26 Kyndil: Heidi Maria Akselsen 7, Anja Heinadóttir 4, Rannvá Carlsen 3, Ásleyg Súnadóttir 2, Turið Arge, Guðrið Eystberg 1, Súsanna Peteren 1. tjaldur: Adina Petrea 11, Simona Petersen 8, Benadikta Johannesen 3, Annika Thomsen 2, Jóhanna í Króki 2, Kirstin Gaardbo 1, Barbara Nygaard 1, Jakoba Sevdal 1, Beinta Joensen. Útvísingar: Kyndil 4, Tjaldur 3. VB – Neistin 26-33 (12-16) Dómarar: Heri Petersen og Dánjal Samuelsen 10 min.: 3-6 20 min.: 6-12 40 min.: 14-22 50 min.: 19-29 VB: Gurið Mortensen 5, Rannvá Johannessen 5, Justina Balzarviciute 4, Bára K. Mortensen 4, Gintare Lydekaite 4, Svava Vestergaard 2, Laila Jespersen 1, Andrea Nielsen 1. neistin: Barbara Brauer 9, Nicoletta R. Hansen 8, Unnur Danielsen 4, Rakul Magnussen 3, Lovisa Andreasen 3, Bára Hansen 2, Jacklin Durhuus 2, Jenny Kragesteen 1, Birita Wardum 1.