mánadagur 7. mars 2011síða 29
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
Mánadagur 7. mars 2011 · Nr. 28
Sosialurin
Kjak
Heri Mohr
Snimma á morgni 1. september
1939 leyp Týskland á Polen, og
48 tímar seinri kom yvirlýsing
frá Fraklandi og Týsklandi, at
hesi lond vildu verja og hjálpa
Polen. Soleiðis byrjaði Annar
heimsbardagin, sum í 6 ár
myrdi og týndi og sorlaði alla
tilveru víða um á klótuni, bæði
deytt og livandi. Ørskapurin
leikaði í sum pest og kolera, ið
eingin var førur fyri at steðga.
Hetta
vitloysið
endaði
fyrrapartin
sunnudagin
2.
september 1945 á dekkinum
umborð á tí amerikanska slag
skipinum ”Missouri” á vágni í
Tokio. Tá hevði hetta helviti
vart í seks ár og ein dag.
Hungur og hall og stórt
vónloysi seyg seg yvir heimin.
Tær menniskjansligu líðing
arnar høvdu einki mark.
Hví skuldi hetta inferno,
sum gjørdi undirgangin veru
ligan, soleiðis sláa seg niður á
alla mannaættina?
Tað ber til at siga, at Týsk
land, Italia og Japan í felag
– framkomin lond við fornari
søgu og mentan – við teirra
errinskapi,
maktgirnd
og
óndari, harðrendari national
ismu íbyrtu ragnarokið.
Ikki uttan orsøk eru FN og
EU sera vakin mótvegis londum
við sníkjandi nationalismu.
E
in góðveðursdag, fyrra
partin
13.
apríl
1940,
vórðu Føroyar hersettar av
Stórabretlandi.
Ein
stórur
krússari, Suffolk, og nøkur
onnur skip lógu úti í Nólsoyar
firði. Frá teimum vórðu eini
250 servandir hermenn, Royal
Marines, fergaðir í land. Hetta
varð dagur í viku. Vit sluppu
úr skúlanum og fóru í flokkum
út á molan at síggja herskipini
og hermenninar, sum vórðu
sigldir
inn
á
kaiina
við
smærri skipum. Seinri, í maj
mánað 1941, var Suffolk við
til at jagstra og søkka tað sera
framkomna og spildurnýggja
týska slagskipið “Bismarck,”
sum hevði gjørt um seg í
havinum um okkara leiðir og
søkt stoltleikan í tí bretska
flotanum, gamla Hood, millum
Ísland og Grønland.
Tað gekk ein lítil mánaður,
so komu stór troppaskip inn
á Havnina við hundraðtals
soldátum. Tað fyrsta skipið,
”Ulster Prince,” kom fyrst í maj
mánaði 1940.
Tey 5 árini, hersetingin
vardi, gjørdust byrjanin til
nýggjar tíðir í Føroyum.
Tíðin undan krígnum var
fátækslig og lívið trupult og
strævið. Hóast tað ber til at
siga, at okkurt var, sum bar brá
av ”nýggjum tíðum,” so var tað
føroyska samfelagið stilt og
lítið broytt í øldir. Hin sterka,
resigneraða guðstrúgvin, vit
kunnu kanska kalla hana
kristindómur
í
føroyskum
búna, hevði sterkar og djúpar
røtur í sálini hjá okkara for
fedrum: ”Hver dag har nok i
sin plage,” var vanligt at hoyra
tey gomlu siga. Og Janus yrkti:
”Ver sterk mín sál.”
Men so kom sum sagt
kríggið. Vit vóru heppin at
verða hersett av Stórabret
landi – og ikki av Týsklandi.
Tað øvuta er ræðandi at
hugsa.
Hersetingarvaldið
gav
ovmikið arbeiði. Kanska serliga
í Havn og vesturi í Vágum,
men eisini aðrastaðni, eitt nú
inni í Skálafirði. Fleiri túsund
soldátar skuldu jú beinanvegin
hava nakað at búgva í og
liva av; og verjutiltøk, eitt
nú nógvar loftverjukanónir
o.n.a. skuldu setast upp. Alt
hetta nógva stoypi, byggi
og
handverksarbeiðið
gav
almikið av arbeiði til allar
hendur. Eitt tíggjumannafar
úr Nólsoy – troppaskipið
varð tað í spølni kallað av
havnarmonnum,
minnist
meg rætt – sigldi í fastari rutu
millum Nólsoy og Havnina
við og eftir arbeiðsfólki. Tey
føroysku skipini, sum undir
krígnum
keyptu
feskan
fisk í Íslandi og sigldu hann
beinleiðis til tann skotska
fiskamarknaðin,
vunnu
nógvan pening. Men hetta var
dýrt tjentur peningur, tí nógv
skip og nógvar manningar
fórust av krígsávum. Í 1947
kom bókin ”Víkingasynir” út
um hesar sorgarleikir.
Ein dagin undir krígnum
(1942?) var grindadráp í Havn. Á
Kongabrúnni var væl av fólki,
meira enn vanligt, tí stórt tal
av hermonnum hevði økt um
talið av íbúgvum. Vanligt var,
at stungið varð við hvalvákni
á landi fram við Kongabrúnni.
Ein ungur hermaður, ikki
nógv eldri enn eg, svímaði,
sum hann stóð og hugdi at
drápinum. Hvalváknið líktist
hansara bajonett!
Undir
krígnum gjørdist
vælstandur í Føroyum, og
hetta førdi við sær m.a., at
loysingarrørslurnar við Fólka
flokkinum á odda fingu vind í
seglini. Longu løgtingsvalið 24.
august 1943 gav hesum nýggja
flokki (hann varð stovnaður
í desember 1939) 12 av teim
um 25 løgtingslimunum og
manglaði sostatt bert ein lim til
kvalifiseraðan meiriluta. Men
longu 3 ár seinri misti flokk
urin 4 av teimum 12 løgtings
limunum á løgtingsvalinum
1946. (Upplýsast kann, at Tjóð
veldisflokkurin varð ikki stovn
aður fyrr enn í 1948 og kom
fyrstu ferð á ting í 1950).
Í
1948
fingu
Føroyar
heimastýrislógina, og fyrsta
landsstýrið var mannað við
Sambandsflokkinum,
Javn
aðarflokkinum og Sjálvstýris
flokkinum.
Fólkaflokkurin
atkvøddi ikki fyri lógini og
var tessvegna ikki við í lands
stýrinum. Men hetta broytt
ist skjótt, tí 7. desember 1950
mannaði Sambandsflokkur
in nýtt landsstýri saman við
Fólkaflokkinum.
Kristian
Djurhuus úr Sambandsflokki
num varð løgmaður og Thor
stein Petersen og Rikard Long
landsstýrismenn úr Fólka
flokkinum.
S
tørsta takið hjá okkum
føroyingum var at endur
nýggja skipaflotan, sum var
gamal og ikki tíðarhóskandi.
Av skipaflotanum vóru 77
skip bygd í 18761899 og 91 í
19001925. Umframt hetta má
havast í huganum, at 39 skip
fórust undir krígnum.
Har varð ikki drálað. Í 1946
1948 komu 38 skip í flotan og
nógv gomul vórðu umbygd
við nýggjum motori v.m. Hetta
var alt gjørligt við eginpeningi,
lán úr Fiskeribanken og úr
Vinnulánsgrunninum.
Men
hesi skipakeyp vóru í stóran
mun illa umhugsað. Serliga
teir nógvu gomlu trolararnir
–
rustikustar
vórðu
teir
kallaðir – sum vórðu keyptir
úr
Skotlandi
og
øðrum
londum, gjørdust ein sonn
vanlukka
fyri
samfelagið.
Sjóvinnubankin, sum hevði
bundið seg í alt ov stóran mun
til fiskiflotan og aðrar vinnur,
eitt nú hvalaveiðuna, fór á
heysin í 1952 og mátti endur
stovnast í tveimum stigum.
Men løgtingið og landsstýrið
lógu ikki sjóvarfallið av sær,
nú heimastýrislógin var farin
at virka. Hóast nógv bakkast,
eitt nú sjóvinnubankaskrallið
í 1952 við samfelagskreppu og
fólkaflutningi av landinum í
túsundatali, virkaði løgtingið
og landsstýrið á øllum økjum
fyri betran av livikorunum
í
Føroyum:
almannaøkið,
heilsuøkið og skúlaøkið fram
um alt skuldu útbyggjast.
Fiskivinnan,
og
tað
sum
henni hoyrdi til, hevði eisini
1. prioritet, tí tað var jú hon,
sum bar samfelagnum uppi.
Við stuðulslógum megnaði
løgtingið at skapa haldgott
støði til eina framhaldandi
útbygging av fiskivinnuni á
sjógvi og á landi.
Framburður var á øllum
økjum, og við skilagóðum
løgtingslógum og fyrimynd
arligum samstarvi við ríkis
stjórnina komu tey bleytu
virðini í samfelagnum: heilsu
verkið,
almannaverkið
og
skúlaverkið í trygga og for
svarliga legu.
Føroyar var vorðið eitt gott
land at liva og virka í.
Men hvussu leingi var
Adam í paradísinum?
Framburður,
sum
kann
gera lívið betri og lættari
og stuttligari, er eitt løgið
fyribrigdi. Ansa vit ikki eftir
honum, framburðinum, við
teymum í hond, hevur hann
lyndi til at leypa framav og
missa fótafestið.
Á ávísum økjum gekk
framburðurin
í
Føroyum
ov skjótt, kanska júst tí tað
almenna gjørdist ein týðandi
aktørur
í
framburðinum.
Hann gav sær ikki stundir
til neyðugar fyrireikingar í tí
almennu fyrisitingini og teirri
almennu
umsitingini.
Tað
nógva skuldi henda her og nú.
Hetta fekk avleiðingar.
Tær mongu lógirnar um
endurnýgging av og stuðul
til fiskivinnuna og ídnaðin
settu sera stór krøv til ta
politisku
fyrisitingina
og
ta
almennu
umsitingina.
Umstøðurnar hjá tí einstaka
í
umsitingini
gjørdust
truplar av tí, at eingin hægri
skipað politisk fyrisiting við
kunngerðum, reglugerðum og
fyriskipanum í roynd og veru
var til á hesum vitalu økjum.
Í teirri politisku fyrisitingini
vóru tekin um karakterog
mentalitetsbroytingar,
ið,
sum fráleið, gjørdust sjónlig.
Ráðaloysi og tørvandi vitan
um
siðbundnað
almenna
fyrisiting varð veruleiki í tíðini
19851992. Óhugni lammaði
umsitingina.
Og so rapaði korthúsið.
Eitt ítøkiligt úrslit (av
mongum) av húsaganginum
1992 varð, at (næstan) allir
løgtingsins grunnar vórðu
skrottaðir, burturbeindir. Teir
høvdu eitt bókført virði upp
á milliardir. Við løgtingslóg
í 1992 hvurvu allir hesir
grunnarnir úr landskassans
ársroknskapi.
Tann
yngsti
av øllum hesum grunnum
var Upphøggingargrunnurin,
sum løgtingið stovnaði í 1988.
Sambært bókini ”Frágreiðing
um 80árini” rindaði hesin
grunnur 279 milliónir – fíggjað
við lánum og løgtingsjáttan –
fyri at burturbeina 55 skip. Tey
flestu av hesum skipum vórðu
keypt við landskassahjálp og
hvurvu við landskassahjálp.
Men ein grunnur yvirlivdi,
og hann livir enn. Tað er
Íleggingargrunnurin.
Lat
okkum
hoyra
eitt
sindur um hendan knassan,
sum hevur 46 ár á baki:
Í 1964 játtaði fólkatingið
yvir nøkur ár nógvar milliónir
til ein nýggjan grunn, ið fekk
navnið ”Investeringsfond for
Færøerne.” Vit kalla hann
vanliga ”Íleggingargrunnurin.”
Hesin grunnur er sambært
fólkatingslóg
ætlaður
at
veita lán til almennar (eisini
kommunalar) íløgur her á
landi, eitt nú vegir, berghol,
brýr og havnagerð. Kanska
okkurt annað eisini. Men altíð
lán, ikki stuðul. Grunnurin
fekk
og
hevur
framvegis
stóran týdning í tí almenna
húsarhaldinum.
Næstan
allar vegagerðir og berghol
v.m. hava fingið fígging úr
hesum grunni. Eisini tá ið
Sjóvinnubankin skuldi bjargast
í 1992, vóru boð eftir honum.
Tey nógvu fyrstu árini hevði
finansministeriet
grunnin
um hendi, men fyri umleið 30
árum síðani varð grunnurin
við øllum ognum (og tað var
ikki lítið) fluttur til Føroya
fyri at verða umsitin av einari
av
landsstýrinum
valdari
nevnd við stórum heimildum,
og gjaldstovuni varð álagt at
umsita tað roknskaparliga.
Eftir boðum frá ríkisstjórnini
gjørdi landsstýrið í 1996 eina
kunngerð um virksemið hjá
grunninum.
Í hesum døgum verður
okkara flogvøllur longdur og
nútíðargjørdur fyri smáar 400
milliónir. Øll hendan risastóra
íleggingin verður fíggjað, øll
sum hon er, við studningi úr
Íleggingargrunninum. Hesin
studningur er veittur við
loyvi frá fólkatinginum, av
tí at grunnurin upprunaliga
varð ætlaður til lánveitingar
og ikki, sum longu sagt, til
studning.
Annars er at siga, at Í fleiri
ár, serliga í 80unum, játtaði
løgtingið
nógvar
milliónir,
kanska 75, til flogvøllin í
Vágum.
Nú
flogvøllurin
verður
nútímansgjørdur við fígging
úr einum donskum grunni,
kundu
loysingarpolitikarar
kanska greitt Føroya fólki frá,
um útbyggingin av flogvølli
num er olmussuhjálp úr ríkis
kassanum? Sum kunnugt vilja
hesir somu politikarar vera
við, at ríkiskassablokkurin til
heilsuverkið og almannaverkið
er olmussuhjálp til gomul, sjúk,
avlamin og brekað í Føroyum.
A
propos tað stóra talið
av
landsstýrislimum,
embætisfólki
og
løgtings
limum, sum verður umrøtt
í hesum døgum: Í 19982003
ráddi
loysingarlandsstýrið
fyri borgum. Í mun til 1997
øktust landskassans inntøkur
í hesum tíðarskeiði við 35 %,
meðan
lønarútreiðslur
til
politiska fyrisiting, politiska
umsiting og almenna um
siting yvirhøvur øktust við
680 milliónum, ella 61 %.
Parkinsons lóg vil vera
við, at umvent proportional
nýtsla og inntøka (tering eftir
nering) og støðugt bólgnandi
embætisverk
við
fiktivum
og/ella óneyðugum arbeiði er
beinleiðis hóttan móti góðum
og tryggum búskapi.
Men tað skal tó sigast, at
við Parkinsons lóg, gerast
vit ikki nógv klókari upp
á
fíggjarpolitikkin,
sum
meirilutin á løgtinginum og
embætisvaldið stendur fyri
– og stóð fyri serliga í 19851992
og 19982003.
Líka mikið. Hóast alt eru
tað vit, borgarar í Føroyum, ið
gjalda meginpartin av tí, sum
kemur í landskassan. Hesin
peningur, sum verður kallaður
almennur peningur í somu
løtu hann er farin úr okkara
lummum og í landskassan,
kann bert nýtast við heimild
í løgtingslógum. Man okkara
vanliga vit og skil vera so
avmarkað, at vit lítið og
einki skilja av framkomnum
føroyskum
fíggjarpolitikki
í okkara framkomna landi?
Vit eiga tó ikki at ivast í, at
loysingartilhallandi politikk
urin, sum hevur gjørt um seg
á tingi nú í 12 ár, einki skil
hevur á almennan fíggjar
politikk. Og slettis ikki í fígg
ingini av almannamálum og
heilsumálum. Prógvini eru
ræðandi.
Hugleiðingar