mikudagur 9. mars 2011síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mikudagur 9. mars 2011 · Nr. 29
Sosialurin
Oyggjablaðið
Snorri Brend
Viðareiði: Er tað nakað sum við
ingar samfelt eru sinnaðir fyri, so
er tað at fáa ein tunnil til bygdina
sum skjótast.
Nógv hevur verið tosað um
hetta, og tað sermerkir eisini tilfarið
í hesum blaðnum rættiliga nógv.,
Nú verður so løgtingsmál nr.
125/2011 “Uppskot til løgtingslóg um
tunnil til Viðareiðis við tilhoyrandi
vegum” lagt fyri tingið.
Í viðmerkingunum til uppskotið
verður millum annað tikið soleiðis
til:
Verandi farleið eftir lands veg
num frá Hvannasundi til Við
ar eiðis var tikin í nýtslu fyrst í
sekstiárunum. Fyri hetta varð siglt
úr Hvannasundi til Leiti, haðani
vegur var til Viðareiðis.
Byrgingin um Hvannasund var
tikin í nýtslu í 1975, og tá var koyr
andi allan vegin millum Klaksvík
og Viðareiði.
Vegurin til Viðareiðis er nógva
staðni í brattlendi, og trupulleikar
eru av grót og skriðulopi.
Arbeitt hevur verið við ymiskum
loysnum til nýggja farleið til
Viðareiðis. Tríggjar ymiskar loysn
ir til nýggjar tunlar hava verið
skitseraðar, og eisini eru kanningar
gjørdar, um til ber at tryggja verandi
veg við fjallatrygging, trygdarhegni
ella trygdarveit fram við vegnum.
Avgerð er tikin um, at tunnil
verður gjørdur frá Hvannasundi til
Middal, umframt tilhoyrandi vegir.
Jarðfrøðiligar kanningar, sum
millum annað fevndu um ein bori
kjarna, vóru gjørdar í 200507.
Verkætlanin er viðgjørd í Sam
ferðsluætlanini
20082020,
sum
Vinnumálaráðið og Landsverk lótu
gera í 2007. Har verður umrøtt at
gera tunnil til Viðareiðis.
Tilmælt var, at verkætlanin var
gjørd yvir 3 ár, árini 20152017. Mælt
var til, at verkætlanin skuldi gerast
eftir til dømis tunlarnar Norður um
Fjall.
Í løgtingsfíggjarlógini fyri fíggj
ar árið 2011 er avsettar 5 mió krónur
til tunnil til Viðareiðis.
SAMFERÐSLA “Endamálið við verkætlanini
er at tryggja eina hóskandi farleið til
Viðareiðis”. Soleiðis verður tikið til í einum
uppskoti um tunnilsgerð til Viðareiðis,
sum kemur til viðgerð á tingi í næstum.
Nú verður hol sett á
TUNNILS-
MÁLIÐ
Verkætlanin
Endamálið við verk ætl anini er at tryggja
eina hóskandi farleið til Viðar eiðis.
Verkætlanin umfatar at byggja ein
umleið 1850 metra langan tunn il, sum
gongur inn við Rætt ar garðar í Hvanna
sundi til Middal, undir Fossa brúgv
Viðar eiðis megin.
Umframt at gera veg frá verandi
landsvegi við Hvannasund til tunnilin og
at gera landsveg frá tunn ilsmunnanum
í Mid dali til Viðareiðis, íalt um 4000
metrar av vegi.
Henda nýggja farleið loysir
trupulleikarnar við grót og skriðulopi á
Viðar eiðisvegnum.
Kostnaðurin er mettur til 140 mió
krónur íalt, og byggitíðin kann verða
liðug eftir trimum árum.
GRÓT Á VEGNUM
Ein ikki óvanlig mynd á Viðareiðisvegnum - grót á vegnum ein regndag
LINJUFØRINGIN
Samnbært uppskotinum hjá Landsverki skal
tunnilin gerast úr Hvannasundi og yvir í
Middal, eins og henda linjuføringin vísir