leygardagur 2. mars 2002síða 21
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
40
Nr. 43 - 2. mars 2002
Nr. 43 - 2. mars 2002
41
Deildarleiðari
Verandi leiðari á deild okkara í Saltangará fer í
annað starv, og tí er starvið leyst at søkja.
Uppgávan hjá deildini er at selja teldur,tilhoyr,egin
forrit og at veita kundum okkara ymiskar tænastur í
hesum sambandi. Kundar okkara eru sum heild
vinnulívið í Eysturoynni. Deildin røkkur eisini út til
alt meginøkið.
Á deildini eru í løtuni 5 starvsfólk.
Vit kunna bjóða eitt áhugavert starv í einum sera
skiftandi og til tíðir hektiskum umhvørvi.
Leiðarin kemur, umframt at hava ábyrgdina av
fíggjarligu gongdini og arbeiðsfólkunum, eisini at
taka lut í sølu og tænastuvirkseminum.
Kunnleiki til teldur og ymiskan ritbúnað er ein fyri-
munur.
Um tú heldur, at hetta er nakað fyri teg, so send
okkum eina umsókn við nøkrum orðum um teg.
IT–Supportari/
Datafagteknikkari
Til deild okkara í Saltangará verður søkt eftir
IT–Supportara ella Datafagteknikkara.
Vit vænta,at tú ert fryntlig/ur og fyrikomandi og ert
før/ur fyri at arbeiða sjálvstøðugt.
Um hetta er nakað fyri teg,so send okkum eina um-
sókn saman við nøkrum orðum um teg.
Umsóknir skulu verða okkum í hendi 14.mars 2002.
Com–Data P/F 736
Postboks 19
Í Skálagarði
700 Klaksvík
att.: Olivur Thomsen
KT fólk til
ORACLE á
Hagstovuni
Vit sóknast eftir einum væl útbúnum starvsfólki til
KT deildina.
Arbeiðið á Hagstovuni er skipað á tann hátt, at
flestu hagtalsuppgávur verða loystar í samstarvi
millum hagfrøðingar og KT starvsfólk, og tað er til
slíkar verkætlanir, at vit sóknast eftir einum fólki.
KT skipanirnar á Hagstovuni eru grundaðar í einum
ORACLE umhvørvi við bæði UNIX og WINDOWS
teldum. Í arbeiðinum á KT deildini verða brúkt
ORACLE
menningaramboðini
SQL,
PL/SQL,
DEVELOPER og DESIGNER.
Kunnleiki til eitt ella helst fleiri av hesum amboðum
er ein fortreyt.
Trý fólk eru í KT-deildini, og eru tey uppi í øllum
verkætlanum á stovninum.KT arbeiðið á stovninum
er eyðkent av, at nýggjar skipanir alsamt verða
mentar,samstundis sum verandi skipanir verða víð-
ari mentar. Sostatt er arbeiðið ógvuliga fjølbroytt
og møguleiki er at royna seg á nógvum KT økjum.
Starvið verður lønt í samsvari við førleikar og
starvsinnihald, sambært sáttmála millum avvarð-
andi yrkisfelag og Fíggjarmálastýrið.
Umsóknarfreistin er 15.mars 2002.
Til at fáa meira at vita um starvið,set teg í samband
við Berg Dam ella Hermann Oskarsson á Hagstovu
Føroya, telefon 35 28 00.
Hondlesing í
Tórshavn
í døgunum 1.-4. apríl
Hondlesarin Marita er í Føroyum. Lesir tína hond –
fortíð, nútíð og framtíð – styrki og veikleika. Ein
annarleiðis máti at síggja teg sjálvan.
Ring og bið um tíð á
tlf. 0045 39664880 aftaná kl. 16.00
Norðoya
Javnaðarfelag
Uppstillingarfundur
2. og møguliga 3. uppstillingarfundur verður í
Bøgøtu 3, mánakvøldið 4.3. kl. 19.30.
Nevndin
Til sølu
Ein Volvo S60 við nógvari eykaútgerð,verður seldur
við avsláttri. Bilurin er gulur (metallakk) og er 10
mánaðar gamal.
Tlf. 213388
BMW 520i til sølu
3 1/2 ára gamal, koyrt 47.000 km. Nógv eykaútstýr
t.d. aut. klimaanlegg, hita í setrum og róðri,
multifunktiónsróður við m.a. fartpilot, edeltræ á
instrumentbretti og hurðum, armlen framman,
sentrallás og el-spegl.
Er í sera góðum standi.
Boð undir 290.000 kr. hava ongan áhuga.
Tlf. 332569 ella 283569
eftir kl.17.00
Frá FK í Klaksvík
Ársfundurin verður á Klaksvíkar Sjómansheimi 19.
mars 2002 kl. 20.00.
Skrá sambært lógini.
Nevndin
Fólk søkist
Søkt verður eftir fólki at arbeiða í sølubúðini og at
matgera til 6 mans umborð á strandferðaskipinum
Teistanum – (Sandoyarleiðin).
Arbeitt verður í skiftisvaktum eina viku umborð og
eina viku frí. Góð løn verður givin. Tú skal bert
kunna matgera vanligan føroyskan mat.
Áhuga kunnu ringja 211099 ella 361299
Lastbilur, maskinur og
skrivstovuinnbúgv
til sølu
Vegna Sp/f Fagralíð, 165 Argir í konkurs verður her-
við lýst til sølu.
Scania lastbilur 142 Diesel v/intercooler,árg.1987.
Maskinur:
1 stk.Trukkur - gassdrivin
2 stk. Indicator Scanvekt, 8.600, vigar 60 kg.
1 stk. Volfking slógvmaskina + 1 spola og kontakt
1 stk. heilautomatisk bandmaskina
1 stk. UBI printari
1 stk. rullibanavekt
1 stk. skeriborð
1 stk. lyftivognur til kassar
1 stk. Compact 500 KEV trýstspulari
1 stk. Karcher HD 850 S trýstspulari v/ trýst-
slangu, greb, rør og dysu
1 stk. radio v/diskspælara
1 stk. vatnslanga við rullustativi
34 stk. kassar á 1.000 kg. og 400 kg. flamingo-
kassar v/lok.
Træplattar
Skrivstovuinnbúgv:
2 stk. Fujitsu Myrica teldur, 128 MB Ram, 20 GB
Harddisk, árg. 1999
1 stk. Lasat unique 1280i ISDN modem
1 stk. Canon BJC–2100 printari
3 stk. skrivstovuborð
3 stk. kontórstólar
3 stk. spísiborð og 8 stólar
Áhugaði kunnu venda sær til Advokatfelagið við
Strond 4, fyri nærri upplýsingar, og avtalað kann
gerast um at síggja lutirnar.
Boð skulu verða okkum í hendi innan 06.03.2002,
og tilskilar búgvið sær rætt til, at velja millum inn-
komin boð, herundir til ikki at góðtaka nakað boð.
Tórmóður Djurhuus, adv.
Dánjal Magnussen, adv.
Jógvan Páll Lassen, adv.
Petur Even Djurhuus, adv.
Jógvan E. Ellefsen, adv.
Anna Dam, adv.
Ingi Højgaard, adv.
Advokatfelagið við Strond 4
Yviri við Strond 4 • 100 Tórshavn
tlf. 311260 • fax 311261
e–mail: advokatfelagid@kallnet.fo
STÓRT TILTAK
Í ARGJA SKÚLA
Mattombola
Bommtombola
Café
Lutaseðlasøla
Klatriveggur
Skreiðirør
Fiskibrunnur
Ponyríð
Leygardagin 2/3-2002 frá kl 15 00
Søkir eftir røskum og dugnaligum bilsmiði ella persóni við líknandi førleika at
byrja skjótast gjørligt.
Løn: Sambært avtalu.
Um tú ynskir at vita meir um starvið, kanst tú venda tær til Super Dekk Sp/f tlf.
314975 ella 214975, og tosa við Fríðrik Bláhamar.
Sp/f SUPER DEKK
Hoyvíksvegur 66 · Postboks 3012 · FO–110 Tórshavn
Tlf.: (+298) 314975 · Fax: (+298) 318172 Fartlf.: (+298) 214975
e-mail: superdek@post.olivant.fo
A t l a n t i c
P e t r o l e u m
Á r s a ð a l f u n d u r 2 0 0 2
Við hesum verður innkallað til áraðalfund hjá P/F Atlantic Petroleum, at
verða í aulini á Føroya Læraraskúla, fríggjadgin tann 15. mars 2002 kl.
17.00 við fylgjandi fundarskrá:
1. Val av fundarstjóra
2. Framløga av grannskoðaum ársroknskapi til góðkenningar
3. Avgerð um nýtslu av yvirskoti ella rindan av halli sambart góðkenda
roknskap og ársfrágreiðing
4. Val av nevnd. Tríggir nevndarlimir standa fyri vali.
5. Val av grannskoðara, ið situr til næsti vanligi ársaðalfundur er lokin.
6. Ymiskt
Tórshavn, tann 28. februar 2002
Nevndin
HEILSUFRØÐILIGA
STARVSSTOVAN
Hjálparfólk
FOOD AND ENVIRONMENTAL AGENCY
Falkavegur 6, 2. hædd
FO-100 Tórshavn
Faroe Islands
Tel. +298 35 64 00
Fax. + 298 35 64 01
E-mail: feagency@hfs.fo
www.hfs.fo
stýrið og Starvsmannafelagið í 1.
lønarflokki, sí heimasíðuna hjá Løn-
ardeildini, www.lnd.fo.
Umsóknir til starvið við avriti av
prógvum,
starvsroyndum
og
møguligum viðmælum skulu verða
okkum í hendi í seinasta lagi mána-
dagin 18. mars 2002.
Starvið verður sett sum skjótast.
Upplýsingar um starvið fáast við at
venda sær til Maritu Poulsen, deild-
arleiðara.
Søkt verður eftir einum hjálparfólki
til hálva tíð til at vaska útgerð og
annað fyrifallandi arbeiði á kann-
ingarstovunum.
Eingi formlig krøv verða sett til út-
búgving, men royndir á økinum eru
til fyrimuns.
Tú skalt hava góð samstarvsevni,
vera nærløgd / nærlagdur og duga
at arbeiða miðvíst og sjálvstøðugt.
Starvið verður sett sambært gald-
andi sáttmála millum Fíggjarmála-
Skeið í teldubókhaldi í Suðuroy
Skeið 1: Fíggjarstýring við EDB-Finans
Endamál: At læra at nýta telduforrit í bókhaldsarbeiði,á skeiðnum verður forrit-
ið Stellar Økonomisystem brúkt.
Innihald:
• Grundleggjandi roknskaparhugtøk (ársroknskapur og kontolæra), lógargivin
krøv og fyriskipan av bókhaldsfunksjónini
• Uppseting av finansskipanini og gjøgnumgongd av neyðugari uppseting við
atliti til egnan tørv
• Gjøgnumgongd av kontoplan og tess týdningi
• Dagligar bókingar, avstemmingar, útskriftir
• Finansútskriftir – m.a. kontokort og balansa
• MVG
• Lyklatøl og fíggjarætlan – mánaðarliga og árliga
• Trygdaravrit og viðlíkahald
Tíðarskeið:
25. mars og 8. apríl 2002 kl. 18.00 – 22.00
Stað:
Hvalbiar skúli
Kostnaður:
kr. 1.750,– íroknað frálæru, tilfar og mat
Skeið 2: Fíggjarstýring við EDB – Debitor- og goymslustýring
Endamál: At læra at nýta telduforrit til debitor- og goymslustýring, á skeiðnum
verður forritið Stellar Økonomisystem brúkt.
Innihald:
• Samanhangur millum fíggjar- og debitor/goymslumodulið
• Vørubílegging/fakturi/tilboð
• Upprættan og viðlíkahald av debitor og debitorbólkum
• Rentutilskrivan/rykkjaraframferð og kontoyvirlit
• Upprættan og viðlíkahald av vørum og vørubólkum
• Hagtøl og útskriftsmøguleikar
• Snið til fakturar, kontoyvirlit
Tíðarskeið:
22. og 29. apríl 2002 kl. 18.00 – 22.00
Stað:
Hvalbiar Skúli
Kostnaður:
kr. 1.750,– íroknað frálæru, tilfar og mat
Farið verður undir útbúgvingina um nóg stór undirtøka verður. Fráboðan um
luttøku og nærri frágreiðing fæst við at venda sær til okkum á tlf. 318813.
Skeiðsdepilin við Marknagil
Marknagilsvegur 77 • Postsmoga 177 • 110 Tórshavn
tlf: 318813 • fax: 313374 • t-postur: fh-sht@post.olivant.fo
Føroya Handilsskúli
Internet
C
M
Y
K
41
40