Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-07, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. mars 2011síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Mánadagur 7. mars 2011 · Nr. 28 Sosialurin Kjak Yvirskrift og innihald: »Tey ríku eru fátæk og tey fátæku eru rík«. Hetta er yvirskrift til grein hjá Helga Abrahamsen. Er hetta ein yvirskrift, ið roynir at skapa samkenslu við teimum ríku? Tað kann tykjast so. Men so kemur ein frágreiðing um hvussu tað ikki loysir seg at vera arbeiðssamur, har Helgi kemur við einum dømi um ein persón, ið tjenar 250.000 kr og ein, ið arbeiðir meira, sum so tjenar 300.000 kr. Í døminum hjá Helga, har barnagarðspláss o.a. skal gjaldast, hevur tann lægri lønti meira pengar eftir enn tann arbeiðssami og hægri lønti. Eg eri púra samdur við Helga Abrahamsen í tí, at hetta líkist ongum, at tað ikki loysir seg at vera arbeiðs­ samur – hetta ásanni eg sjálvur hvønn mánað. Men Helgi sigur hendan vera ríkan, sum tjenar 300.000 kr. Fólk, sum árliga tjena millum 200.000 og 400.000 kr eru ikki “tey ríku”. Tað eru tey, ið árliga tjena 500.000 kr og uppeftir. Tað eru fleiri, ið tjena væl yvir eina mió. kr árliga og gjalda lítlan skatt vegna frádrátt av alskyns slagi, og tað er hesum, tað átti at verið hugt eftir; tí hesi hava sanniliga ráð at gjalda skatt og soleiðis menna Føroyar, sum tey ríku liva so væl av. Undarlig niðurstøða Sum sambandsmaður mátti blokkstuðulin sjálvsagt inn í myndina hjá Helga Abraham­ sen. Tað er enn einaferð gamla burturfrágreiðingin, ið fær okkum at taka eyguni av bóltinum. Hvat ella hvør er so bólturin? Jú, tað er tað vit hava tosa um: órættvísa skattabýti. Og hvør kann og skal gera nakað við tað? Tað skal Helgi og hini tingfólkini – serstakliga sitandi samgonga, sjálvsagt. Men hvat sigur Helgi, tá tað snýr seg um skatt og landskassan? Jú, hann tosar, sum um tað ikki er hansara ábyrgd at gera nakað við hetta; hann sigur: »Spennandi verður at síggja hvat verður gjørt, fyri at fáa undirskotið burtur.« »Spennandi verður at síggja...«?! Tað er júst tað, sum er galið við hesu blindu staran at blokkstuðulinum. Sambandsfólk gerast initia­ tivleys av hesum, og duga ikki at ásanna sína ábyrgd, hóast tey hava stilla seg fram sum tingfólk, sum inni­ ber at skapa livilig kor hjá øllum málbólkum í Føroy­ um. Helgi skal yvirhøvur ikki fylla seg við blokki, lena seg afturá og hyggja at, hvør loysn nú mann fara at daga upp undan sjónar­ ringinum. Lat tað vera sagt enn einaferð: Takið eyguni burtur frá hasum blendandi blokki og farið til arbeiðis. Dávid Isfeld Hósvík Hvat roynir Helgi at siga? Vit hava um dagarnar verið vitni til, at bankarnir hava sent fleiri 100 tals húskjum eina eykarokning upp á fleiri 10 túsund krónur ­ um vit leggja rentubyrðuna yvir nøkur ár saman ­ sum eykarokning fyri sokallað hækkað lánsbidrag. Talan er um rokning til tey, sum hava lagt um til realkredittlán. Mong mundu verða tey, sum fegnaðust, táið tíðindini bórust um at nú fóru Bank­ Nordik at lækka sethúsa­ rentuna við einum góðum pro­ senti. Og honum á baki kom so eisini Eik við somu lækking. Nakað seinni kom so fram at fyri at fíggja hesa lækking, var gjørt av at hækka lánið til tey við realkreditlánið. Hækkingin á 0,2 prosent svarar til eina hækking á 2000 kr pr mió pr ár í láni. Og hesa eykarokning skulu føroysku húskini bara rinda, hóast tey .­ júst av láni til hús, eru ógvuliga tyngd fíggjarliga longu frammanundan. Tey, sum fyri kortum vórðu eggjaði til at broyta van­ ligu sethúsalánini til donsk realkredittlán, vóru í stóran mun tey, sum høvdu stór sethúsalán. Hjá teimum har skuldin var lítil, varð upplýst, at tað loysti tað seg ikki at broyta lánsslag – frá van­ ligum sethúsaláni til danskt realkredit, tí konverteringin var so kostnaðarmikil. Tað kann tí hugsast, at ser­ liga ungu barnafamiljurnar, sum frammanundan eru tey mest fíggjarliga tyngdu, tóku av hesum tilboðið. Tað gjørdu tey, tí tey sóu fyri sær munandi fíggjarligar fyri­ munir av hesi lækking, hóast tey máttu rinda høgan prís fyri at leggja lánið um. Hin­ vegin sóu tey eisini fyri sær, at yvir eitt ávíst áramál, var hesin prísur goldin innaftur, tí rentubyrðan lækkaði. Tá tey so fáar mánaðar eftir dýru umleggingina fáa at vita, uttan nakra ávaring yvirhøvur, at avtalan tey gjørdu við peningastovn­ arnar, nú hevur við sær, at tey kortini koma at rinda fleiri 10túsund krónur meira í rentu eftir fáum árum, enn tey skuldu um avtalan frá umleggingini var galdandi, so má ein spyrja seg sjálvan um hetta er rímiligt. Men rímiligt ella ikki, so kunnu peningastovnarnir eftir øllum at døma gera slíkt, uttan at nakar fer eftir teimum. Við rímiligum krøv­ um áttu peningastovnarnir at havt ávísar avmarkingar við slíkari rentuhækking til hart kroysta kundan. Sjálv­ sagt eigur ein kundi at vita, at rentan broytist hendan vegin og hinvegin og onnur gjøld kunnu koma og fara. Men júst í hesum konkreta døminum kom rentuhækkingin óvart á, og enntá stutt eftir, at fleiri høvdu bundið seg við ógvu­ liga strongum treytum til eitt danskt realkredittlán. Og so verður hetta gjørt uttan rími­ ligt skotbrá, uttan reellan møguleika at siga lánið upp, uttan reellan møguleika at flyta banka osfr. Til samanberingar kann nevnast, tá ið fólk í vanligum størvum verða søgd úr starvi, so skal hetta gerast við so og langari freist, við ávísum mannagongdum, við møgu­ leika fyri hoyring osfr. Hesi krøv hava fakfeløgini ynskt, tí tað verður hildið órímiligt, at tú bara soleiðis yvir alt ov stutta tíð broytir tilveruna hjá fólkið totalt, uttan at hesi fáa tíð at hugsa seg um. Politiski myndugleikin eigur bert í avmarkaðan mun at blanda seg í hvørji krøv peningastovnarnir seta kund­ unum. Talan er um privat virksemi og eiga krøvini at verða lagaði hareftir. Peninga­ stovnarnir í Føroyum hava hinvegin so stórt vald í landi­ num, og hava møguleika at ávirkað liviumstøðurnar hjá føroysku húskjunum í meira lagi um politiski myndugleikin ikki setir tær røttu treytirnar. Tað skal sigast pening­ stovnunum til rós, at teir við síni fíggjing hava verið við til, at flutt tað føroyska samfelagið fleiri fet framá og eiga stóran leiklut í tí framburði, sum hevur verið her á landið gjøgnum árini. Og tað eigur tí at verða okkara ynski, at hesir fáa frítt at virka sum stovnar við møguleika fyri vøkstri, kapping og góðum avkasti. Brúkarin av bankunum er so hinvegin tey, sum eru orsøkin og initiativtakarin til tann framburð, sum verið hevur her á landið, og sum bankin í stóran mun hevur verið við til at fíggja. Brúkarin hevur sostatt tørv á einum væl riknum banka, meðan peningastovnarnir hava brúk fyri fólkið og brúkarum sum virka og liva og skapa tann framburð, sum øll liva av. Tí eiga tey rættindi og krøv, sum vit seta ávíkavist brúkarum og peningastovn­ um at verða á eini javnvág, sum er báðum pørtum til frama og á einum rættvís­ um og rímiligum støði, og so mikið gjøgnumskygd, at eisini kundin hevur eitt reelt frælsi og rímiligt skotbrá at laga síni viðurskifti til tær nýliga íkomnu og broyttu um­ støðurnar hjá peningastovnu­ num til eina og hvørja tíð. Hendan javnvágin hevur manglað í ávísan mun og eigur tí at koma undir ta røttu sjóneykuna, so hesi viðurskifti fáast í rættlag. Tí hevur Tjóðveldi lagt uppskot til samtyktar fyri løgtingið, sum heitir á lands­ stýrið at koma við neyðugum krøvum og reglum til føroy­ sku peningastovnarnar um rentuásetingar og aðrar gjaldshækkingar, so hesi verða brúkarunum meira gjøgnumskygd, og verða ásett undir neyðugum eftirlitið og við rímiligum skotbrái. Annita á Fríðriksmørk Tjodveldi Rættindi til sethúsa­ eigaran og krøv til rentuhækkingar Eg veit eitt vakurt tjaldurspar, tað tríggjar ungar átti sær. Tey føði fingu hvønn ein dag og vóru tí í góðum lag. Á Ambadali áttu tey ímillum neyt og nógvan seyð. Tá ferføtt dýr til reiðrið gekk, tað straks ein sting í ryggin fekk. Ei dámdi teimum børn so smá, tí pisur tvær tey vildu fá. Tá gott, at pápin skjótur var, og aftur tær í reiðrið bar. Og ravnar, krákur, kjóvar við ei vildu geva teimum frið; men ótu egg og ungar fleir, so har mangt reiðrið er ei meir. Tí reiður nýtt tey hava bygt í bønum, har tey sova trygt. Ja, mangt er broytt í hesi verð, nú barnið teirra vinur er. Vár tjóðfuglur, vælkomin ver, tú sól og summar Føroyum ber. Rek ravn og kráku burt frá tær, so frið og framburð fólkið fær. Tjaldrið Á kyndilsmessu 2011 P.J. Sigvardsen