mikudagur 9. mars 2011síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mikudagur 9. mars 2011 · Nr. 29
Sosialurin
Tað eru nú fimti ár síðan
tann gávuríki arkitekturin og
listarmaðurin Palli Gre goriu
ssen byrjaði teknistovuna
und ir trongum lonum í mið
býnum í Havn.
Hann var liðugur sum
arkitektur á Det Kongelige
Danske
Akademi´s
Arki
tekt skole summari 1960 og
kom heim til Føroyar hetta
summari og byrjaði egið virk
ið 10. Mars 1961.
Góði Palli, lærumeistari,
kollega og vinur, eg vil fyrst
ynskja tær hjartaliga tillukku
við 50 ára starvsdegnum.
Sigast má, at tú hevur sett
spor eftir teg, her hugsi eg
serliga um teir mongu bygn
ingarnar tú teknaði, ofta við
støði í rustikkum føroyskum
byggisiði, men eisini tað, tú
hevur avrikað í tekningum
tey nú mongu seinastu árini
í Føroyum og í útlandinum,
og serliga bøkurnar um
kirkj urnar, tú hevur greitt úr
hondum, hava haft týdning
fyri føroyska byggisøgu. Eg
komi at hugsa um ein ann
an
føroyskan
listamann
– William Heinesen sum
byrj aði at gera pappírsklipp,
tá ið hann var 70 ára gamal,
og hvat hann legði eftir seg,
so her er helst nógv eftir.
Síðan eg var hálvvaksin,
havi eg vita, hvør tú vart og
gloymi ongantíð fram sýn
ingarnar við tekningum og
modellum av nýggja bóka
savninum og nýggja bý ráðs
húsinum, sum tá var ætlanin
at byggja minnist meg rætt
var framsýningin í Føroya
Banka.
Hatta var íblástur fyri
meg.
Tað var um hetta mundi eg
var blivin hugtikin av ameri
kanska arkitektinum Frank
Lloyd Wright, og sum eg
veit, tú eisini heldur so nógv
av – hann sigur onkustaðni
hetta:
The longer I live, the more
beutiful life becomes.
Tú hevur latið mong
megnarverk
úr
hondum;
eitt er tilbygningurin til
grót bygningin hjá Føroya
Spari kassa í miðbýnum. Her
hevur tú duga kynstrið at
sam an sjóða tann fína grót
bygn ingin, sum ættar menn
tínir tilevnaðu, við nýggjan
arkitektur – eitt avreksverk
innan tilbygging í Føroyum,
inspirerað av teim kendu
altjóða
arkitektunum
–
mann sær bæði Alvar Alto og
Arna Jacobsen aftur í hesum
verki.
Postverkið í Klakksvík er
annað verk, sum eisini kem
ur at standa eftir seg í før
oysk ari byggilist, og eisini
set húsa kapp ing ina,
sum
Spari kassin skipaði fyri, til
tess at gera eina roynd at
hækka byggi listina innan
set húsabygging,
sum
tú
vann. Her hevur tú skapa
eini rustikk hús við rót í før
oyskum og skandi nav iskum
byggisiði – sera hegnisliga
tilevna bæði í formi og funk
tión.
Her hevur tú helst kunna
sanna orðini hjá Frank Lloyd
Wright:
Form follows function -
that has been misunderstood.
Form and function should
be one, joined in a spiritual
union.
Hesi húsini, saman við
nógvum øðrum húsum, sum
tú hevur teknað, hava verið
fyrimyndin til óteljandi set
hús kring alt landið.
Eg kundi nevnt nógvar
aðrar væl úr hondum greidd
ar bygningar, sum tú hevur
latið úr hondum, og sum
hava slóða fyri so nógvari
aðrari nýbygging og verið
fyrimynd hjá okkum, sum
eru komin eftir teg.
Tað var fyrst í 1976 eg
byrj aði hjá tær (hevði eis ini
undir lesnaðinum ar beitt í
summarfrítíðini á tekni stov
uni).
Tá var teknistovan í set
húsunum við Heygsvegin
–
teknistova
og
heimið
hjá tykkum gingu saman í
eitt, og minnist eg hesa tíð
við gleði, Tove, sum ikki er
millum okkum longur, gjørdi
arbeiðsplássið til nakað ser
ligt, og altíð fingu við gott
kaffi og okkurt afturvið.
Morgunin kundi verða nakað
rokmikil – samstundis sum
vit komu til arbeiðis, gjørdi
Tove børnini klár at fara í
skúla, og Palli var standby at
koyra.
Hugnaligt var hjá tykkum
og nógv fólk, umframt tey í
arbeiðsørindum,
komu
á
gátt.
Serliga minnist eg menn
sum Tommy Arge, Ólavur
Mikkelsen, Viljormur Paturs
son, Sverri Dahl og onkuntíð
Frazer Eysturoy og onnur –
næstan altíð fólk, sum onk
ursvegna høvdust við list
og mentan – intelligensiain
í Havn.
Prátið
á
teknistovuni
var
pregað
av
ansinum
fyri list generelt, og serliga
føroyskari mentan og list,
og ofta var eisini politikkur
havdur á lofti, Palli er tjóð
skaparsinnaður – ein rættur
fullveldismaður, onki himpr –
og uppundir val, plagdu vit á
teknistovuni at gera plakatir
fyri tjóðveldisflokkin , eitt
ítriv, teknistovan hjá okkum
seinni arvaði.
Palli hevur eisini verið úti
fyri stórari sorg, tá hann alt
ov tíðiliga misti sína kæru
konu Tove, men eisini kom
hann ígjøgnum henda miss
við hjálp frá sínum kæru.
Palli er góður kvøðari, tað
er honum í blóðið borið, og av
og á kundi hann tríva í okkurt
ørindi.
Onkrar
morgnar
kundi hann stillisliga tríva
í eitt sálmalag, tá gjørdist
røddin serliga yndislig og
følin.
Eisini
vandaði
hann
sær um málið, og kravdi av
okk um, at vit vóru góð við
móðurmálið.
Tað var stuttligt at arbeiða
hjá tær, tí vit fingu loyvi at
royna okkum og krøv vóru
sett, uttan at tað virkaði ov
byrjandi.
Palli tú ert ein maður
av fáum orðum í tí dagliga,
kanska skuldi mann sagt
stutt orðaður,
men
mann
vitsti altíð, hvat hann meinti
við, hóast talan ofta ljóðaði
sum gátur aftanfyri lá ein
stillisligur humor men hetta
skuldu vit venja okkum við,
og tað merktist í arbeiðinum
t.d. tá ið mann vildið hava
hansara viðmerking, kundi
hann hyggja eitt sindur at
tekningini og so hetta”er
tað gott” tá vitsti mann at
arbeiðast skuldi meira við
mál inum, segði hann har
aftur ímóti ” hatta er gott, ha
” so var í lagi ella á leið, men
altíð var líkasum ein yvi hjá
honum, sum fekk okkum at
gera okkara besta her vart
tú okkum góður kveikjari.
Einaferð Sverri Dahl, Palli
og eg vóru í Klakksvík, letur í
Palla, tá ið vit koyra framvið
posthúsinum og Sverri spyr
um henda bygning, svarar
Palli stutt: ”Ein undomssynd”
Deiligt posthús” sigur Sverri
og so var ikki meira sagt um
tað.
Sum sagt, Palli er stutt
orðaður maður, og her er
dømi um hetta: Ein dagin
Palli kom at vitja meg undir
fjalli tað var heldur langt
síðan, eg hevði vitja hann
helt hann fyri, beint áðrenn
hann fór avstað aftur ”Eg
havi mótbrekku og tú hevur
undanbrekku” so stutt kan
tað sigast: kom f.h. og vitja.
Tá ið Palli skuldi pro
jek ter að tað nýggja Lands
bóka savnið, bleiv eitt verk
frøðingafelag sett til at hava
projektleiðsluna slíkt hendir
bara, tá ið byggiharrin onki
hevur skilt av uppgávuni. Ná
men Palli gjørdi sín part av
arbeiðinum og skuldi oman
til verkfrøðingastovuna at
framleggja projektið nakað
seinni kemur hann inn á
teknistovuna, har vit øll sótu,
legði tekningarnar á borði og
segði bert ”Er hetta pent” og
vísti til undirstrikingarnar
við reyðum blýanti, sum
somu verkfrøðingar høvdu
sett sum rættingar í tekn ing
arnar – sum tá ið lærarin í
barnaskúlanum rættar mate
matikk ella stíl.
– Eg trúði tá, at handa
tíðin var farin – men so er
ikki, tvørturímóti.
Hetta er bert eitt dømi
um, at Palli hevur haft sítt at
stríðast við hesi 50 árini, hann
hevur virka sum arkitektur –
ikki hevur altíð verið lætt at
vera einsamallur.
Nú er vent í holuni, tað
var í 1981, at vit mettu, at nú
vóru so nógvir arkitektar, at
tíðin var búgvin at stovna
eitt arkitektafelag. Fyrsta
stigið til Arkitektafelag Før
oya varð tikið á fundi úti
hjá Palla, Gunnar Hoydal
fekk til uppgávu at snikka
felagsins lógir. Síðan var tann
fyrsti aðalfundurin hildin
í Perluni….. og bleiv Árni
Winth er
fyrsti
formaður
felagsins.
Eisini í arkitektafelagnum
hevur tú gjørt eitt gott
arbeiði og hevur fyri okkum
tá ungu verið góður ráðgevari
og mentor.
At enda, hvør er Palli
Palli er sum grógvin úr tí
føroyska jørðildinum, eitt
sindur av einum huldumanni
ella tussa, men altíð trúgvur
móti sínum, Palli er eisini
eitt rennecansumenniskja,
gentle maður,
sum
hevur
evni at skapa nakað nýtt
og viðhvørt er hann, tá ið
ástendur, ein sannur frí
byttari og pirat ella sum
Tommy Arge einaferð segði:
Palli er alt møguligt.
Góði Palli eg farið við
hesum orðum at enda við
enn einaferð at ynskja tær
tillukku og all the best á
lívsleið tíni nú tú hevur fing
ið trygga havn á ovastu hædd
í Dr. Jakobsensgøtu saman
við Anne Marie.
Vinmaður tín
Albert Isfeld
Palli Gregoriussen virkin arkitektur í fimmti ár