Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-07, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. mars 2011síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 7. mars 2011 · Nr. 28 26 Sosialurin Ítróttarblaðið Tróndur Arge – Anfield, Liverpool Tað eru tjúgu ár síðani ein Liver­ pool leikari seinast skoraði hat trick móti Manchester United. Tað var núverandi venjarin hjá Jóan Símuni Edmundsson, Peter Beardsley, ið stóð fyri tí. Í gjár gjørdi arbeiðs­ hesturin úr Hollandi, Dirk Kuyt, hon um kunstin eftir. Tríggjar ferðir var Dirk Kuyt seinastu á bólt inum tætt undir málinum og tryggjaði Liverpool sigurin á arva­ fígg indanum. Heilt serligur stemningur Tað er ein heilt serligur stemn­ ingurin til dystirnar millum Liver­ pool og Manchester United. Tað er torført at siga orð á og skal helst upplivast fyri at skiljast. Hóast Liverpool undan dystinum er 21 stig aftan fyri Manchester United, so er lagið frálíkt og viðhaldsfólkini hava gott mót. Fyri Manchester United er hesin dysturin ein góður møguleiki fyri at vaksa tapið móti Chelsea av sær. Sólin hevur leitað sær fram, tá leikararnir koma á vøllin og »You’ll Never Walk a Alone« ljóðar um alt Anfield. Sjálvdan ljóðar sangurin betri enn tá Manchester United er á vitjan. Fyri Liverpool er dysturin sum ein steypafinala, tí felagið hev­ ur ikki so nógv annað at spæla fyri í ár. Arbeiðshesturin úr Hollandi Stóran hetjan í dystinum varð Dirk Kuyt. Mest kendur er hann fyri sín stríðsvilja og ljósa faksi. Stutt fyri hálvleik leggur hann Liverpool á odda, eftir frálíkt uppspæl frá Luis Suarez. Løtu seinni er hann aftur upp á spæl eftir verjuvillu frá Nani. Tætt undir málinum setur Dirk Kuyt ljósu krúllurnar á bóltin, sum endar í málinum. Hesa løtuna er stemn ingurin á Anfield í hæddin og fólk í øllum skapi og aldri fegast sum var meistaraheitið vunnið. Reyða kotið, ið ongantíð kom Løtu eftir málið til 2­0 taklar Liver­ pool verjuleikarin, Jamie Carragher, Nani. Manchester United vongurin má berast av vøllinum við opn um sári á skinnabeininum. Dóm arin valdi bara at geva Jamie Carragher gult kort. Tað gekk bara ein minuttur, so taklaði Rafael Liver­ pool miðvallarin, Lucas Leiva. Eis­ ini her valdi dómarin ostaflísuna held ur enn ostaskorpuna. Bæði Dermot Gallagher og Graham Poll, ið báðir eru fyrr ver­ andi dómarar, sum arbeiða í ensku miðl inum, eru á einum um Jamie Carragher skuldi verið útvístur. Dirk Kuyt hattrick Í seinna hálvleiki økti Dirk Kuyt um leiðsluna við triðja málinum hjá sær. Edwin van der Sar megnar ikki at halda frísparki frá Luis Suarez og so er Dirk Kuyt fyrstur á og avgerð dystin. Hetta er fyrstu ferð, at Dirk Kuyt skorar trý mál í sama dysti fyri Liverpool. Hetta er besta kenslan nakrantíð, segði Dirk Kuyt eftir dystin Andy Carroll fekk eisini sína debut fyri Liverpool. Hann varð í seinna hálvleiki skiftur inn. Man­ chester United minkaði í evstu løtu um munin við máli frá Javier Hernandez. Sir Alex Ferguson boykottar fjølmiðlarnir Venjarin hjá Manchester United, Sir Alex Ferguson, vil als ikki gera viðmerkingar til dystin. Hann hevur givið øllum leikarunum forboð fyri at tosa við fjølmiðlarnir. Sir Alex Ferguson er so óður, at hann vil held ur ikki tosa við sjónvarpsrásina hjá Manchester United. Kenny Dalglish, sum í fríggja­ dagin fylti 60, var sjálvandi fegin um seinkaðu føðingardags gávuna. trondur@sosialurin.fo Stríðsmaðurin søkti oddaliðið Fótbóltur Við stríðshugaða Dirk Kuyt á odda vann Liverpool sunnudagin 3-1 á Manchester United á Anfield. Manchester United hevur nú tap tveir dystir á rað og Sir Alex Ferguson er óður við miðlarnir og vil ikki tosa við teir. Sosialurin var á Anfield Dirk Kuyt skeyt hattrick móti Manchester United Mynd: Polfoto Jamie Carragher var heppin ikki at blíva vístur av vøllinum fyri eina sera harðliga takling á Manchester United leikaran, Nani