Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-09, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. mars 2011síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mikudagur 9. mars 2011 · Nr. 29 Sosialurin verða nevnt, at tvær ferðir verður sipað til Nikodemus, sum er kendur úr Jóhannesar evangelium, og at tá Hávarður kemur í fongsul, situr hann har sjálvurtriði. Og hetta, at hjálpa teimum glataðu seyð unum, er, óneyðugt at siga, hansara størsta mistak. Tí av øllum øvundarmonnum eru tað teir, sum hata hann mest. Rithøvundurin telist millum teir fremstu í liðinum av (kanska ikki so mongum) veruligum in­ tellektuellum, sum Norra hevur fostrað. Hann vísti hetta sum bókmentaligur forlagsráðgevi, ser­ liga í tríati­árunum, og ikki minni sum ein, ið tíðliga, við glógvandi skilbundnum greinum, fór í hern­ að móti nazismuni og – hóast hann upprunaliga var radikalur sosial istur – sum ein tann fyrsti, ið sá at nazisma og kommunisma, í útgávuni hjá Stalin, vórðu úr sama bergi brotin. Hann vísti hetta eisini sum fjølkunnugur og forvitin essay­ høvundur. Ein tann besta og best skrivaða ritroyndin hjá Sigurd Hoel er eitt essay, hann skrivaði um tær norrønu fornsøgurnar. Hoel, sum var runnin úr norskum bygdasamfelag, vísti í hesi grein, at hann kendi hugaheimin í forn­ søguni at kalla innanífrá, sum rót­ grógvin norðbúgvi. Tilvild ella lagna Hetta sæst aftur í Gandaringinum, sum bæði er søgulig skaldsøga, krimisøga, samfelagslýsing, lagnu­ skald søga og eitt slag av forn­ søguteksti. Rannvá er nøkur ár eldri enn Hávarður, og samstundis sum stjúkdóttir hennara, Kirstin, veksur upp og verður ein óvanliga vøkur, heldur still genta við stórum, lýsandi eygum, verður hesin aldursmunur ein vansi. Dramatikkurin veksur, tá ið Hávarður og Kirstin, stødd uppi á setrinum, verða álopin av eini bjørn. Hávarður fellir bjørnina við sínum líggja, eitt undur er tað, at líggjablaðið sker inn ímillum hennara rivjabein, og tá er tað Hávarður, eins og Martin Birck, hoyrir kirkjuklokkur ringja. Eitt tortýtt tekin – men um hvat? Nú tekur ein hending aðra við sær, sjalusi tekur seg upp, eitt óhapp hendir, og í tí bygdin dregur alt sítt níðingssinni og hatur saman í eitt svart knýti, upplivir lesarin tann stóra grikska sorgarleikin. Millum mótsagnirnar í hesum teksti er tann fremsti helst tví­ og samdrátturin millum upplýsing og pátrúgv, frælsi og lagnuhugsan. Hávarður er upplýsingarmaður, men er samstundis framsíggin. Ikki bara tað, umaftur og umaftur upplivir hann (og lesarin) dømir um tað fyribrigdið, sum C.G. Jung rópti synkronisitet, tilvild, sum ­ tá ið saman um kemur ­ kanska ikki er tilvild. Tvídrátturin millum frælsishugsan og determinismu verður hvestur, tá ið júst royndin at skáka sær undan lagnuni, førir høvuðspersónin í hennara føvning. Einum renna í huga hesi orð, søgd av Iokaste, í Oedipus Tyrannos eftir Sofokles: Hvat skuldi maður óttast, sum tilvildar kor valda, tá greiður varhugi er av ongum? Best er at liva miðleyst ... Skyld og bót Hávarður er maður, ið vil brenna brýr og byrja av nýggjum. Men fortíðin hevur ikki hug at sleppa honum, einamest minnið um gent­ una, hann sveik, og sum drukn aði seg. Skaldsøgan endar við rættar­ máli, dómi og straffi, og samstundis verður skaldsins tak á síni frásøgn og sínum evni alsamt fastari, hansara fatan djúpari og hansara flog hægri. Við átta síðum lýsir Hoel eina heksajagstran, sum lesarin ongantíð gloymir. Áhugavert er at høvuðs per­ són urin, sum er fyri dómsmorði, tó kennir seg sekan og á ein hátt góðtekur bæði dóm og revsing. Arthur Koestler var ein fyrimynd hjá Hoel, og júst hetta sálarfrøðiliga snarið, at verða órættvíst dømdur og tó vita seg sekan, finna vit eisini í Darkness at Noon eftir Koestler, kanska tí mætastu politisku skald­ søguni, sum kom í 20. øld. Í skald­ skapinum eftir Sigurd Hoel er hetta evni ikki nýtt, og tað er tí merkiligt, at Koestler upprunaliga ætlaði at rópa sína skaldsøgu The Vicious Circle – Gandaringurin. Tilvild? Hatrið til yvirlutan Og hvat er tað so, um djúpast verður grivið, sum drívur hesar vesælu skepnur í Norðurbygdini at gera sum tær gera og hugsa sum tær hugsa? Alt, tykist høvundurin siga, kann fyrigevast, bara ikki eitt: menniskjans yvirluti, at vera stoltari, vakrari, frælsari enn hini. Men enn eina ferð, móti endanum á bókini, ger høvundurin eitt nýtt snar, tá ið hann avdúkar, at víst er óndskapurin djúpur og víst er Kristafár á Bergi eitt bakbeist, men at sín versta mótstøðumann, tann kalda telvaran, sum var stýrdur, ikki av kenslum, men av sínum viti, hevði Hávarður onki grun um. Hetta skal lesarin eisini sleppa at eiga á. Gandaringurin er, hvussu tú so vendir henni, eitt meistaraverk. Hon er skaldaborin, vøkur, vís, blúgv, ómetaliga spennandi og orðað við fynd og sparsemi. Av nýggjari skaldsøgum veit eg bara eina, sum eg havi hug at líkna hana við, Livläkarens besök eftir P.O. Enquist, sum hon eisini av sjálvsøgdum grundum er skyld við. At bókin er so væl umsett ger hana til ein fong í hesi lestrarkargu tíð, gloypubita og góðgæti bæði hjá vanligum lesarum og hjá næmingum og lærarum. Av somu orsøk er tað spell, at henda skaldsøgan í støðum ikki er nóg væl rættlisin. Onkustaðni mangla orð, í summum førum verða reglur uttan grund brádliga kappaðar av, í øðrum førum er bland í persónsnøvnum. Kemur bókin út í øðrum upplag, og tað hevur hon uppiborið, eigur hon at verða vandaliga rættlisin og búgvin til prentingar í einum sniði, sum stendur mát við hennara listarliga virði. Sigurd Hoel: Gandaringurin. Hans Thomsen týddi eftir Trollringen (1958). Sprotin 2009. 218 kr. Fundur í Den norske forfatterforening í 1952 á Restuarant Georges. Frá vinstru: Jakob Sande (1906-67), Arnulf Øverland (1889-1968), Sigurd Hoel (1890-1960) og Helge Ingstad (1899-2001) sum roykir pípu okk ara mest kompetentu nevnd um innan økið, skal sjálv andi síggjast aftur í ein­ um komandi heims atlassi, annars er ongin grund til at útgeva eitt nýtt. Babbasa ATLAS Tað kann undra, at stjórin fyri tí nýggja Vitanardeplinum, Magnus Tausen, hevur eina so stagneraða ella fast læsta fatan av atlas pro ble ma­ tikkinum og tvíheldur um, at tað nýggja atlassið skal brúka navnalistan frá 1993, umframt at okkara mest kompe tentu geografar og gransk arar á økinum verða hildnir uttanfyri, tí teir ikki frammanundan treyta leyst góðtaka babbasa íslandifi­ ceraða navnalista frá 1993. Spindoktarin aftan fyri tey mongu margháttligu og nógv umstríddu nøvnini í 1993 atlassinum, er nevniliga pápi Magnus Tausen, Svenn­ ing Tausen. Málsliga er Svenn ing Tausen rúkandi ósamdur við núverandi mál­ nevnd ar for mannin, Jógvan í Lon Jacobsen, og hevur í bløð u num sáað iva um Jógvan í Lon Jacobsen yvir­ høvur hevur tign og førleika til at sita í lærda stólinum í føroyskum úti á Setrinum, har frá farni professarin, Johan Hendrik Winther Poul sen, áður sat. Emotionelt er hetta væl skiljandi, tí fráfarni pro­ fessarin og Svenning Tausen málsliga einvegis drógu somu puristisku línu til heimsatlassið frá 1993, uttan fyrivarni og atlit til altjóða fakligar konventiónir, sum vóru/eru galdandi innan geografiska fakøkið. Viðhaldsfólk vælkomin Á almennum fundi í Miðla­ húsinum 19. mai 2010 kl. 19:30, sum Skúla bókagrunnurin skip aði fyri, varð spurt, um vit skulu hava eitt nýtt heimsatlas og um so var, hvat skuldi standa í einum nýggjum føroyskum atlassi. Alt byrjaði opið og gott, men tá saman um kom stóð alt í botni frá 1993. Tey sum vóru positiv fyri gamla at lass­ inum síggjast aftur í fakliga fylgibólkinum, kanska við einum undantaki, men teir geografar sum høvdu kritisk­ ar, men fak liga væl grund­ aðar við merk ingar, síggjast ikki í fakliga fylgi bólki num. Tískil er eingin av okkara væl kvali ficeraðu geografum við altjóða roynd um í undir ­ vísing og gransk ing við yvir ­ høvur til at forma tað nýggja heims atlassið, tí teir máttu fyrst góðtaka babbasa atlas sum grund støði, og tað segði teirra fakligheit nei takk til. Teir gomlu søgdu, at djúpt skal hann níga, sum høsna­ reyv vil kyssa, og rætt er tað! Biologur ikki geografur Nú endaði tað so við, at ein biologur og ikki ein geo graf ur skal týða atlassið úr ensk um, skil tað hvør ið vil? Spenn­ andi verður at síggja hvør skal viðgera og rættlesa? Vit skulu minnast til, at hetta er eitt atlas fyri alt Før oya fólk og skal avspegla heimin, sum hann er í dag og ikki bara babbasa útlegging frá 1993. Kanska er tað við at ganga upp fyri Føroya fólki, hví vit eru nummar sjokk til PISA kanningar Um nú Skúlabóka grunn­ urin ístaðin var fyrisitingin úti á Landssjúkrahúsinum, so hevði tað verið Magnus Tausen et al. sum skurð við ­ gjørdu, við sjúkra hjálpar um og portørum sum fakligum fylgibólki, meðan yvir lækn­ arnir stóðu uttanfyri og bankaðu upp á dyrnar. Tá kann ein og hvør ímynda sær úrslitið, og soleiðis kann tað eisini enda við (heimagjørda) heimsatlassinum. Spurningurin er hví Skúla ­ bókagrunnurin ræð ist væl ­ útbúgvin fólk við uni versi­ tetsførleika og og drúgv um altjóða roynd u m, meðan teir hálova dilettantum? Kanska okkara menta­ málaráharri átti at hugt nærri eftir framferðarháttinum hjá Skúla bókagrunninum í sam bandi við tað nýggja heims atlassi. Sambært pro klamatión frá hennara egna flokki, skulu Føroyar teljast millum heimsins før­ andi í 2015, men tað verður man ikki við at byggja á eitt dilettantiskt ástøði! Finnland er eitt gott dømi um, hvat eitt land kann fáa burturúr, tá fólk við uni­ versitetsførleika blíva brúkt til tað tey eru best til. Hvar er fakligi førleikin? Tit tykjast at hanga fastir í 1993 útgávuni av heims­ atlassinum, og hava uttan nakra fakliga nøktandi grund geving útihýst fak liga kompetentum geo graf um. Tess vegna fari eg vinarliga, vegna føroyska skatta gjald­ aran, at seta tykkum trim um Niels Petersen, stjóra, Birgir Kruse, ritstjóra og Magnus Tausen, stjóra á Vitanar depli­ num, ein almennan spurning hvør og biðja um eitt svar í bløðunum. 1. Hvønn dokumentaraðan geografiskan ella landa frøði­ ligan fakligan førleika hava tit hvør sær, sum ger tykk­ um skikkaðar til at frávelja fakliga best skikkaðu geo­ grafanar og sjálvir standa fyri útgávuni av einum kom­ andi heimsatlassi?