mikudagur 9. mars 2011síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 9. mars 2011 · Nr. 29
10
Sosialurin
Nøvn
Týsmorgunin kom Dennis
inn til mín og andlit hansara
segði mær, at nú var okkurt,
ið ikki var gott. – Nú er pápi
farin.
Lítið vardi tað meg, góði
Jóhannus, at næstseinasta
sunnumorgun skuldi vera
seinastu
ferð,
eg
skuldi
síggja teg. Tú var so birgur
og raskur sum tú komst inn
eftir gólvinum í Betesda. Og
setti teg har, tú altíð sat. Tú
var stillur og segði lítið, men
var altíð í sving.
Eg havi altíð kent teg. Vit
vuksu upp í garðinum. Tú
øðrumegin ánna, eg hinu
megin. Eg minnist tá tú
kom til Gráastein at búgva.
Tá komu vit aftur at búgva
á sama stað. Góða vinalag
okkara
varð
knýtt
enn
tættari, nú Jytta og eg komu
at hava so nógv saman. Eg
sakni hana enn. Hon var
ein góður stuðul fyri sam
komuna. Hetta serliga tá hon
byrjaði kvinnumøtini. Hesi
eru í dag vanlig runt land
okkara. Hetta skal hon hava
stóra tøkk fyri.
Tú var hjálpsamur. Var tað
okkurt, vit ikki dugdu, var
tú altíð klárur. Og tað sama
kann sigast um Jyttu. Tit
fingu tykkum summarhús
i Danmark, og Jytta vildi
hava okkum niður við. Vit
høvdu eina sera góða tíð
sam an við tykkum, og eg
minn ist, at Jóhannes spældi
bólt við børnunum. Harald
og Jóhannes diggaðust utt
an fyri við ymist, og vit
kvinn urnar sólaðu okkum.
Tá túrurin var komin ímóti
heimferð, helt tú Jóhannes
at hetta hevði verið ein fínur
túrur. Seinni fingu vit okkum
summarhús á Viðareiði. Tá
komu tit javnan norður at
vitja okkum – tú hevði so
nógv minni frá hesi lítlu
bygd og greiddi frá minnum
frá spæli og skúla.
Einaferð tað nærkaðist
mínum føðingardegi, tá hildu
Jytta og Jóhannes at tit vistu,
hvat tit skuldu geva mær á
mínum runda føðingardegi.
Tú ringdi eftir okkum at
koma út á Skarðhamar, og
tú stóð í hurðini og smíltist,
tá vit komu og segði: »Nú er
gávan klár, Jórun«. Ein fín
límtræstrappa, sum tú hevði
gjørt, lá klár innanfyri. Vit
gloyma aldri, hvussu glað
vit vóru um hesa gávu. Og tú
kom sjálvur at seta hana upp
í Haraldsetovu. Eg vænti ikki,
at nakar annar hevur fingið
so góða gávu frá vinum sín
um sum eg.
Tit vóru ein familja, sum
litu alt í Harrans hendur.
Góði
Jóhannes,
saknurin
hjá okkum og øllum, sum
stóðu tykkum nær, nú tú ikki
longur ert okkara millum.
Men eitt vita vit og tað er, at
tú ert heima hjá tí Harra, sum
tú setti títt álit á sum ungur
drongur. Eg kundi skrivað
nógv um tykkum, men minn
ini havi eg tó so nógv og góð
um tykkum. Saknurin er
stórur hjá tykkum Dennis og
Peturi og familjum tykkara.
Vit hava tó vissuna um, at vit
skulu síggjast aftur heima
hjá Harranum.
Hvíl í friði.
Heilsan
Jórun
Minningarorð um
Jóhannus í Garðinum
og Jytte Hansen