mánadagur 7. mars 2011síða 37
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
37
Mánadagur 7. mars 2011 · Nr. 28
Sosialurin
Summarfestivalurin bjóðar
í ár til rokk av besta slagið,
tá ið D-A-D trína á pall á
Vágs bøi. Hetta er fyrstu ferð
síðani The Scorpions, at
Summ arfestivalurin hevur
lagt seg eftir rokkstílinum.
– Hettar er nakað, sum
mong hava eftirlýst, tí skrá in
kanska hevur verið í bleytara
endanum tey seinastu ár-
ini, sigur Erik Biskop stø,
fyrireikari av Summ arfesti-
valinum.
Kunnu ikki bjóða
heims nøvn á
hvørjum árið
Í fjør fingu vit Westlife, sum
má sigast at verða ein bólkur
í heimsklassa. Men tað er
trupult, at fáa heimskend
nøvn til Føroya hvørt ár.
– Tað er ringt, at finna
eitt navn sum Westlife hvørt
ár, men vit stremba hvørt
ár eftir at geva gestunum
hjá okkum eina góða og
fjøl broytta skrá, sigur Erik
Biskopstø.
Summarfestivalurin hev-
ur higartil bert almanna-
kunn gjørt
eitt
útlendsk
navn, men fleiri kunngerðir
eru ávegis.
– Vit fara í næstum at
kunngera nøkur góð føroysk
nøvn, og vit satsa uppá at
hava næsta útlendska navnið
klárt um ein mánað ella so,
sigur Erik Biskopstø.
Legendur í
føroyskum tónleiki
Summarfestivalurin hevur
á hvørjum árið borðreitt við
góðum føroyskum tónleiki,
og soleiðis verður aftur í ár.
Erik Biskopstø ger greitt, at
fleiri stórir føroyskir bólkar
sleppa í ár at trína á stóra
pallin á Vágsbøi.
– Vit fara at hava eitt sera
spennandi føroyskt navn,
sum fyri fyrstu ferð sleppur
at royna seg á stóra palli,
sigur Erik Biskopstø.
– Eisini fara vit at seta
onkran forkunnugan eldri
føroyskan bólk á pall aftur,
staðfestir hann.
Komandi tíðina fara vit
at fáa størri part av skránni
hjá
Summarfestivalinum
2011 at síggja, tá ið føroysk
og útlendsk nøvn verða
almannakunngjørd.
Rokka á
vágsbøi
D-A-D
The Scorpions