mánadagur 7. mars 2011síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 7. mars 2011 · Nr. 28
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Hilmar Jan Hansen
Í kvinnuflogbólti hevði Fleyr sína
stórheitstíð frá 1989 til 1997, tá
felagið vann seks av níggju møgu
ligum meistaraheitum, men síðani
er einki steyp endað í høvuðs
stað num. Heldur ikki hevur Fleyr
vunnið nakra steypafinalu, síðani
far ið var undir at spæla tær í 2000.
Men nú er møguleikin at berja
seg innaftur í toppin, tí í gjár gjørd
ist greitt, at Fleyr við 100 pro sents
vissu verður annað av FMfinalu
liðunum hjá kvinnunum. Fleyr
vann 31 á Mjølni, sum enn ikki
hev ur vissu fyri sínum finaluplássi,
men allíka væl sær út til at vera á
veg í final una eisini.
Fleyr hevur tey seinnu árini
havt eitt gott lið, sum eitt nú hevur
verið væl umboðað á landsliðnum,
men kortini er ikki eydnast at
vinna seg heilt fram ígjøgnum. Í
vet ur tykist kortini, sum ganga
ting ini meira upp í eina hægri eind,
og Fleyrkvinnurnar tykjast duga
betur at takla støðurnar, tær koma
í, tí undanfarin ár eru tær altíð upp
steðgaðar, beint áðrenn komið var
á mál.
– Tað er ótrúliga deiligt, at vit
endiliga klára at vísa, at vit eru
nummar eitt, og vit ætla at fara
eftir øllum, tá FMfinalurnar vera,
sigur Rakul DalsgaardJakobsen,
lið skipari hjá Fleyr.
– At tingini nú rigga betur hjá
okkum, hongur helst saman við,
at vit hava fingið meira rutinu og
eisini hava eina rúgvu av venjing
aftan fyri okkum. Vit hava spælt
sam an nokk so leingi nú og eru ord
iliga komnar at kenna hvørja aðra,
so tí haldi eg, at vit eisini fáa tingini
betur at rigga.
Fleyr betri byrjan
Í dystinum í gjár eydnaðist Fleyr
at koma betur frá byrjan og vinna
fyrsta sett rímiliga sannførandi, og
tað hjálpti væl til, at Fleyr at enda
vann allan dystin: – Vit hugsaðu
bara um hetta sum ein vanligan
dyst, har vit sjálvandi vildu gera
okk ara besta. Og tað er jú altíð um
ráðandi at vinna fyrsta sett, so tað
gav okkum eina góðan byrjan, sigur
Rakul.
Tá gjørdist tað munandi tættari í
øðrum setti, har Mjølnir var á odda
tann fyrra partin, men varð tikið
aftur við 1818. Nú gjørdist spenn
andi, men Mjølnir hevði yvirskotið
til at vinna settið 2624. Í triðja
setti var tað hinvegin Fleyr, ið gekk
undan at byrja við og var framman
fyri 1410 eitt skifti. Men hóast
Mjølnir kom afturíaftur og javnaði
til 1717, kláraði Fleyr eisini at hála
hetta settið inn og leggja seg á odda
21 í dystinum.
Nú var fjórða sett síðsti møgu
leikin hjá Mjølni, skuldi dysturin
ikki tapast. Spælið hjá báðum
pørtum var nervøst og uttan
stór vegis samanhang. Fleyr var
framm an fyri 107, men so servaði
Marjun Kalsø nakrar góðar servur,
so Mjølnir fór framum 1310. Fleyr
vildi kortini ikki sleppa, men vann
seg inn aftur og endaði við at vinna
setti 2521 og harvið eisini dystin.
Bestu liðini
Hóast tapið, so er venjarin hjá
Mjølni, Boban Ilic, sannførdur um,
at finaluplássið ikki er í vanda, nú
Mjølnir hevur tveir dystir eftir.
– Nei, vit eru við vissu í finaluni,
tí vit skulu bara vinna ein av tveim
um dystum, vit hava eftir. Tann
fyrri av teimum er ímóti KÍF, men
vit eru so mikið betri, so vit koma
í finaluna. Vit hava eitt sterkt lið,
so vit klára tað, sigur Boban Ilic, ið
vísti á eina orsøk til, at Fleyr kanska
kom í so lætt til sigurin í gjár: – Fleiri
spælarar hjá okkum hava verið
sjúkir, og tað var ein orsøk til, at vit
ikki spældu so trygt og væl, sum vit
plaga. Hinvegin spældi Fleyr sera
væl í dag, og teirra spælarar vóru
uppsettir og stríddust væl.
Bæði hann og Rakul eru sannførd
um, at tað verða tey bæði bestu lið
ini, ið koma í FMfinalurnar, sjálvt
um Mjølnir teoretiskt ikki hevur
tryggjað sær sessin, fyrr enn ein
dystur er vunnin aftrat.
– Eg haldi, at Mjølnir passar væl
til okkum. Tær hava gott álop, men
vit hava eisini góðar móttøkur, so
tað verða neyvan finalur við hes
um lobbunum, sum vit skulu kasta
okkum eftir. Kemur Mjølnir í final
una, verður hon millum tey bæði
bestu liðini í Føroyum í løtuni, men
skuldi SÍ yvirhálað, so eru vit eisini
klár til ta finaluna, sigur Rakul
DalsgaardJakobsen.
– Ja, eg haldi, at Fleyr er eitt betri
lið enn SÍ, og hetta verður tí ein
finala við góðum flogbólti, tí vit og
Fleyr eru tey bestu liðini. Í final uni
ræður um at vísa mentala og krops
liga styrki, tí har eru tveir dystir dag
um dag, sigur Boban Ilic.
Næsti
dysturin
hjá
Mjølni
verður longu mikukvøldið klokk
an 20, tá KÍF kemur á vitjan í Bad
mintonhøllini í Klaksvík.
hilmarjan@sosialurin.fo
Fleyr-kvinnurnar í finaluni
Kvinnuflogbóltur Við einum 3-1 sigri á Mjølni smoygdi Fleyr sær í gjár upp á oddasessin og
tryggjaði sær pláss í FM-finaluni, ið allarhelst verður ímóti Mjølni, ið bara skal vinna ein dyst aftrat
flEYr flÚgvAnDi
Kvinnurnar hjá Fleyr høvdu størri yvirskot enn Mjølnir. Tí vunnu tær dystin teirra millum í gjár og settu seg á oddasessin, samstundis sum tær við vissu vunnu sær pláss í FM-finaluni
Mynd: Álvur Haraldsen