Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-09, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. mars 2011síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 9. mars 2011 · Nr. 29 14 Sosialurin Kjak Dánjal Mouritsson Joensen Nevndarlimur í UfM og Miðflokkinum Síðstu árini hevur eitt syrgiligt tíðarrák rikið inn yvir vesturheimin. Forklædd sum mannarættindi verða alsamt fleiri fosturdráp framd við vælsignilsi frá teimum, ið burdu vart lív, læknunum. Tíverri er hetta eisini eitt rák, ið vit kenna alt ov væl í Føroyum, har mong fólk velja tað, ið tíverri er tann lætta loysnin. Heldur enn at okkara politikarar loysa hendan alsamt veks­ andi trupuleika, ið kemst av vantandi føroyska lóggávu, tykist tað sum tey venda teirra blindu eygu og deyvu oyru til og latast sum um eingin trupulleiki finst. Hetta meðan eini 50 børn lata lív um árið. Tann lætta loysnin er ikki altíð tann rætta: Men hvørjar møguleikar hevur læknin at bjóða mammuni tá hon stendur í viðtalurúminum. Við ongari skipan, ið kann hjálpa mammu og familjum við teimu, sosialu, fíggjarligu og øðru avbjóðingum, ið árliga drepa fleiri ófødd børn, verða tað vanlukkiliga avgerð ov oftani tikin, at drepa fostrið. Hvar eru tær skipanir og tær tænastur, ið kunna lofta einari einligari mammu áðrenn hendan av­ gerð verður tikin? Hví lata landsins politikarar hesu framtíðar stjónarleiðarar, vinnulívsfólk, íbirtarar, listafólk og onnur týna í tí tryggastu umhvørvinum á jørð, heldur enn at gera alt fyri at bjarga teimum? Tað at drepa barnið er ikki ein hald­ góð loysn upp á trupulleikan. Lívið gongur oftast ikki bara víðari, men førir magan við sær vanlukkiligar fylgjur. T. d. úseta foreldrini seg fyri sálarligum trupulleikum av fosturdrápinum og barnið sjálvt risikerar at yvirliva miseydnaði fosturtøkuna og koma livandi út við likamligum breki. Samfelagsligar avbjóðingar Men tað er ikki einans fyri foreldrini og barnið at hendan avgerð hevur keði­ ligar avleiðingar, men sam­ felagið sjálvt spælir við eld, tá vit latast sum blind yvirfyri hesum veruleika. Tað er ein sannroynd at fyri at eitt hvørt samfelag skal veksa í fólkatali, má hvør familja føða 2,11 børn fyri at skapa eina sunna demografi. Tóat vit føroyingar enn hava eitt føðital, ið er yvir hesum markinum, hevur talið verður minkandi tey síðstu árutíggjundi og standa vit skjótt framman fyri somu avbjóðingum sum restin av Vesturheiminum. Um vit hyggja at londu­ num í vesturheiminum, er tað ein ræðandi lestur. Í Usa og Kanada liggur miðaltalið á 2,04 børn, í Danmark 1,74 børn, í Onglandi 1,6 børn, í Týsklandi 1,3 børn, í Italia 1,2 børn og í Spania 1,1 børn. Talið fyri Føroyar liggur enn á 2,45, men er fallandi. Um tann núverandi støðan ikki broytist, standa vit yvir fyri einari demografiskari vanlukku í Føroyum. Talið av børnum og pensionistum í mun til arbeiðsfør fólk verður í framtíðini so avskeplað, at samfelagið fer at standa framman fyri stórum sosial­ um avbjóðingum. Óhugs­ andi er at samfelagið fer at kunna upprætthalda tær samfelagstænastur sum tað í dag bjóðar, einans tí at tað fer at verða eitt undirskot av arbeiðsfólki. Tann ræðandi veruleika, ið goymir seg aftan fyri hesi tøl er, at um man mótroknar talið av fosturtøkum mót­ vegis miðaltalinum avdúk­ ar tað, at hesi somu lond, ið standa yvir fyri stórum demografiskum avbjóðing­ um, øll høvdu ligið yvir 2,11 í miðal og tískil verði før fyri at upprætthalda tað sama samfelagið, ið tey kenna til í dag. Niðanfyri eru nøkur útvald tøl: Sí talvu Sum føroyingar hvílur ein stór ábyrgd á okkum øll­ um, ikki bara at verja hesi óseku, ið verða tikin í móður­ lívinum, men eisini yvirfyri tí lækkandi føðitíttleika­ talinum og harvið demo­ grafisku avbjóðingunum, ið vit koma at standa fyri um núverandi gongd ikki verður stegðað. Okkara besta boð tykist at verða at skipa so í bandi, at allir sosialir og fíggjarligir trupulleikar, ið liggja aftan fyri høga fostur­ drápstalið verða loystir, so at einki barn skal missa rættin til lív, einans tí vit sum samfelag ikki høvdu ráð at bjarga tí. Tí er hetta eisini ein áheitan á landsins kosnu um at taka stig til at loysa einum vanlukku, ið bíðar at henda. Nokk er tosað uttanum, verandi lóggávu tænir ongum endamáli og setir bæði foreldur, læknar og ikki minst barnið undir ómenniskaligar støður. Latið okkum bjóða øllum børnum vælkomin til hendan heim. Orðatøkini 31:8 Lat upp munnin fyri hin málleysa, fyri at fáa øllum hjálparleysum rætt! Harri lær okkum at standa sterk fyri tínum virðum, og hjálpa teimum veiku, har samfelagið ikki hoyrir neyðarróp teirra! Kelda: www.indexmundi.com Fosturdráp er vanlukka føroyinga Land miðaltal av føddum børnum fosturdráp fødd árlig um fosturdráp ikki var gjørt USA 2,04 1mio 4 mio 2,55 Danmark 1,74 15000 60 000 2,18 Føroyar 2,45 50 640 2,47 Tað verður so nógv tosað um pisakanning, tað verður skyldað upp á lærarar o.t. Eftir mínari metan er tað hent, síðan børnini aftan á skúlatíð ikki sleppa til arbeiðis. Tað er onki til tey børnini. Tey verða tvingaði inn á ein skúlabonk at sita. Og har situr ein stórur partur og mungar eftir at sleppa at gera okkurt til nyttu. Tað var nógv betur, at tann bólkurin sum hevur hug at sleppa til arbeiðis, slapp at gera okkurt til nyttu, og tey sum høvdu hug at fara í skúla, fóru í skúla. So høvdu tit nokk sæð at pisakanningin bleiv betur. Ikki tvang, men gera tað man hevur hug til. Fyri nøkrum árum síðani høvdu vit heimsins besta sjófólk og somuleiðis heimsins besta arbeiðsfólk. Nú hava vit heimsins vánaligastu pisakanning... Yngri miðnámsskúlanæm­ ingar, sum búgva einsamallir, kunnu nú søkja Kringvarpið um at sleppa undan at rinda kringvarpsgjald. Enn sum áður eiga øll húski at rinda kringvarpsgjald. Tað varð seinast staðfest í einari lógarbroyting í fjør summar. Flestur miðnáms­ skúlanæmingar eru partar av einum húski, og koma sostatt ikki undir serstaka gjaldsskyldu. Tað er tó ein sannroynd, at nakrir miðnámsskúla­ næmingar noyðast at flyta heimanífrá, m.a. tí teir búgva fjarskotið frá nærm­ asta miðnámsskúla. Hjá hesum er neyðugt at gista á útbúgvingarstaðnum , tað veri seg á næmingaheimi, í kamari ella í leigaðari íbúð. Eg haldi ikki, at tað er rími­ ligt, at ein miðnámsskúlanæm­ ingur, sum býr einsamallur, skal rinda kringvarpsgjald, hóast hann á pappírinum er sjálvstøðug húski. Tí havi eg sum lands­ stýriskvinna broytt kunn­ gerðina, soleiðis at miðnáms­ skúlanæmingur, ið býr einsamallur, kann søkja Kringvarp Føroya um at verða frítikin fyri at rinda kringvarpsgjald. Treytin er eisini, at hann ikki er fyltur 22 ár við skúlaársbyrjan. Fyri at fáa hægra útbúgv­ ingarstuðulin, skulu hesir miðnámsskúlanæmingar prógva útreiðslur av egnum bústaði. Sambært kring­ varpslógini verða teir tí roknaðir sum eitt húski og skulu rinda kringvarpsgjald. Næmingarnir hava oftast teldu og internetsamband, og hava skyldu at rinda kringvarpsgjald. Broytingin er galdandi fyri innkrevjingina av kringvarpsgjaldinum í 2011. Studni metir, at millum 200 og 250 miðnámsskúlanæmingar lúka treytirnar fyri at kunna verða frítiknir fyri at rinda kringvarpsgjald. Sólvit Simonsen Helena Dam á Neystabø landsstýriskvinna í mentamálum Pisakanning Sleppa undan kringvarpsgjaldi