mikudagur 9. mars 2011síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 9. mars 2011 · Nr. 29
20
Sosialurin
Oyggjablaðið
Tekstur: Snorri Brend
Myndir: Jens Kristian Vang
Tað er av allar ringasta veðri uttan
fyri. Útsynningurin leikar í við
herviligum hvirlum, sum hótta við
at sópa alt og øll við sær.
Mitt í hesum ódnarveðrinum
standa sethúsini á Eggjarvegi 7
púrasta óimponerað. Her valdar
hinvegin friður í húsi, hóast tey
vanliga eru so mong sum seks fólk
í húsi foreldrini bæði og fýra børn
teirra.
Húsbóndin og útróðrarmaðurin
Esmar er farin til Klaksvíkar í
illveðrinum, tí bilurin skal til sýn.
Saman við sær hevur hann tann
eina sonin, 5 ára gamla Brian, sum
elskar at koyra bil.
Inni í hvíttmálaðu sethúsunum
gongur alt so skipað og friðarliga
fyri seg, sum tað yvirhøvur kann:
Mamman er liðug at rudda køkin,
tá 12 ára gamli Rógvi kemur heim úr
skúla. Yngsti maðurin í húsinum, 1
ára gamli Ari er júst vaknaður, og
leypur beinanvegin í fangið á tí
eldra.
Einasta smágentan í húsinum,
3 ára gamla Eivør, sum verður 4 ár
fríggjadagin, situr við stovuborðið
og spælir við leikur, samstundis
sum parabolurin vísir ein Anders
Andteknifilm.
Eg elski hetta lívið. Tá man
gongur heima hevur man tíð at
taka sær av børnunum. Hesi árini
vildi eg ikki verið fyriuttan, slær
Malan fast. Barnaár teirra, tey
koma so ikki aftur.
Ikki angrað
Malan er upprunliga ættað úr
Klaks vík, men flutti, saman við
Esm ari í hesi húsini á Viðareiði í
2003.
Hon hevði arbeitt úti áðrenn,
men tá tann elsti sonurin fór í 1.
flokk í Viðareiðis skúla, tók hon
avgerð um at skifta arbeiði, um ein
kann siga tað so, og ístaðin gerast
heimaarbeiðandi húsmóðir á bygd.
– Hetta valið havi eg ikki angrað
eina einastu løtu, sigur hon avgjørd.
Fyri meg hevur tað størstan
týdning at kunna vera heima hjá
børnunum og vera ein mamma fyri
tey allan dagin.
Hon vísir til hetta, at hon kann
seta seg niður við børnunum at
spæla við tey, júst tá tey ynskja tað
og so leingi sum tey ynskja tað.
Fyri onkran kann tað tykjast
heldur lítisvert og óinteressant, at
ein mamma skal sita soleiðis og
spæla til dømis lata eina dukku hjá
dóttrini í klæði, spæla eitt memory
spæl við tey eldru ella trilla ein bil á
stovuborðinum hjá soninum.
Fyri børnini betýðir tað alt, og
fyri tey hevur tað eisini nógv at
siga, og er ein tryggleiki hjá teimum,
at mamman altíð er til staðar, tá tey
hava tørv á tí.
Hetta sama kunnu aðrar konur
á Viðareiði eisini gera, tí fleiri teirra
eru í somu støðu sum hon. Og tí
skal ikki nógv til fyri at tær vitja
hvørja aðra, ella avtala at fara ein
trillitúr gjøgnum bygdin.
Jú, vit hava tað fantastiskt
saman. Og so eri eg eisini so hepp
in, at familjan hjá Esmari býr beint
við hjá okkum, sigur fegna heima
arbeiðandi húsmóðurin.
Ikki skúlafólk
Í dag er vanliga hugsanin hon, at
øll eiga at fáa sær eina útbúgving.
Hetta hevur Malan eisini hoyrt,
men hon hevur eina heilt aðra
hugs an í hesum máli.
Sjálv hevur hon onkutíð um
hugsað at fara á HF, men sum hon
tekur til: Eg eri ikki skúlafólk. Skal
tað absolutt verða til nakað, so
ljóðar Heilsuskúlin í Suðuroy sera
áhugaverdur.
Men eg havi ongar ætlanir um
tað, so leingi sum børnini eru smá.
Í løtuni síggi eg meg snøgt sagt ikki
føra fyri tí.
Hinvegin dugir hon væl at
síggja fyrimunir við at hava eina
út búgving, sum kann tryggja eina
hægri løn og tað sum fylgir við
tí. Men Malan hevur altso valt at
raðfesta øðrvísi.
Eitt dømi um hetta er, at hon
í farnu viku tók tann 5 ára gamla
Brian úr dagrøktini fyri at spara
pening. Tað kostar jú ikki einki, um
ein skuldi havt trý børn í pleygu, tá
mamman kortini gong ur heima.
Ja, eg havi valt at vera heima.
Og tá man hevur tikið ta avgerðina,
so veit man at man má prioritera
øðrvísi. Tá kann man nevniliga ikki
alt, tí peningurin er ikki til staðar.
Tað er ikki lætt fíggjarliga, tá
tað bert er tann eina inntøkan frá
útróðrinum hjá Esmari at liva av.
Men eg kundi kortini ikki hugsað
mær nakað annað, slær hon
rimmarfast.
Rokast
Ein fylgja av hesum umstøðum er,
at tey ikki altíð kunnu keypa tað
sum teimum lystir til heimið.
– Eg veit ikki, hvussu fínt ein
kann ella partú skal hava tað inni
hjá sær sjálvum. Hevur tú eitt heim
fult av fínum og dýrum tingum, so
fáa børnini næstan ikki spælt inni,
tí so kann okkurt brotna.
– Her hjá okkum kunnu tey
rokast sum teimum lystir og bjóða
vinfólki inn at spæla. Eg taki tað
akkurát sum tað kemur, tí eg skal
jú ikki gera nakað annað, enn vera
ein mamma fyri míni børn, sigur
Malan.
– Tað er so mangan, at tann elsti
sonurin, Rógvi kemur úr skúlanum.
Hann letur bara hurðina upp og
spyr um eg eri inni, og so er hann
flogin út aftur. Fyri hann er tað so
betryggjandi at vita, at mamman er
við hús, tá hann kemur heim.
– Hetta ljóðar kanska keðiligt og
ordiliga bygdasligt, men fyri meg
hava familjan og børnini alt at siga,
slær Malan enn einaferð fast.
Hon er væl vitandi um aðrar
kvinnur, sum høvdu ynskt sær at
verið í somu støðu sum hon. Men
tann fíggjarliga støðan við stórum
lánum forðar teimum helst í hesum,
og tí eru tær noyddar at fara út at
arbeiða.
– Eg sigi einki ringt um tað, men
eg fari so ongan veg enn á sinni,
sigur Malan.
– Hetta kann man altíð koma
aftur til, tá børnini eru vorðin størri.
Nú eru tey smá, og tí eri eg heima.
snorri@sosialurin.fo
HÚSMÓÐIR Á BYGD - Eg ynski bara at vera heima hjá mínum børnum. Tey elska at hava
mammuna í nánd av sær, og eg sjálv kundi ikki hugsað mær nakað annað enn hetta,
sigur 31 ára gamla Malan Mikkelsen av Viðareiði. Hon er heimaarbeiðandi húsmóðir
við fýra børnum, og trívist sera væl í tí. - Eg vil vera her fyri míni børn.
eg elski at
ganga heima
Eg veit ikki, hvussu fínt
ein kann ella partú skal hava
tað inni hjá sær sjálv um.
Hevur tú eitt heim fult av
fínum og dýrum tingum, so
fáa børnini næstan ikki spælt
inni, tí so kann okkurt brotna
Altíð fólk
Malan hevur valt at vera
heima hjá børnunum,
og hon fær tí javnan
spurningar frá øðrum,
um hon veruliga orkar at
hava børnini heima.
- Tá plagi eg at svara, at
mær dámar best at tað er
rokaligt her. Hetta skal
vera eitt heim fyri tey og
her skulu tey sleppa at
liva og rokast, slær hon
fast.
Um kvøldið, tá friður er
í húsinum, kunnu hon og
maðurin seta seg eina
løtu og njóta friðin og
samveruna teirra millum.
Annars er heimið merkt
av tí at børn eru í
húsinum og at fólk ofta
koma á gátt.
- Ja, tað er onkur sum
hevur sagt tað soleiðis,
at tað má vera nakað
gott at vera inni hjá
Maluni. Har er altíð fult
av bilum uttanfyri og fult
av fólki inni, sigur hon
við einum brosi.