mikudagur 9. mars 2011síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mikudagur 9. mars 2011 · Nr. 29
Sosialurin
Tað var hin 4. desember
í fjør, at Faroe Seafood fór
á húsagang og virkini, sum
felagið rak í Runavík, Toftum,
Vestmanna, Havn og í Vági,
lótu aftur.
Hendan sama dag gjørd
ist eisini greitt, at tey seks
skipini, Bakur, Stelkur, Heyk
ur, Falkur, Rókur og Lerkur,
fóru at verða løgd.
Eftir sigldu skipini, sum
Faroe Seafood átti part í,
Jaspis, Ametyst og djúp
vatns trolarin, Edna.
Hini virkini
Partafelagið frá 16. februar
2011 keypti sum kunnugt
virk ini í Saltangará, Toftum,
Vest manna og í Vági.
Stutt eftir keypið kom
fram, at virkið í Vági fór at
verða yvirtikið av alifelag og
fer í fyrsta lagi at verða brúkt
til sláturvirki.
Hetta kom eitt sindur dátt
við hjá vágbingum, sum nú
vónaðu, at virkið fór at verða
latið uppaftur sum vanligt
fiskavirki. Sláturvirkið er
á havnalagnum framm an
undan, tó at umstøðurnar har
eru trongar. Nú fara hesar
umstøður at gerast munandi
betri, og vágbingar síggja
ivaleyst fram til, at okkurt
meiri fer at spyrjast burtur
úr stóra flakavirkinum í
Vági, so enn fleiri fólk sleppa
til arbeiðis.
Poul Hansen, nevndar
for maður í nýggja fiski
vinnu risanum, hevur sagt,
at málið hjá felagnum er
at lata virkini í Saltangará
og á Toftum uppaftur sum
skjótast.
Hinvegin tykist ein ávís
ógreiða vera um, hvat verður
av virkinum í Vestmanna, ið
annars hevur virkað væl sum
fiskavirki gjøgnum mong ár.
Í aðrar mátar er líkt til,
at teir, sum eiga skip í Vest
manna, hava eitt ávíst til
knýti til JFK í Klaksvík, sum
rekur fiskavirkið á Kósini.
Nú einki virksemi hevur
verið á fiskavirkinum í Vest
manna, eru nógvar lastir
landaðar í Klaksvík, eins og
líkt er til, at eitt ávíst fíggjar
ligt tilknýti eisini er millum
reiðarar í Vestmanna og JFK
í Klaksvík.
Spurningurin er tí, hvussu
sterkt ráfiskagrundarlagið er
undir virkinum í Vestmanna
í løtuni, um ikki tey skip, sum
eru heimahoyrandi á stað
num, ikki venda aftur hagar.
Sum dagarnir ganga, man
fara at koma undan kavi,
hvussu verður við fiska
virkinum í Vestmanna.
vilmund@sosialurin.fo
Lagið á fólki er gott,
og tey eru fegin um at
vera komin aftur til
arbeiðis
JENS PAULI PETERSEN
Fiskur kemur til virki í trailara
Virkisleiðari er Jens
Pauli Petersen (vm.) og
hin er stjórin, Jógvan
Dávid Jacobsen