Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-09, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. mars 2011síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mikudagur 9. mars 2011 · Nr. 29 Sosialurin Oyggjablaðið VANDAMIKIÐ Elisabeth Nybo eigur matstovu á Viðareiði, og møtir nógvum fólkum sum illa hætta sær at koyra norður til vøkru bygdina. - Vit hava bíðað alt ov leingi eftir eini endaligari loysn, og tí má okkurt henda nú, sigur hon Tunnil – men hvar? Fleiri kanningar eru gjørdar fyri at finna fram til, hvar ein slíkur tunnil skal liggja. Eitt uppskot er at leggja hann úr Hvannasundi og inn í Dalar, sum er eitt nógv vitjað útferðarstað um summarið, og sum av viðingum verður mett sum ein eksotisk perla um summarið. Men aðrir møguleikar eru eisini nevndir. - Eg haldi ikki, at tunnilin skal leggjast inni í Dølum. Tað eru nógv størri fyrimunir at leggja hann so nær bygdini sum gjørligt. - So sparir ein bæði kava- ruddingina, nýgerð og við líka hald av Dalarvegnum. Og so sparir ein eisini ta vøkru náttúruna inni í Dølum. VERKLAGSLÓG Bæði Elisabeth og maðurin, Jógvan, sáli, hava fleiri ferðir og á fleiri støðum gjørt vart við støðuna. Nú kemur so ein verklagslóg um ein tunnil á tingborð, og so vónar fólkið bara at undirtøka og peningur verður við tí