Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-07, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. mars 2011síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 7. mars 2011 · Nr. 28 22 Sosialurin Ítróttarblaðið Eik-ligan kvinnur nr. Lið Dystir Vunnið tapt Vunnin sett tapt sett munur stig 1 Fleyr 19 16 3 51 19 32 21 2 Mjølnir 19 16 3 52 14 38 20 3 SÍ 19 14 5 46 24 22 17 4 ÍF 19 11 8 38 31 7 14 5 TB 19 8 11 31 41 -10 9 6 Ternan 19 5 14 21 46 -25 7 7 KÍF 19 4 15 17 51 -34 5 8 Dráttur 19 2 17 23 53 -30 3 ÍF-ternan 3-1 (24-26, 25-18, 25-18, 25-21) KÍF-Dráttur 3-1 (25-19, 24-26, 25-22, 27-25) Fleyr-mjølnir 3-1 (25-17, 26-24, 23-25, 25-21) Eik-ligan menn nr. Lið Dystir Vunnið tapt Vunnin sett tapt sett munur stig 1 ÍF 6 5 1 15 5 10 10 2 SÍ 5 4 1 14 3 11 8 3 Mjølnir 5 3 2 9 7 2 6 4 Fleyr 6 2 4 8 14 -6 4 5 TB 6 0 6 1 18 -17 0 Fleyr-ÍF 0-3 (23-25, 21-25, 28-30) Hilmar Jan Hansen Fimm av teimum átta liðunum í Eikliguni hjá kvinnum hava millum lítið og einki at spæla fyri, tí tað er millum trý tey fremstu, at tann veruliga kapp­ ingin hevur verið tað mesta av kappingarárinum. Fríggjakvøldið tók ÍF á Kambs dali ímóti hinum eystur­ oyarliðnum, Ternuni, og her eydn aðist fuglafjarðar kvinn­ um at vinna 3­1. Ternan legði tó bragdliga fyri og vann fyrsta sett 26­24, men so sat ÍF á restini og vann trý sett á rað og tók sostatt sig­ urin. Tað merkir í grundini, at ÍF enn hevur ein lítlan møgu­ leika fyri bronsu, um liðið í evstu løtu sleppur fram um SÍ, nú liðini bæði hava tveir dystir eftir. Roknast kann við, at ÍF í øllum førum vinnur fýra stig aftrat, tí teir báðir síðstu dyst irnir eru TB á heimavølli og KÍF á útivølli, og hóast tey bæði mótstøðuliðini eisini kunnu vera tung at syfta, skuldu hetta verið tveir dystir, ÍF kundi tikið. So er spurningurin bara, um tað verður nóg mikið til at taka SÍ aftur. Sørvágskvinnur hava tveir útidystir eftir og skulu fyrst spæla grannadyst ímóti Drátti og síðani ein toppdyst ímóti Mjølni. Tað skuldi borið til hjá SÍ at fingið í øllum før­ um tvey stig burturúr, og tað er nóg mikið til at verða ver­ andi millum trý tey bestu, men eydnast tað ikki, er stórur møguleiki fyri, at ÍF fer fram­ um. Einki sovorðið stóð upp á spæl í hinum kvinnudystinum, sum var í Kollafirði í gjár, har KÍF og Dráttur møttust. Hetta eru tey bæði niðastu liðini, men tey leveraðu kortini ein javnan og spennandi dyst, har tvey av settunum fóru upp um 25 stig. Men KÍF hevði munin og vann fyrsta, triðja og fjórða sett, hóast Dráttur fór við øðr­ um setti og royndi at geva mót­ støðu í hinum eisini. hilmarjan@sosialurin.fo ÍF og KÍF vunnu Kvinnuflogbóltur Tveir dystir millum fýra av teimum lægru kvinnuliðunum vóru um vikuskiftið, og í báðum førum gjørdist tað til heimasigrar Hilmar Jan Hansen Á pappírinum skuldi dysturin í Gundadalshøllini millum Fleyr og ÍF í Eikliguni hjá monnum ikki havt tað stóra upp á seg, tí ÍF var heili 11 stig frammanfyri á stigatalvuni. Men allíkavæl gjørdist talan um ein livandi dyst, ið gjørdist nógv tættari, enn 3­0 sigurin hjá fugl firð­ ingum sigur. – Eg má viðganga, at í løtuni kann tað vera eitt sindur torført at motivera spælararnar. Fyri tað fyrsta, so eru vit so mikið langt framm an fyri hini, men so ger seg eisini galdandi, at fleiri av teimum eis ini spæla fótbólt og tí vóru nakað moyrir, sigur venjarin hjá ÍF, Suni Hansen. – Hinvegin hevur Fleyr nógv gott fólk og fleiri landsliðsspælarar, so einki er at siga til, at teir fingu bitið frá sær. Men tað gjørdi so uttan iva eisini sítt til, at hetta var ein dystur, ið var stuttligur at spæla. Fleyr kappast framvegis við SÍ um bronsuna, og tí sást á øllum brøgd um, at ÍF skuldi ikki koma sov andi til nakað sum helst. Úrslitið av tí gjørdist fleiri góðar duellir og ein dystur, ið bæði var stuttligur at spæla og at síggja, tí her var lív í. Bronsukapping Í fyrsta setti skuldu báðir partar líkasum finna seg til rættis, og tí vóru ikki tey stóru útsvingini har. Tá tað kom til endans, var ÍF tveir bóltar betri. Hinvegin vísti ÍF meira takt í øðrum setti, tá liðið fór 5­6 stig frá Fleyr miðskeiðis í settinum og vann tað rímiliga trygt. Hinvegin var tað Fleyr, ið kom betur úr startholunum í triðja setti, tá støðan longu var 2­0 í sett­ um til fuglfirðingar. Tað var nú, at Fleyr skuldi smekka til, skuldi nak að fáast burtur úr dystinum. Eitt skifti var Fleyr tí á odda 22­16, men megnaði ikki at gera arbeiðið liðugt – og so gjørdist tað í staðin ÍF, ið vann settið 30­28 og harvið eisini dystin. Hóast tapið, droymir Fleyr fram­ vegis um at fáa bronsuna, um SÍ ikki fer avstað við henni. Bæði lið hava tveir dystir eftir, og annar er enntá teirra millum í Sørvági leygar dagin. Annars skal Fleyr fríggja kvøldið spæla á heimavølli ímóti TB, og SÍ spælir síðsta dystin í lands kappingini á útivølli ímóti Mjølni. SÍ er trý stig framman fyri Fleyr á stigatalvuni, so um sørvingar vinna bara ein dyst aftrat, er brons­ an komin til høldar. Men eydnast tað ikki at vinna ein aftrat, er Fleyr bronsuvinnari, um havnarmenninir megna at vinna sínar báðar írest­ andi dystir. ÍF fekk mótstøðu Mansflogbóltur Hóast fuglfirðingar langt síðani eru komnir í FM-finalurnar, fingu teir í gjár dygga mótstøðu frá Fleyr, ið framvegis hevur bronsuna at spæla fyri flEYr roYnDi Hóast ÍF er nógv fremri á stigatalvuni, royndi Fleyr at geva fuglfirðingum dygga mótstøðu í Gundadalshøllini í gjár. Kortini rakk tað ikki til at taka sett frá oddaliðnum Mynd: Álvur Haraldsen