Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-09, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. mars 2011síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 9. mars 2011 · Nr. 29 22 Sosialurin Oyggjablaðið Malan Mikkelsen er ættað úr Klaks­ vík, og í hennara barna árum var hon heppin at har var altíð onkur heima hjá teimum ­ annaðhvørt omman, tá mamman arbeiddi úti ella mamman, tá einki fiskaarbeiði var. At flyta úr einum býi og til eina lítla bygd var tí ein broyting fyri hana, men tað var kortini ikki við bivan og ótta at hon tók hesa avgerðina. Ein fyrimunur var sjálvandi vakra náttúran og tað serliga her norðuri, at tað er so frítt hjá børnunum at vera. Hetta liggur eisini væl fyri, tí heim teirra liggur mitt í bygdini, í nánd av øðrum børnum og familjuni hjá Esmari. Tað sjáldsama er, at Malan og tvær aðrar í familjuni, Jannie og Rannvá, fingu allar dreingir í 2005 og allar gentur í 2007. – Tí er einfalt og stutt hjá bæði Brian og Eivør at finna sær onkran annan at spæla við. Tað kann simpelthen ikki vera betri, sigur Malan brosandi. Ein annar munur millum býin og bygdina eru bilarnir, sum allir taka hensyn til tey mongu børnini sum spæla uttandura í góðveðrinum. Tað er næstan so, at børnini fara út at spæla og koma fyrst inn aftur, tá tey eru svong. Eitt gott dømi um hetta er 5 ára gamli Brian, sum er eitt ordiligt úti­menniskja. – Hann er nóg illa vaknaður, so skal hann bara út at spæla, og gevur sær nóg illa tíð at eta morgunmat. – Og tá hann so skal inn aftur um kvøldið, má eg næstan taka hann við makt. So hann trívist í øllum førum sera væl her norð uri, slær mamma hansara fast. Inn tá tey eru svong Fyri meg hevur tað størst an týdning at kunna vera heima hjá børnunum og vera ein mamma fyri tey allan dagin happy family Tey hugna sær heima – Eivør, Malan og brøðurnir báðir Rógvi og Ari