Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-09, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. mars 2011síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 9. mars 2011 · Nr. 29 18 Sosialurin Oyggjablaðið Tekstur: Snorri Brend Myndir: Jens Kristian Vang Viðareiði: Hvønn einasta morgun kann Elisabeth síggja fólk fara av bygdini við bilum sínum til arbeiðis aðrastaðni. Líka so ofta hevur hon sæð teir báðar skúlabussarnar koyra runt í bygdini, fyri at heinta børnini ið skulu í skúlarnar í Klaksvík, Kambsdali ella í Havn. Og líka so ofta hevur hon við bivandi hjarta hugsað um, hvat tað er fyri ein vegur sum bilarnir og bussarnir skulu koyra eftir í øllum veðri, bæði summar og vetur. - Eg kenni alt til hetta, tí okkara trý børn hava ikki havt annað í at velja. Og tú kanst bara ætla, at eg altíð havi verið fegin, tá tey komu heilskapað aftur til hús, eftir loknan skúladag, sigur Elisabeth. Saman við manninum, Jógvani Nybo, sála sum sat í bygdarráðnum og sum bygdarráðsformaður í fleiri ár, eiga tey børnini Ólavur sum er 29, Hansa sum er 22 og Pauli sum verður 18 ár í dag. - Hóast tann yngsti var liðugur við skúlan í fjør summar, so hugsi eg framvegis um øll hini børnini sum sorgleys, bæði mugu og skulu fara í bussin hvønn einasta morgun, fyri at sleppa at sova víðari, til tey koma til Klaksvíkar, sigur hon. - Tíbetur er einki hent upp til henda dag. Elisabeth Nybo er annars ættað úr Vági, men flutti sum ung til Viðar eiðis, har hon í dag rekur egna matstovu - Matstovuna hjá Elisa beth. Smágrót og omanlop Liðin eru mong ár, síðani viðingar á fyrsta sinni kundu koyra av bygdini og ímóti Hvannasundi. Hetta var fyrst í 60'unum. Síðani tá er lítið og einki gjørt við vegin: Hann er breiðkaður í støðum; bilverja er sett framvið vegnum; fleiri møtipláss eru gjørd; og ábøtur eru gjørdar gjøgnum árini. Men framvegis koyra bilarnir eftir vegnum, vitandi um at tað til eina og hvørja tíð, kann koma smágrót, ein størri steinur ella eitt heilt omanlop á vegin. Hetta hevur fólkið á Viðareiði verið vitandi um, og við millum- bil um hevur orðaskifti verið í miðlunum um hetta álvarsmálið. Men framvegis er tann endaliga loysnin ikki framd í verki: Ein tunnil til Viðareiðis. Men nú er umsíðir líkt til at okkurt fer at henda, tí ein verk- lagslóg um hetta nærkast eini fram løgu. Og her liggur parturin hjá Elisabeth og Jógvan ikki eftir. Yptar akslar Hjúnini bæði hava skrivað lesara- brøv og gjørt vart við støðuna á røtt um støðum: – Á einum av seinastu bygdar- ráðsfundunum sum Jógvan var á, spurdi hann fyri meg, um teir ikki ætlaðu at gera nakað við farleiðina. Men tað bleiv bara ypt øksl. Elisabeth hevur haraftrat stovn- að ein bólk á Facebook “Trygg far- leið til og frá Viðareiði”, fyri at vísa á tørvin á betri vegasambandi til Viðareiðis. – Og ikki fyri at reypa, so var eg á einum limafundi, sum javn- aðar flokkinum hevði seinasta vár í Klaksvík, har eg tók hetta málið upp. Og tey lurtaðu av sonnum og hava nú handlað eisini. – Eg haldi ikki, at eg tosaði í meiri enn 30 minuttir, men røtt orð á røttum staði kunnu opinbart avrika meiri enn 30 ár í tøgn, sigur hon álvarsom. 5 mió krónur Í lesarabrøvunum, sum tey skriv- aðu fyri umleið einum ári síðani, spurdi tey beinleiðis, hvussu leingi viðingar skuldu liva við óvissuni og ótryggleikanum. Elisabeth er sjálvandi sannførd um, at tað tekur fleiri ár at fáa ein tunnil til Viðareiðis. - Tað kann ikki vera rætt, at ikki alt, ið kann gerast, verður gjørt fyri at tryggja Viðareiðisvegin, so omanlop ikki framvegis eru næstan dagligur kostur fyri okkum, skrivaði hon í lesarabrævinum. Fyri hana var og er tað framvegis ein neyðloysn at tryggja hetta vegastrekkið í framtíðini. Men nú er umsíðir líkt til, at okkurt ítøkiligt og politiskt fer at henda í hesum máli. Ein av fyrstu døgunum verður verk lagslógin um ein tunnil til Viðar eiðis løgd fyri tingið. Spurd um hon væntar, at tingið tekur undir við uppskotinum, svarar hon avg jørd ja. Tey hava jú verið við til at skjóta hetta upp, fyri síðan at samtykkja fíggjarlógina, so henda lógin kemur neyvan óvart á nakran teirra. Í ár eru játtaðar 5 mió krónur at fyrireika hetta, og seinni í ár byrjar arbeiðið við karminum fyri komandi fíggjarlóg. Tá verður av- gerandi neyðugt, at peningur verð- ur eisini játtaður í 2012 og frameftir, soleiðis at arbeiðið kann verða boð- ið út. – Tað er avgerandi neyðugt at hetta verður gjørt sum skjótast. Eg meini, - bygdin er jú í vøkstri. Tey 30 árini, sum eg havi búð her, eru umleið 50 nýggj hús komin her, eins og fólkatalið er vaksið upp til omanfyri 350. – Tey sum hava valt at seta búgv her, tey hava ikki gjørt tað til stutt- leikar, sigur Elisabeth. snorri@sosialurin.fo VEGASAMBAND - Eg havi koyrt eftir Viðareiðisvegnum í meiri enn 30 ár. Og tað er næstan ikki dagur, at eg ikki undri meg yvir, at einki er gjørt við hetta smala vegastrekkið, sigur 48 ára gamla Elisabeth Nybo av Viðareiði. - Eg havi faktist fortreð av tí hvønn einasta dag. Tað kann ikki vera rætt, at vakrasta bygdin í Føroyum skal hava ta vandamiklastu farleiðina. Vakrasta bygdin við vanda­ miklasta vegnum Sum eigari av egnari matstovu, veit Elisabeth veit um óteljandi dømi frá fólki, sum eru spent eftir at koyra til vøkru bygdina norðast á Viðoynni. Tey møta tó fyrstu forð ing­ ini á Borðoynni, tá tey skulu inn í smølu og ótíðar hósk andi tunlarnar har. Og síð ani kem­ ur smali og somu leiðis ótíðar­ hóskandi Viðar eiðis vegurin. Men fólk síggja kortini fram til at koma allan vegin til Viðar­ eiðis. Tey kendu og vanabundnu koyra eftir vegnum við nógvari ferð, meðan tey ókendu koyra spaku liga og vilja njóta vakra útsýnið á leiðini. ­ Men so kemur trupulleikin, og tað er tá tey skulu heimaftur eftir sama vegi. Tá veit eg fleiri dømi um, at fólk hava als ikki verið so fegin um tað ­ og hava enntá noktað at koyra av bygdini aftur, vísir Elisabeth á. Tey hava tí ikki havt annað í at velja enn at fáa onkran stað­ kendan bilførara at koyra bil teirra til Klaksvíkar. ­ Og tá verður tað brádliga álvarsamt, tá fólk ikki fara at tora at koyra norður higar aftur. Tað kunnu vit simpelthen ikki liva við, slær hon fast. Tora norð - men ikki suður Tað kann ikki vera rætt, at ikki alt, ið kann gerast, verður gjørt fyri at tryggja Viðar­ eiðis vegin, so oman lop ikki fram vegis eru næstan dagligur kostur fyri okkum Tey sum hava valt at seta búgv her, tey hava ikki gjørt tað til stuttleikar