Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-07, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. mars 2011síða 36

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 7. mars 2011 · Nr. 28 36 Sosialurin Góð hár ráð frá Mariann Klein Ivansdóttir, eigara av Royal Hárfríðkan, nú ljós ari tíðir eru fyri framman, og hárið kemur meir til sjóndar. Eftir ein kaldan vetur og nógva styling og hárspray, er hárið hjá nógvum av okkum blivið heldur turt og glansleyst. Her eru nøkur góð ráð til, hvat ein sjálvur kann gera fyri at fáa hárið at skína aftur. 1. Brúka góðar góðsku vørur til títt hár, so sum shampoo, balsam og styling vørur. Góðskuvørur skulu ikki undir metast, tí í longdini kemur tað at merkjast. 2. Eitt tað mest effektiva her og nú, sum vit eiga at brúka aðru hvørja viku, er hárkurur/hármaska, ið gevur hárinum nógvan fukt og eitt verjandi lag so at hárið fær glans beinan vegin. 3. Brúka altíð hitaverjandi vørur. Av tí at hitin frá bæði fønara og styling jarni ger, at hárið turkast upp og til endans slítist, sjálvt um tú brúkar tey bestu styling jørnini, ið ikki eru líka heit og ring fyri hárið, so er hiti ongantíð góður fyri hárið. Sum eitt bonus, so hava tær flestu hitaverjandi vørurnar nógv góð verjandi evni í, sum setast í gongd við varmanum. 4. Hald ikki tí heita fønaranum ov tætt uppá hárið, tað kann brennast. Halt fønaranum uml. 20-30cm frá hárinum. 5. Hevur tú langt hár, syrg so fyri at hárið ongantíð fløkjist, tá tú svevur . Og tá ið tú íðkar ítrótt, hav so hárið í flættu ella hala. Tí hárið slítist av at greiða fløkjurnar úr aftur. 6. Eru endarnir ikki bara turrir, men slitn- ir, so er at fáa tað slitna klipt av, tí tað slitna fær bara alt hárið at síggja lív- leyst út, og um tað ikki verður klipt av, so slítist hárið bara meir- So burtur við slitnum endum. Tað er fantastiskt hvat eitt sunt, glansut og lekkurt hár kann fáa ein til at strála, Minst til, hárið er jú krúnan á vakurleik- anum Góð ráð til hárið Mariann Klein Ivansdóttir Sjómansvísurnar koma møgu liga til sjóndar, tá ið Páll Finnur Páll leita sær um borð á Norrønu til ársins ung dóms túr. Páll Hammer greiður frá ókendu síðuni hjá Føroya populerasta bólki. Tá ið Norrøna loysir frá kei 18. apríl verður tað mill­ um annað við Páll Finnur Páll, sum skulu undirhalda teimum mongu ungu, sum leita sær umborð at hugna sær á ársins ungdómstúri. Hendan túrin teljast menn in­ ir í Páll Finnur Páll helst mill­ um elstu siglandi gestirnir, men Páll Hammer heldur, at hetta er eitt fínt høvi hjá teimum, at sleppa ein slíkan túr. – Vit høvdu ongantíð kunna farið, um vit ikki skuldi spælt, tí vit eru kanska ov gamlir. Men tað er feitt, at vit nú hava eina grundgeving fyri at fara við, sigur Páll Hamm er. Ikki ókendi á sjónum Í teirra fúlu, festiligu og freku sangum er ikki nógv, sum bendir á, at Páll Finnur Páll hava slitið sínar barna­ skógvar á fiskiskipi. Men kort ini er veruleikin ein ann ar. – Serliga Páll Oddur hevur roynt lívið umborð. Hann mann hava siglt einar 10 túrar íalt, bæði styttri og longri. Eg sjálvur varð so heppin at sleppa í praktik við einum trolara, men tað telur ikki ordiliga við, sigur Páll Hammer. Og sum vera man, so eru eisini nakrir sangir komnir burturúr árunum á sjónum. – Páll Oddur hevur gjørt nakrar sjómanssangir, eftir hansara tíð umborð, men vit hava ongantíð útgivið teir – og tað fara vit allarhelst ikki, sigur ein skemtandi Páll Hammer. Kunnu vænta sær øll hittini Í tríggjar dagar siglir Norrøna sín árliga ung­ dóms túr, sum á hvørjum ári hevur hundraðtals ungar før oyingar umborð. Hetta er fyrsta árið at Páll Finnur Páll teljast millum livandi undir­ haldið umborð. – Vit hava hoyrt, at tað altíð er gott lív í umborð, tá ið ungdómstúrurin er, og vit fara eisini at gera okkara til, at lagið hjá teimum ungu verður framúr, sigur Páll Hammer. Hann slær fast, at øll hittini hjá Páll Finnur Páll verða at hoyra, umframt onkur løg, sum verða á komandi fløguni. Spurningurin er, um sjómansvísurnar hjá PFP koma til sjóndar, tá ið teir aftur leita sær út á opið hav. Páll Finnur Páll til sjós Lagt til rættis: Barbara Holm