mánadagur 7. mars 2011síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mánadagur 7. mars 2011 · Nr. 28
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Hilmar Jan Hansen
Føroysku fótbóltskvinnurnar hava
í morgin kjansin at spæla seg víðari
í EM-undankappingini, um tað
gongst eftir vild. Fyrst og fremst
ræður um hjá teimum at vinna sín
dyst, sum verður spældur ímóti
Georgia, ið frammanundan hevur
tapt fyri Malta og spælt javnt ímóti
Armenia. Men eisini ræður um, at
Armenia ikki fær trý stig, skal tað
eydnast at koma víðari.
Við øðrum orðum má Malta ikki
tapa, men kann bæði vinna ella fáa
javnleik, samstundis sum Føroyar
sjálvandi skulu vinna. Undan dyst-
inum er Armenia fremst við fýra
stigum, Føroyar og Malta hava trý
stig í part og Georgia er aftast við
einum stigi.
– Eg havi spurt meg fyri, og
sum eg skilji á lagnum, hava vit
fyrimun av innanhýsis dystunum,
um støðan skal gerast upp eftir
føroyskan sigur og bara ikki tap
til Malta. So skuldu vit verið víðari
undir
øllum
umstøðum,
sigur
lands liðsvenjarin, Álvur Hansen, ið
fríggja dagin sá kvinnurnar spæla
ein annan dyst, enn hann hevði
sæð tær spælt ímóti Armenia tveir
dagar frammanundan.
– Ímóti Armenia var okkara spæl
vánaligt, og hóast vit høvdu nógvar
royndir á málið hjá teimum og ikki
skuldu tapt, var spælið bara ikki
nóg gott. Í so máta var nógv betur
skil á í dystinum ímóti Malta, og tí
eydnaðist okkum eisini at vinna ein
uppibornan 2-0 sigur.
Máttu bíða eftir 2-0
Tað var nokk so fitt av vindi fríggja-
dagin, tá dysturin ímóti Malta var
á skránni, og tað ávirk aði eisini
spælið eitt sindur. Før oyar høvdu
undanvind í fyrra hálv leiki, og
tá vóru tað mestsum bara deyð-
bólts støður og langskot, ið skaptu
vanda miklar støður til før oyskan
fyrimun.
Málið til 1-0 kom eisini eftir
eitt
hornaspark,
sum
Rannvá
Andreasen skjeyt úr vinstru síðu.
Bólt urin kom nokk so flatt inn í
maltesiska brotsteigin, har verjan
royndi at rudda burtur. Men Malena
Josephsen fekk sett fótin á, og so
var 1-0 til Føroyar, nú 20 minuttir
vóru eftir til steðgin.
Tá føroysku kvinnurnar í seinna
hálvleiki høvdu vindin ímóti, lá
munandi betur fyri at mynda
spælið. Nú var nógv meira tamar-
hald á, og eisini spurdust fleiri
kjansir burturúr, ið vóru rættiliga
stórir. Serliga royndi Mona Breck-
mann frammi í álopinum nógv, og
ofta skapti hon eisini kjansirnar
mestsum einsamøll, men fekk tó
einki mál burturúr.
Hinvegin kendu tær føroysku seg
einki serliga tryggar við støðuna, tí
so leingi tað bara var 1-0, var alla
tíðina vandi fyri, at Malta kundi fáa
eitt útjavnandi mál. Spælararnir hjá
Malta gyppaðu nógv og spældu lítið,
men har var alla tíðina vandi fyri, at
bólturin kundi fara flúgvandi fram
í vindinum, so brádliga onkur til-
vildarlig støða kundi enda við ein-
um maltesiskum máli.
Tíbetur hendi tað ikki, og tá
tað so fýra minuttir fyri tíð aftur
eydnaðist Føroyum at fáa mál, var
sloppið. Hesa ferð var talan um
eitt væl spælt álop, ið byrjaði við,
at Fríðrún Danielsen vann bóltin
afturi á egnari hálvu og sendi fram í
vinstru síðu, har Rannvá Andreasen
fekk bóltin, lyfti upp um ein mót-
spælara og sendi tvørturum millum
tveir av maltesisku spælarunum.
Olga Kristina Hansen tók væl ímóti
og smekkaði í málið til 2-0.
Størri stríðsvilji
Sigurin kom øgiliga væl við og var
eisini fult uppiborin. Tað var eisini
ein lætti hjá føroysku spælarunum,
at nú fekst løn fyri stríðið, eftir at
dysturin ímóti Armenia hevði verið
eitt stórt skuffilsi, har sjálvt ikki 17
skotroyndir góvu nakað sum helst.
Hesa ferð vóru hagtølini enn
eina ferð til føroyskan favør, men
nú fekst eisini nakað burturúr.
Før oyar høvdu 13 royndir á málið,
um framt 12 royndir, ið endaðu
uttanfyri, og í hornaspørkum var
6-3 til Føroyar. Onnur hagtøl, ið
vístu ein størri stríðsvilja, sóust
eis ini aftur í fríspørkunum, tí hesa
ferð gjørdu føroysku kvinnurnar 10
frí spørk – samanborið við bara eitt
ímóti Armenia…
– Nú hava vit so bara henda eina
dystin eftir, men eg vildi hildið, at
vit áttu at havt ein góðan møguleika
ímóti Georgia, tí øll hesi liðini eru
nokk so jøvn. Georgia hevur tó bara
fingið eitt stig, meðan vit vónandi
komu í gongd við sigrinum á Malta,
sigur Álvur Hansen.
– Teir báðir fyrru dystirnir hjá
okkum eru spældir á graslíki, men
hesa ferð skulu vit spæla á sjálvum
høvuðsvøllinum á Ta’Qali, ið hevur
gras. Tað er kanska ein lítil fyri-
munur fyri Georgia, men eg vildi
hildið, at tað skuldi gjørt tað sama
fyri okkum. Vit skulu bara syrgja
fyri at vinna okkara og so krossa
fingr ar fyri Malta, so eru vit víðari.
Dysturin ímóti Georgia verður
spældur í morgin klokkan 13, og
tað ber til at fylgja við gongdini á
heima síðuni hjá UEFA.
hilmarjan@sosialurin.fo
Kvinnurnar hava kjansin
Fótbóltur Eydnast fótbóltskvinnunum at vinna
síðsta dystin ímóti Georgia, samstundis sum Malta ikki
tapir, eru Føroyar víðari í EM-undankappingini
VuNNu Á MAltA
Fríðrún Danielsen, ið her sendir bóltin fram á vøllin í dystinum ímóti
Malta, setti álopið í gongd, sum elvdi til seinna málið í 2-0 sigrinum
Mynd: kvinnufotbolt.com
Føroyar-Malta 2-0 (1-0)
Ta’Qali, Malta, fríggjadagin 5. mars 2011 kl. 13.00
Linjudómarar: Tzvia Malca (Ísrael) & Anouk De Jong (Holland)
Fjórðidómari: Sjoukje de Jong (Holland)
1-0: Malena Josephsen, 26.
2-0: Olga Kristina Hansen, 86.
Føroyar: Randi Wardum – Paula Mikkelsen, Bára Skaale Klakstein, Ragna Patawary, Sigrið Jacobsen – Heidi Sevdal
(Rakul Magnussen, 90.), Malena Josephsen, Fríðrún Danielsen, Rannvá Andreasen – Olga Kristina Hansen (Ansy
Sevdal, 93.) – Mona Breckmann (Margit Magnusdóttir, 89.)
Gult kort: Heidi Sevdal
Venjari: Álvur Hansen
Dómari: Lilach Asulin (Ísrael)