mánadagur 7. mars 2011síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 7. mars 2011 · Nr. 28
28
Sosialurin
Tað er at fegnast um, at fólk
nú viðgera uppskotið hjá
Tjóðveldi um tilfeingisbúð og
fiskirættindamarknað – og
finnast at tí. Vit hava viðgjørt
tað í fleiri ár og lagt tað fram
á ting og fyri fjølmiðlarnar
4 ferðir síðani 2005. Vit hava
støðugt lagt dent á, at vit
ikki halda okkum hava allar
loysnir leysar og lidnar, men
hava brúkt stóra orku at orða
eitt uppskot, sum samráðast
kann um og broytast.
Enn hava vit ikki sæð
nakað annað uppskot ella boð
uppá, hvør framtíðar bygn
aðurin skal vera í føroysku
fiskivinnuni, har øll fiskiloyvi
jú ganga út í 2018.
Tí er sjálvsagt at harmast
um, at uppskot okkara ongan
tíð hevur fingið eina veruliga
viðgerð í fjølmiðlunum.
Ístaðin hava aðrir flokkar
flokkast um alment at hefta
ósonn spjaldur á uppskotini
hjá Tjóðveldi. Her verður rópt
um “eykaskatt” á vinnuna. At
Tjóðveldi vil, at “fiskimaðurin
skal gjalda fyri at fiska”. At
vinnan við tjóðveldispolitikki
fer at fáa “ótryggar karmar”,
har ikki ber til at leggja
til rættis. At “útlendingar,
stórkapitalur og strámenn”
fara at leggja seg á tilfeingið.
Ella “at Tjóðveldi vil taka frá
vinnuni og stýra henni sum
planbúskap”.
Veruleikin er tann øvugti.
Tjóðveldi vil júst broyta
ta ótryggu og tilvildarligu
planbúskaparligu skipan, sum
er galdandi í vinnuni í dag.
Lat okkum tí hyggja at
veruleikanum og hvat upp
skotið hjá Tjóðveldi snýr seg
um at broyta.
Planbúskapurin í dag
Støðan í føroyskum fiskivinnu
politikki í dag er hendan:
Vinnan og hvør einstakur
aktørur í vinnuni noyðist
hvørt ár at leggja trýst á
landsstýrið ella samgonguna
til tess at reka sína vinnu og
fáa lut í virkseminum. Og tað
fer fram uttan nakrar reglur
ella kriteriir, sum eru ásettar
eftir demokratiskari viðgerð.
Politikarar sita altso hvørt
einasta ár niðri í driftini hjá
hvørjum
einstøkum
skipi
og reiðarí og gera av, um tey
eru keypt ella seld. Vinnan
má sita og bíða eftir einum
landsstýrismanni, eini sam
gongu ella einum løgtingi, og
noyðist at dríva hart lobby
arbeiði. Skip og reiðarí og
fiskimenn, noyðast við bivandi
hjarta at vóna, at avgerðirnar
ikki taka grundarlagið burtur
hjá teimum. Tak til dømis
makrelin nú: Vit eru komin út
í mars mánaða, og ongin veit,
hvussu vinnurættindi til eitt
milliardavirði skulu býtast.
Áhugin fyri stovnsrøkt
og burðardygd
Tey, ið reka vinnuna og
starvast í fiskivinnuni, hava
sjálvsagdan áhuga í, at stovn
arnir verða røktir so væl
sum gjørligt og at veiðan er
burðardygg. Tað er jú treytin
fyri, at teirra vinnuvirksemi
sum heild skal kasta av sær,
og at til ber at sleppa av við
fiskin til besta prís.
Men við núverandi skipan,
har ein landsstýrismaður ella
Løgtingið býta út fiskidagar
og kvotur til hvørt einstakt
reiðarí
og
skip,
noyðist
vinnan at trýsta á fyri at
kvotur og fiskidagar ikki
verða skorin, og eru so høgt
sett sum gjørligt. Annars
missir jú hvørt einstakt skip
og reiðarí burturav sínum
vinnuvirksemi.
Ein skipaður almennur
marknaður
Uppskotið
hjá
Tjóðveldi
um tilfeingisbúð ella fiski
rættindamarknað snýr seg
um, at heldur enn at politik
arar sita og býta út loyvir,
fiskidagar og kvotur til einstøk
skip, so skulu fiskirættindini
regluliga bjóðast út millum
føroysk skip á einum opnum
og skipaðum marknaði.
Tey, ið vilja og duga og
dríva vinnu, bjóða so uppá
uppá
teir
fiskidagar
og
kvotur, sum verða ásettar og
sum vit samráða okkum fram
til við onnur lond. Tey leiga
sær harvið rættin at fiska í
ávíst tíðarskeið ella í ávísum
nøgdum. Tá tíðarskeiðið er
lokið, verður so boðið útaftur
– og óbrúkt rættindi fella
innaftur.
Hetta er sostatt ein skipan,
har farið verður frá politiskum
býti av tilfeingi og vinnu
møguleikum til eina skipan,
har tað er marknaður og
kapping í vinnuni, sum avger
býtið og gongdina í vinnuni.
Tey, sum fáa mest burturúr
tilfeinginum og reka sítt
vinnuvirksemi mest skilagott,
kunnu harvið kappast undir
skipaðum viðurskiftum.
Politikarar
skulu
eftir
tilráðing
bert
áseta
tað
samlaða
fiskidagatalið
og
samlaðu kvoturnar í ymsu
bólkunum. Hvussu tað verður
býtt, verður avgjørt av, hvussu
skip og reiðarí bjóða og fáa
sum mest burturúr.
Dømi: Toskakvota
á Flemish Cap
Ígjøgnum mong ár baksaðust
línuskip á Flemish Cap og
vunnu okkum søgulig rættindi
til toskafiskiskap har vesturi.
Síðani varð veiðibann sett fyri
tosk, og ongin føroysk skip
hava roynt har seinnu árini.
Men nú varð mælt til
varliga veiði aftur, og Føroyar
eiga eina kvotu uppá á leið
2000 tons av toski á Flemish
Cap. Talan er um stórt virði.
Hvussu varð hetta virðið
býtt? Til línuskipini, ið hava
vunnið okkum rættindini?
Nei,
landsstýrismaðurin
gjørdi av at býta kvotuna til
ein einstakan trolara. Uttan
iva dugnaligt reiðarí og fólk.
Men á hvørjum grundarlagi
varð hetta býtið gjørt?
Við
okkara
uppskotnu
skipan um útbjóðing á einum
skipaðum marknaði, hevði
hendan kvotan verið boðin
út millum føroysk skip.
Strámannavirksemi
Skipanin er soleiðis í dag, at
hon leggur upp til strámanna
virksemi. Í dag kunnu sterkar
peningakreftir keypa upp skip
við fiskiloyvum og rættindum.
Í prinsippinum kann ein
sterkur útlendingur keypa
tildømis
allan
nótaflotan
ella partrolaraflotan. Og so
kann hann selja hann víðari
ella
spekulera
í
teimum
rættindum, sum fylgja við.
Í okkara uppskoti stendur
púra greitt – hóast eitt nú
Jørgin Niclasen støðugt sigur
ósatt um tað – at boðið verður
út millum føroysk skip, ið eru
góðkend at reka fiskivinnu
undir føroyskari lóg. Og tú
skalt lúka allar treytir um
skattskyldu í Føroyum. Og
onki “millumlið” kann keypa
sær rættindi.
Sostatt er okkara upp
skot ein stór forðing fyri
strámannavirksemi og speku
lasjón. Tá tú ikki kann keypa
tær rættin at fiska í meira enn
styttri tíðarskeið og noyðist
at brúka rættin, áðrenn hann
fellur innaftur, ber ikki til hjá
nøkrum at keypa sær rættin til
fiskin ella selja hann víðari.
Ikki “hægstbjóðandi”
ið kann keypa alt
Tann skipanin, ið vit skjóta
upp, er ikki soleiðis – sum
ført hevur verið fram – at alt
verður selt til “hægstbjóðandi”.
Veit ikki hví, at fjølmiðlar
hava sagt tað. Hinvegin verða
rættindini regluliga bjóðað
út í styttri tíðarskeiðum og
nøgdum, og skulu nýtast,
áðrenn tíðarskeiðið er runnið.
Og tey, ið liggja innanfyri ein
minstaprís, tá øll boð eru
komin inn, fáa rættindini fyri
sama prís.
Í dag kunnu hinvegin
hægstbjóðandi keypa upp øll
fiskirættindi umvegis skipini
og loyvini.
Gjalda fyri at fiska
og spekulasjón
Tá ið vit regluliga bjóða
fiskirættindini út í hóskandi
tíðarskeiðum og tey fella
innaftur, um tey ikki verða
nýtt, so verður ikki gjørligt
hjá nøkrum at spekulera í
at leggja rættindi undir seg
og síðani at selja tey víðari á
privata marknaðinum.
Tað er hinvegin støðan í
dag. Tey, ið ikki nýta tey loyvir
og rættindi, tey hava fingið
býtt út politiskt, kunnu selja
bæði loyvir og rættindi víðari.
Og tey, ið veruliga dríva vinnu,
noyðast at gjalda fyri at fiska
til onnur privat.
Eykaskattur og
brandskatting
Fleiri skíra uppskotið hjá Tjóð
veldi eykaskattog brandskatt
á vinnuna. Tað er júst øvugt.
Við
eini
útboðsskipan,
eru tað ikki politikarar og em
bætisfólk, ið áseta eitt gjald á
vinnuna. Tað verður vinnan og
marknaðurin, ið gera av, hvussu
tey meta, at tey kunnu bjóða og
framvegis hava eitt skilagott
skiftisavlop. Er marknaðar
prísurin á ávísum fiskaslagi
fiski høgur, kann prísurin fara
upp. Er hann lágur, fer prísurin
sjálvandi niður.
Alternativið er, sum Fólka
flokkurin hevur skotið upp,
at brandskatta tær vinnur, ið
bera seg, við upp til 80%. Tað
rakar bert tey, sum fáa tað at
bera til, og skapar ikki góðar
kappingartreytir.
Nógv bíligari
fyri vinnuna
Fyri vinnuna vil ein skipað
almenn útbjóðing av fiski
rættindunum eisini verða
munin bíligari, enn skipanin
í dag.
Í dag noyðist tann, ið vil
sleppa framat nýggjum ella
øktum
fiskirættindum
at
keypa sær gomul skip við
fiskiloyvi fyri ovurprís til
tess at sleppa framat. Tú
skalt hava rættiligar nógvar
milliónir aftanfyri teg, um tú
yvirhøvur skalt kunna gera
hetta. Eisini noyðast summi
at keypa seær fiskidagar
ella kvotur frá øðrum, ið ikki
brúka rættindini.
Harvið verður kapitalur
støðugt
tikin
úr
vinnuni
og
kapitalkostnaðurin
hjá
teimum, sum eftir eru, er sera
tungur. Rentur og avdráttir til
fíggingarstovnar fáa fleiri og
fleiri at hoykna, sum støðan er,
og ongin kapitalur verður eftir
til at endurnýggja flotan.
Við okkara uppskoti skal
vinnan bert gjalda prísin
fyri sjálvt vinnutólið – ikki
fyri fiskiloyvir. Og tá bjóðast
skal uppá fiskirættindi á
einum skipaðum marknaði,
krevst
munin
minni
av
kapitali.
Gevur
driftin
hampiligt yvirskot, verður
eisini gjørligt at bjóða uppá
fiskirættindini.
Korrupt skipan – ikki
korrupt fólk og vinna
Um tað er politisk vælvild
ella tilvild, ið ger av, hvussu
hvørt
einstakt
vinnuvirki
kann fáa nakað burturúr so
stórum
samfelagsvirðum
og hvør sleppur framat, er
ikki talan um eitt skipað og
demokratiskt rættarsamfelag.
Og tað er tí, at eg havi sagt, at
um vit vilja verja og fasthalda
eina slíka skipan, so er talan
um eina korrupta skipan.
Tað merkir als ikki, at
eg skíri vinnuna korrupta.
Tvørturímóti er tað sera
væl skilligt, at allir aktørar í
vinnuni noyðast at gera vart
við seg og trýsta á allastaðni,
tí hetta ger jú av, um tey liva
ella ikki liva í vinnuni.
Tað er altso skipanin, sum
er skeiv, og hana hava vit
ábyrgd av at broyta.
Kjak
Høgni Hoydal
Planbúskapur ella skipaður marknaður
Ræðumyndirnar, sum onnur hefta á uppskotini hjá Tjóðveldi um broytingar í fiskivinnuni, eru í
veruleikanum neyvar lýsingar av støðuni í dag: Har vinnan skal gjalda milliónir fyri at fiska – til
privat. Har politikarar brandskatta tey, sum tjena. Har strámenn og útlendingar kunnu fara við øllum
rættindum. Og har eitt planbúskaparligt politiskt býti av møguleikum og virðum, stýrir vinnuni