mánadagur 7. mars 2011síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 7. mars 2011 · Nr. 28
20
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Hilmar Jan Hansen
Myndir: Álvur Harldsen
Tá oyggjaleikir verða á Isle of Wight
í summar, verða tær tríggjar vanligu
greinirnar við hjá súkklarunum,
sum eru landavegssúkkling, einkult
startur og býarsúkkling.
So hvørt sum leikirnir nærkast,
gera súkklararnir meira og meira
við miðvísu venjingina, og í vetur
hava fleiri av teimum gjørt heilt
nógv við tað, meðan teir hava bíðað
eftir aftur at sleppa at vera við í
einari kapping.
Leygardagin var so tann fyrsta
súkklukappingin
hetta
kapp
ingar árið. Hetta var ikki ein FM
kapp ing, sum vit skrivaðu í viku
skiftis blaðnum, men bara ein av
fleiri kappingum, ið skulu geva
súkkl arunum so góða venjing sum
gjørligt.
Tilsamans 13 súkklarar vóru
við, 10 vaksnir og tríggir unglingar,
og teinurin var tann vanligi, ið
verður brúktur í einkultstarti. Teir
vaksnu súkklaðu 29 kilometrar frá
Skógrøkt Landsins í Hoydølum til
Kaldbaks og aftur, og unglingarnir
súkklaðu 21 kilometrar, tí teir vendu
longu í Kaldbaksbotni.
Guðmundur vann
Hjá teimum vaksnu kom kappingin
um fyrstaplássið ikki óvæntað at
standa millum Guðmund Joensen
og Gunnar DahlOlsen, sum vóru
teir báðir síðstu avstað.
Eitt skifti var Guðmundur meira
enn ein minutt frammanfyri, men
Gunnar var so mikið drúgvur í enda
spurtinum, at hann fekk minkað
um munin, so bara 23 sekund vóru
á muni, tá avtornaði. Guðmundur
vann við tíðini 47 minuttir, reint.
Síðani kom Gunnar og á triðja plássi
var Morten Hansen, sum aftur var
44 sekund aftan fyri Gunnar.
Hetta úrslitið samsvaraði nokk
so væl við tað, Gunnar sjálvur metti
undan kappingini, tá hann helt, at
Guðmundur mundi fara at vera
nakað drúgvur, nú hann í ár hevur
valt at satsað upp á súkklingina,
held ur enn triathlon, ið annars er
hans ara fremsta grein.
Hjá unglingunum var Jóannes
Albert Nielsen fremstur á mál við
tíðini 43 minuttir og 44 sekund.
Nummar
tvey
var
Benjamin
Thomasen, ið var ein góðan minutt
aftan fyri, og á triðja plássi kom
Torbjørn A. Haraldsen.
Næsta súkklukappingin verður
miðskeiðis í apríl, tá úttøku kapp
ingar til Oyggjaleikirnar verða
viku skiftið 15. til 17. apríl.
hilmarjan@sosialurin.fo
Guðmundur
Súkkling Tilsamans 13 súkklarar vóru við í
kappingini í einkultstarti leygardagin, ið var fyrsta
súkklukappingin hetta kappingarárið