Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-09, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. mars 2011síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 9. mars 2011 · Nr. 29 12 Sosialurin Hanus Kamban Upplýsing og miðøld Hávarður Geirmundsson, høv uðs­ persónurin í skaldsøguni Ganda­ ringurin eftir norska rithøvundin Sigurd Hoel, er bóndasonur úr Telemørkini. Tá ið skaldsøgan tekur við, er hann beint komin til ein landspart nakað væl “longur norðuri” í Norra, hevur gift seg við einkjuni Rannvá og sett seg niður á Olstaði, einum tí ríkasta garðinum í Norðurbygdini. Hávarður er væl skøddur til sín nýggja setning, hann hevur gingið á landbúnaðarskúla, hevur praktiskar royndir frá síni tíð sum fyristøðumaður á garðinum hjá Thurmann presti og er annars maður við hugflog og ætlanum. Hendingarnar fara fram í tíðini um 1820­30, ofta verður sipað til kríggið í 1814, og til tann gitna prædikumannin og pietistin Hans Nielsen Hauge. Viðhaldsmenn hjá hesum seinna hava ein ávísan leik­ lut í bókini, av ikki bara upp byggi­ ligum slag. Tann bygd, hesin ljósi upp­ lýsingarmaður hevur vígt sína orku og sína framtíð, er í øllum lutum hansara mótsetningur, húsmenn og húskallar latir, ódugnaligir og undirbrotligir, bøndurnir lítið frægari, stórbøndurnir gramm­ ir jarðormar og búravnar. Aftur­ halds semið er rótfrekt, og tá ið avbygdarmaðurin varisliga fer at bróta upp úr nýggjum, lýsa allar reyðar lampur í miðaldarinnar støðuhyli. Hakar og kvíslir úr jarni? Men eitrar jarn ikki moldina? Eplir? Men eru tey ikki vandamikil? Og var tað Guds ætlan, at menniskjan skuldi velta eplir, tíansheldur eta tey? Sama ger hvat hesin maður finnur uppá, allastaðni rennur hann seg í mótvilja og mistrúgv. Í eini góðari skaldsøgu verða ofta, eftir klassiskari fyrimynd, at kalla frá byrjan pílar lagdir inn í tekstin, sum vísa fram ímóti einum mynstri ella vevnaði. Frá Gandaringinum kann ein, sum dømir um slíkar ábendingar, nevna dreymarnar hjá Hávarði, har hann villist í mjørka á ókendum leiðum og ættarkvæðið um Vilamann, sum “reið seg í bjørgið blá”, og hvørs gangari “snávar um villistrá”. Lesarin heftir seg eisini við, at sjálv bygdin ikki sjáldan liggur í skaddu, meðan hagin og skógurin í erva ­ har veiðimaðurin Jón, tann stolti og frælsi og reinlynti, hevur sína gongd ­ liggja í ljósi. Kristafár og tey øru Tann mótstøða, Hávarður stend ur yvirav, er eitt skrímsl við mong­ um høvdum. Hansara versti mót­ støðumaður er, so tykist ið hvussu er, Kristafár á Bergi, bóndin og kraddarin, sum ríkar seg upp av at hava øll tey øru í bygdini í einum kjallara, har tey sita, mong teirra leinkjað, upp undir øklar í sínum egna skarni. Kristafár hevði ætlað sær Rannvá og hennara garð og kann ikki fyrigeva Hávarði, at hann, tann fremmandi, her var við yvirlutan. Men hóast Hávarður og Rannvá ta fyrstu tíðina liva saman í kær­ leika og hava eitt ríkt ástarlív, eigur bygdin eisini rót í henni, og tá ið Hávarður ætlar at keypa nýggj amboð og reint sáðkorn, vil hon, hóast hon umframt garðin eigur væl av pengum, ikki rinda fyri tað. Men Hávarður, sum er ráðasnildur maður, ger ein handil við stjóran á Verkinum, og tað eydnast honum at keypa smærufræ, ogna sær neyt av betri kyni, keypa harvu og fáa plógv til láns. Gandaringurin er bók við mong um brigdum, ørgrynni av motivum, kompleksum vevnaði og heimspekiligum og sálarfrøðiligum mótsagnum. Men fyrst og fremst er hon fyrimyndarliga væl fortald, og frásøgnin verður, sum tú lesur, meira og meira spennandi, alsamt fyndugari og meira eirindaleys, til ein móti endanum kennir suðið frá tí sublimt orðaða sorgarleikinum. Søgan um, hvussu Hávarður um skapar Vátlendið til sín besta jarðarteig, er samstundis ein frásøgn um eitt nýtt slag av veitargrevstri við taktum grótrennum, sum liggja undir flagi. Lýsingin av ítøkiligum menniskjansligum skittføri er minnilig. Tann sálarfrøðiliga lýs­ ingin av menniskjansligum ónd­ skapi er djúptøkin. Mitt í henda frásagnarvevnað hevur Sigurd Hoel sett ein persón, sum, við dygdum og veikleikum, er so sannførandi kveiktur, at lesarin heldur seg altíð hava kent hann. Ein yrking eftir Regin Dahl, “Minni maður” eitur hon, rennur einum í huga: Droymdi tú um at drepa hann, ið leyp fyrstur um ánna? Hann, ið altíð ló, tá ið harðast á stóð? Hann ið fekk gentuflokkin at piprast av tráanarfrøi, bara hann steig inn um gátt? Glataðu seyðir Ísraels Alt hetta hevði tó neyvan borgað fyri listarligum sigri, um ikki høv uðspersónurin eisini hevði allegorisk drøg. Tí Hávarður er ikki bara barn av hugsunarhátti, sum spratt úr heimspekini hjá Holberg og Voltaire, hann er samstundis úr ævinligari tilfari, hann er bjargarin, komin út í armóðina og myrkrið til “glataðu seyðir Ísraels” eins og ein annar kendur maður, sum hann er javngamal við at kalla, tá skald­ søgan byrjar. Tey spor, sum vísa á hetta sam­ svar, eru týðilig, her kann bara Níðingssinnið UMMÆLI Gandaringurin eftir Sigurd Hoel er søgulig skaldsøga, krimisøga, samfelagslýsing og tekstur um skyld og bót. Sum listaverk er hon ein tindur í norðurlendskum skaldskapi. Regin Ekhólm Habilitetsdilemma í Skúlabókagrunninum: Fakligan førleika ella babbasa atlas – kvilkin skulu vit velja? Tað fyrsta føroyska heims­ atlassið kom í 1993. Tað var/er merkt av manglandi faklig­ um stringensi og villleiðandi málsligum ad hoc loysnum, og nú talan er um at flyta hesar somu manglar yvir í tað nýggja atlassið, flýtur bikarið yvir hjá okkara fak­ ligu geografum. Í Kringvarpinum (28/2) varð lisið upp úr eini áheitan frá 10 av okkara geografum, har teir í einum skrivi til Skúla bókagrunnin staðiliga heita á leiðsluna, um at brúka fakligt vit og skil, tá nýggja heimsatlassið verður gjørt, og ikki at gera teir somu basalu feilirnar, sum eru í útgávuni frá 1993. Hesi 10 fakfólkini hava universitetsførleika í geografi og drúgvar royndir gjøgnum arbeiði, undir vís­ ing og gransking. Tey hava í fakinum geografi eina fakliga tign, sum letur teim um trim­ um í Skúlabóka grunni num, sum annars standa fyri útgávuni av tí nýggja heims­ atlassinum, nógv eftir at ynskja. Áheit an in frá teimum 10 geograf unum er eisini ætlað føroy ska almenningi­ num og stendur at lesa í bløðunum. Málslig broytingartíð - farvæl national- purisma Tann nógva skrivingin í bløð­ unum um heimsatlassið vísir, at fólk eru ikki sørt ørkymlaði um ta stóru óvissu, sum vald­ ar á økinum. Ikki minst á tí málsliga økinum er nógv hent síðani 1993. Tann nýggja Málnevndin v/ Jógvan í Lon Jacobsen sum formanni, hevur eina heilt aðra nútíðar fatan av málinum enn tann meiri nationalpuristiskt ori­ en teraða nevndin, sum ráddi fyri borgum í 1993. Henda nýggja Málnevndin gong­ ur millum annað inn fyri, at okkara alfabet verður nor mali serað og fær bóksta­ virnar c, q, w, x og z upp í. Hetta broytir munandi um støðu tak an til hvussu vit doypa og stava øll heimsins lond og ríkir! Í fjør fingu vit á fyrsta sinni eina autoriseraða ella løggildaða Staðar navna­ nevnd v/ Eivind Weyhe sum formanni. Eisini henda nýggja Staðarnavnanevndin hevur í verki víst, at tey taka ikki undir við tí stívrendu purismuni, sum annars eyð­ kendi málnevndina frá 1993 men at tey hinvegin vísa meira atlit til tað van liga siðbundna føroyska mál­ brúkið og tykist at slóða fyri somu smidligu kós sum Mál nevndin, við støði í tí fak tuella føroy ska móður­ málinum. Henda grund leggj­ andi broyting in í tí málsliga ráð andi hug burðinum, sum endur speglast í báðum Kjak