mikudagur 9. mars 2011síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 9. mars 2011 · Nr. 29
8
Sosialurin
Vilmund Jacobsen
Í gjár byrjaðu tey aftur at
virka fisk á fiskavirkinum í
Saltangará, sum hevur ligið
stilt, síðan Faroe Seafood fór
av knóranum hin 4. desember
í fjør.
Tað er partafelagið frá
16. februar 2011, sum Varðin,
Bacalao, Framherji og Sam
herji eiga, ið nú hevur latið
virkið uppaftur.
Hesin nýggi risin í før
oysk um
vinnulívi
keypti
seks trolarar og fýra virkir,
og týs morgunin læt so fyrsta
virkið uppaftur.
Felagið hevur áður sagt,
at ætlanin er í fyrsta lagi at
lata upsavirkið í Saltangará
og saltfiskavirkið á Toftum
uppaftur.
Júst, nær virkið á Toftum
kemur í gongd aftur, er ikki
heilt greitt enn, men sum
skilst gongur neyvan long
tíð, áðrenn gongd kemur á
aftur virksemið á Toftum
eisini.
Arbeiða upsa
Tað eru nakrir dagar, síð an
tey seks skipini hjá sam
takinum,
Bakur,
Stelkur,
Heyk ur, Falkur, Rókur og
Lerk ur, fóru til fiskiskap
aftur.
Jens Pauli Petersen, sum
býr í Hoyvík, er settur virkis
leiðari á virkinum í Sal tang
ará, og sum skilst kemur
hann eisini at hava um
hendi dagligu leiðsluna av
salt fiskavirkinum á Toftum.
Hann hevur áður starvast á
virk inum hjá Faroe Seafood
í Havn.
Hann sigur, at fyrsta lastin,
sum tey fóru undir at arbeiða
á virkinum í Saltangará í gjár,
er komin frá partrolarunum,
Róki og Lerki, sum landaðu
sunnudagin.
– Skipini høvdu umleið
150 tons av upsa og nakað av
øðrum fiski, sum onnur virki
keyptu. Upsin, sum nú verður
arbeiddur á virkinum hjá
okkum, verður í stóran mun
skorin til flak, pakkaður og
frystur. Eisini verða nakkar
skornir, sum verða pakkaðir
og frystir.
Jens Pauli sigur, at ætl
an in er, at ein partur av
veiðini, sum tey seks skipini
koma við, verður virkaður og
útfluttur sum fesk upsafløk,
men tá er sjálvandi neyðugt,
at leveringin av ráfiskinum
og framleiðslan á virkinum
verður tilpassað teimum út
flutningsmøguleikum, sum
eru við feskum fiski.
Bjartur dagur
Virkisleiðarin
sigur,
at
nógv av teimum, sum eru
byrj aði aftur á virkinum í
Saltangará, hava arbeitt á
virkinum áður, men onkur,
sum arbeiddi á virkinum
hjá Faroe Seafood í Havn,
arbeiðir nú í Saltangará.
Jens Pauli sigur, at í gjár
vóru eini 50 fólk til arbeiðis
á fiskavirkinum í Saltangará,
men talið verður størri, tá alt
er komið upp at koyra við
fullari megi.
Spurdur,
hvussu
lagið
var á fólki í gjár, nú fyrstu
arbeiðsdagur var aftur eftir
tríggjar
mánaðar
langa
steðgin, heldur virkisleiðarin
fyri, at líka so dapur, sum hin
4. desember var í fjør – líka
bjartur var dagurin í gjár –
hin 8. mars.
– Jú, lagið á fólki er gott,
og tey eru fegin um at vera
komin aftur til arbeiðis, sigur
Jens Pauli Petersen.
BJARTSKYGNI – Líka so dapur, sum fríggjadagurin hin 4. desember var í fjør – líka bjartur var
týsdagurin í gjár – hin 8. mars. Jú, lagið á fólki er gott, og tey eru fegin um at vera komin aftur til
arbeiðis, sigur Jens Pauli Petersen, sum er settur virkisleiðari á fiskavirkinum í Saltangará
Svartskygni er nú
vent til bjartskygni
Skipini høvdu umleið
150 tons av upsa og
nakað av øðrum fiski,
sum onnur virki keyptu
JENS PAULI PETERSEN
Í gjár læt fiskavirkið í Saltangará uppaftur